Jack, hví heldur tú, at tú ert blivin so kendur? - Tað er so gott sagt frá, samrøðan, komedian. Ongin dugur, at siga soleiðis frá. Je eri ein yvurforteljari. Jack, hvussu følist tað at fara á pallin, nú tú [...] hvat fert tú at siga? - Veit ikki, finni uppá okkurt Jack, er tú tikin av bóli av at vera so kendur nú? - Sikkurt nokk, veit ikki, havi ikki ide um tað Jack, hevur tú tikið skaða av at vera so kendur? - [...] kærleiki. Speiðrekandi og leikandi lætt vóru hendingar og persónar, sum ikki vóru at taka feil av lýstar og frambornar, og Jack fekk lættliga fólkið við sær. Beint áðrenn Jack fór á pallin við sínum yrkingum
tíðin tikið við, og tað eru satelitpositiónir, sum nú gera av, hvar vit eru staddir. Jú, jú. Soleiðis eru tíðin og útgerðin, og gott er tað. Tí tað er eingin ivi um, at tað er gott at vera væl útgjørdur á [...] bara at kasta og so taka inn, krøkja av og kasta aftur. Tá tað ikki trolar. Seks eru snellurnar, og kastað verður við øllum beinanveg. Tann aftasta er fyrst niður, og hon sigur frá við tað sama. Tað er soleiðis [...] skjótt, at tað kennist, at tað ikki eru bara vit, sum ikki fáa hann at bíta í dag. Teir eru longu farnir í telefonina. Tosa víða um, hvussu nú er vorðið, og hvat er at gera. Og framvegis flúgva satelitp
løgmaður. - Tað eigur at vera ein spurningur um at sleppa at velja. Við at fíggja almennu loftmiðlarnar við eykaskatti hevur tú tikið henda møguleika at velja frá fólki, og tað meti eg vera grundleggjandi [...] vanligan skatt og eykaskatt, áðrenn tað er nóg mikið. Í staðin haldi eg, at tað eigur at vera eitt val hjá tí einstaka, um viðkomandi ynskir almennu tilboðini og tænasturnar, og ger hann tað, so eigur hann [...] Kallsberg vísir á, at talan í veruleikanum er um at strika eitt brúkaragjald, og í staðin innføra ein nýggjan skatt. Og tað er ímóti grundsjónarmiðunum hjá flokkinum. - Eg má siga, at í prinsippinum eri
Um tað er gott ella minni gott at vera berari av lítla parasittinum, "toxoplasma gondii", veldst um, hvørt tú ert kvinna ella maður. Parasitturin hevur nevniliga ymiska ávirkan á menn og kvinnur. Tað heldur [...] "toxoplasma gondii", er hugsandi, at teir hava ein lægri IQ. Haraftrat gerast teir skjótari sjalu og eru minni sosialir enn menn, sum ikki eru berarar. Hildið verður, at eini 40% av heimsins menniskjum eru [...] amerikanski granskarin, Nicky Boulter. Sambært henni eru kvinnur, sum eru smittaðar, meira úteftir vendar og "lættar á tráðnum". Haraftrat tykjast tær meira attraktivar mótvegis monnum í mun til aðrar kvinnur
Sangkappingar hava tað gott á sjónvarpsrásunum í Danmark í hesum døgum. Popstars, Stjerne for en aften, Rock Idoler og nú tað nýggja Idols, sum TV3 fer at senda. Mánakvøldið fer TV3 undir at senda Idols, sum [...] verður við í Stjerne for en aften, sum DR fer at senda í næstum, og spennandi verður at fylgja teimum í hesum donsku tónleikakappingum, sum eru ein háttur at fáa gjøgnumbrot á danska tónleikamarknaðinum [...] sangkapping, sum kann líknast saman við bæði PopStars og Stjerne for en aften. Sangararnir skulu ígjøgnum fleiri slúsir, áðrenn teir rættiliga sleppa upp í part, og tá skulu teir so framføra nógv frammanfyri fólki
