Sosialurin hevur skrivað nógv um góða upsafiskiskapin í vetur, og serliga í januar eru skip javnan komin aftur full undir lúkurnar eftir stutta roynd. Vit hava eisini víst á, hvussu ymiskur fiskurin hevur verið í stødd ? alt eftir, hvar hann er veiddur. Ein stórur partur av upsanum, sum veiddur verður, er smáur; tað nógva er 3?arar og 4?arar. Men so frættist samstundis frá onkrum túrum, har fiskurin er væl størri ? har ein stórur partur er 1?arar og 2?arar.
Virkisleiðari, sum keypir nógvan upsa, segði okkum, at tann smái upsin serliga er fingin eystanfyri og innari vestanfyri, meðan slagið, teir seinastu dagarnar hava fingið á Munkagrunninum, hevur verið gott.
Upsin er rak
Mikudagin fingu vit so eina ?nýggja? søgu at vita um upsa.
Í samrøðuni við virkisleiðaran, sum í nógv ár hevur arbeitt upsa, segði hesin, at upsin ongantíð áður hevur verið so rak sum nú.
- Eg havi nógv tøl, sum prógva hetta. Tað, tú fært burtur úr fiskinum í løtuni, er væl minni enn vanligt. Upsin er óvanliga rak, og tað plagar hann ongantíð at vera í januar. Hetta er heilt óvanligt. Fiskurin plagar at fella í vekt síðst í februar og mars, men ikki í januar. Hvør orsøkin er til hesa gongd, veit eg ikki, sigur virkisleiðarin.
Annars er rættiliga nógvur upsi á marknaðinum.
- Í løtuni er tað ikki so nógv ein spurningur hjá virkjunum um at fáa fatur á upsa, men meira ein spurningur hjá skipunum um at sleppa av við fiskin, kanska serliga í Suðuroy, har ikki so nógvir fiskakeyparar eru, sigur virkisleiðarin.