Ása bjóðar av

Ása Kathy Dam, sum í fjør vann kappingina um at gerast Ársins Songrødd, verður við í kappingini Idols hjá TV3, sum byrjar mánakvøldið

Sangkappingar hava tað gott á sjónvarpsrásunum í Danmark í hesum døgum. Popstars, Stjerne for en aften, Rock Idoler og nú tað nýggja Idols, sum TV3 fer at senda.
Mánakvøldið fer TV3 undir at senda Idols, sum er ein sangkapping, sum kann líknast saman við bæði PopStars og Stjerne for en aften.
Sangararnir skulu ígjøgnum fleiri slúsir, áðrenn teir rættiliga sleppa upp í part, og tá skulu teir so framføra nógv frammanfyri fólki.

Tvey úr Kollafirði
Ein føroysk songkvinna verður við í hesi kapping. Tað er 22 ára gamla Ása Kathy Dam úr Kollafirði. Hóast eingin vil siga nakað um, hvussu hon hevur staðið seg higartil, so sigst, at hon er komin nakað ávegis, nú sjónvarpsparturin av kappingini byrjar.
Ása Kathy Dam vann í 2002 Ársins Songrødd, tá ið hon sang Eternal Flame til hesa kapping.
Ein bygdarmaður hjá henni, Jens Marni Hansen, verður við í Stjerne for en aften, sum DR fer at senda í næstum, og spennandi verður at fylgja teimum í hesum donsku tónleikakappingum, sum eru ein háttur at fáa gjøgnumbrot á danska tónleikamarknaðinum.