Klárt at flyta inn í sambýlið í summar

Í fyrsta umfari verður pláss fyri tíggju fólkum, men møguleiki er fyri at gera seks pláss afturat í nýggja eldrasambýlinum, ið verður bygt á Eiði

Arbeiðið við at gera eldrasambýlið niðri á Korndalsharmi á Eiði gongur eftir ætlan. Húsini eru liðug innrættað, hiti er komin í helmingin av húsinum, og málarin er farin til verka.

- Vit kundu strongt á, at fingið húsini liðug til 1. mai, men vit hava valt at lata arbeiðið ganga sína vanligu gongd. Og gongst eftir ætlan flyta búfólkini inn í juni-juli. Tá er alt økið við húsini liðugt, vegur, parkeringsviðurskifti og slíkt, sigur Hans Jákup í Kollsbyrgi, ið er bygdaráðsformaður á Eiði.

Húsini eru í tveimum hæddum, hvør á umleið 360 fermetrar. Í fyrsta umfari verður bara ovara hæddin innrættað. Har verða 10 búkømur gjørd, hvørt á 16 fermetrar. Annars verður stova, køkur og tað, ið hoyrir til eini slík hús.

- Møguleiki er at gera seks kømur á somu stødd í kjallaranum, og tað er ikki ósannlíkt, at so verður um ikki so langa tíð, sigur Hans Jákup í Kollsbyrgi.


Bíðilisti

Eldrasambýlið á Korndalsharmi verður tað einasta av sínum slag í økinum. Um 15-16 fólk hava skrivað seg upp til búpláss í nýggja heiminum.

- Onkur teirra er úr øðrum kommunum, onnur við tilknýti til bygdina. Húsini eru sjálvsagt fyrst og fremst fyri fólk í okkara egnu kommunu.

Tað er Ronald Poulsen, sum hevur teknað húsini. Arbeiðið varð boðið út millum handverkarar í kommununi, okkurt verður gjørt av fólki aðra staðni frá. Tá ið húsini eru liðug kosta tey 3 mill. krónur. Bygdaráðsformaðurin dugir ikki at siga, hvussu nógv starvsfólk fara at vera knýtt at heiminum.

Enn er ikki avgjørt, hvussu húsini skulu eita. Kapping er útskrivað bæði til heiti og búmerki. Freistin at senda uppskot inn er úti, og 15 brævbjálvar eru komnir inn.