Je eri yvirforteljari

Ein tann størsta løtan á Jóansøkufestivalinum, eitt satt hæddarpunkt millum áhoyrararnar var ein tíma áðrenn miðnátt, tá Jack Petersen trein á pallin, vit fingu orð á Jack beint áðrenn hann fór á pallin.

Samrøða



Nógvir festivalgestir vóru í Jack´sa hittinorðaðu troyggjum. Fólkamongdin fyltist á festivaløkinum , lagið var gott og stemningurn av Jack breiddi seg. Ikki kann man siga, at maðurin hevur fingið nykkir, hóast han má verða ein tann kendasta persónligheid í Føroyum í løtuni. Ílatin vanligu kovboyklæðini, læs hann, sum tann størsta sjálvfylgja av verðini, eina yrking fyri og aðra eftir, sum um hann aldrin hevði gjørt annað enn yrkt og framført. Vit fara ikki at avdúka yrkingar hansara, men fólk mugu sjálvi keypa sær savnið. Evnini vóru menniskju, náttúra og kærleiki. Speiðrekandi og leikandi lætt vóru hendingar og persónar, sum ikki vóru at taka feil av lýstar og frambornar, og Jack fekk lættliga fólkið við sær. Beint áðrenn Jack fór á pallin við sínum yrkingum, fingu vit orð á hann:

Jack, hví heldur tú, at tú ert blivin so kendur?

- Tað er so gott sagt frá, samrøðan, komedian. Ongin dugur, at siga soleiðis frá. Je eri ein yvurforteljari.

Jack, hvussu følist tað at fara á pallin, nú tú er vorðin so kendur?

- Veit ikki, veit ikki

Jack, hvat fert tú at siga?

- Veit ikki, finni uppá okkurt

Jack, er tú tikin av bóli av at vera so kendur nú?

- Sikkurt nokk, veit ikki, havi ikki ide um tað

Jack, hevur tú tikið skaða av at vera so kendur?

- Nei.