vóru sera væl nøgdir, og tað høvdu teir alla orsøk til. Við at vinna 27?7 á USA í stríðnum um bronsukrónurnar, eydnaðist tað Grønlandi at vinna atgongumerkini til HM endaspælið. Tað verður eftir ársskiftið [...] lagið nummar fýra av teimum seks liðunum. Avrikið og harvið úrslitið er ikki minst tengt at, hvussu tað fer at ganga við fyrireikingunum. Hesar eru tengdar at, hvussu nógvir pengar verða tøkir. Formaðurin [...] endaspælinum. Tá var málið hjá teimum, at teir skuldu vinna ein dyst. Tað eydnaðist, tá teir vunnu 26?18 á USA. Nú ætlar Grønland sær at vera við í næsta bólkaspælinum. Um tað skal eydnast, so skulu teir verða
ikki gjørdar, og tí vita vit als ikki, hvussu hann fer at virka, og hvussu hann fer at gagna vinnuni. Men sum heild sakna vit greiðari boð frá landsstýrinum og ein sterkari vilja at hjálpa vinnuni, sum [...] aftur at koyra eftir hetta nosið. Tí krevur tað dirvi og vilja frá politikarum veruliga at spenna eitt trygdarnet undir alt vinnuvirksemi á landi – eisini tað privata. Tað kann ikki vera rætt, [...] lønarendurgjald, eins og hjá tí almenna – og at tey enntá skulu liva undir søðugari hóttan um, at stórur partur av vinnuni fer av knóranum, um Landsstýrið ikki tekur um endan og tryggjar alla vinnu í
eru tær deyðadømdar og hann er sannførdur um, at Hestur fær somu lagnu. Poul Michelsen ásannaði, at tað er gott at hava víðan sjónarring. Men at verða víðskygdur, merkir eisini at vísa fíggjarliga ábyrgd [...] ábyrgd. Men Løgtingið átti at taka støðu til tunnilin í Hest, og so vildi tað vísa seg, um tað at verða víðskygdur í hesum føri er so dýrt, at tað er ein fíggjarlig forðing. Eisini Kári P. Højgaard sipaði [...] sum helt, at løgtingið átti at taka tunnilin í Hest við í víðari viðgerðini. Eitt nú nevndi Jenis av Rana tá, at hann helt, at Hestur skal knýtast upp í. Hann segði, at royndir úr Noregi siga, at verður farið
vit ikki vera so sosial, sum vit plaga at vera. – Vit skulu ikki stúgva okkum saman í mannamúgvur og vit skulu ikki drekka av somu fløsku, ella av sama glasi. Men tað ber væl til at ganga oman og niðan eftir [...] Føroya, kunnu tað vera eini 10-20 prosent, sum sleppa ígjøgnum nálareygað, tí tey besa smittuna í sær, uttan at royndin kortini er positiv. Tí heldur hann eisini, at tað er eitt gott hugskot at hava maski [...] maski fyri munnin og nøsina, tí tað forðar fyri, at fólk smitta onnur – og so er tað eisini ein sjónlig áminning um vandan, sum er á ferð. Trýst á pílin undir myndini og hoyr Pál Weihe geva nøkur góða ráð um
alt meira greitt, at tað skuldu verða VÍF og StÍF. Og nú verður fyrri dysturin teirra millum í grundspælinum. Hesa ferð verður dysturin leiktur á Skála, og tað er einki at ivast í, at høllin verður stúgvandi [...] yvir høvur tykist tað vera so í hesum dystum, at tað ræður um at hava rætta dagin hjá liðunum. Og so kann leggjast afturat, at sum støðan er í løtuni, so kann ein sigur hjá VÍF vera júst avgerandi fetið [...] vunnið sær eina greiða yvirvág seinnu árini, og skal gongdin vendast, so skal hetta helst vera júst nú, og fyri tey bláu man løtan mikukvøldið vera júst rætta løtan at gera hetta.