Tann linjuføringin, sum er stungin út í kortið í sambandi við Sandoyartunnilin er ikki undir Hesti
Sambært Heðini Mortensen, borgarstjóra, kostar ein lyfta úr einum tunli undir Hesti og upp í oynna fýra milliónir krónur. Men sambært tølum, sum vóru frammi í fjør, kostar tað hundraðtals milliónir meira ta knýta Hest upp í Sandoyartunnilin.
Sambært in.fo 27. februar í fjør varð upplýst í løgtinginum, at tríggjar linjuføringar eru lagdar fyri tunnilin. Tær báðar linjuføringarnar til beinleiðis tunnil millum Streymoy og Sandoy, kosta ávikavist 835 og 865 milliónir krónur.
Men skal Hestur knýtast upp í, kostar tunnilin 1.150 milliónir, ella ímillum 285 og 315 milliónur meiri.
Á viðgerðini í tinginum hendan februardagin í fjør skiltist, at tingfólk ikki vóru serliga hugað at tosa um at knýta Hest upp í. Eitt undantak var tó Kristin Michelsen, tingmaður fyri Javnaðarflokkin, sum helt, at løgtingið átti at taka tunnilin í Hest við í víðari viðgerðini.
Eitt nú nevndi Jenis av Rana tá, at hann helt, at Hestur skal knýtast upp í. Hann segði, at royndir úr Noregi siga, at verður farið fram við smáum oyggjum, eru tær deyðadømdar og hann er sannførdur um, at Hestur fær somu lagnu.
Poul Michelsen ásannaði, at tað er gott at hava víðan sjónarring. Men at verða víðskygdur, merkir eisini at vísa fíggjarliga ábyrgd. Men Løgtingið átti at taka støðu til tunnilin í Hest, og so vildi tað vísa seg, um tað at verða víðskygdur í hesum føri er so dýrt, at tað er ein fíggjarlig forðing.
Eisini Kári P. Højgaard sipaði til meirkostnaðin og vísti á, at tunnil í Hest er ikki umfataður av semjuni millum flokkarnar.
Páll á Reynatúgvu úr Tjóðveldi vísti á meirkostnaðin, men staðfesti, at er borgarstjórin í Havn sinnaður at rinda meirkostnaðin, fer hann ikki seta seg í vegin fyri tí.
Hinvegin hevði borgarstjórin í Havn víst á í Degi og viku, at ferðasambandið til útoyggjarnar er eitt landsmál.
Men hann ivast ikki í, at Tórshavnar Kommuna vil vera við til at rinda vegagerð í Hesti í sambandi við tunnilin.
– Tað er ein spurningur um vilja, hugburð og samstarv, segði borgarstjórin, sum nú eisini er løgtingsmaður og eigur fyrispurningin, sum verður viðgjørdur á tingfundinum klokkan 11.