Um tað er gott ella minni gott at vera berari av lítla parasittinum, "toxoplasma gondii", veldst um, hvørt tú ert kvinna ella maður.
Parasitturin hevur nevniliga ymiska ávirkan á menn og kvinnur. Tað heldur amerikanski granskarin, Nicky Boulter.
Sambært henni eru kvinnur, sum eru smittaðar, meira úteftir vendar og "lættar á tráðnum". Haraftrat tykjast tær meira attraktivar mótvegis monnum í mun til aðrar kvinnur, sum ikki eru berarar av hesum parasitti.
Eru menn hinvegin fongdir við "toxoplasma gondii", er hugsandi, at teir hava ein lægri IQ. Haraftrat gerast teir skjótari sjalu og eru minni sosialir enn menn, sum ikki eru berarar.
Hildið verður, at eini 40% av heimsins menniskjum eru berarar av "toxoplasma gondii", sum eitt nú smittar við ráum mati ella kjøti, sum ikki er nóg væl kókað ella stokt.
Tað er portalurin news.com sum ber hesi tíðindi.