Hugsa vit okkum væl um, ber væl til at fáa eina góða ólavsøku. Tað sigur Pál Weihe, koronu-ráðgevari hjá landsstýrinum, nú ólavsøkan stundar til.
Men á útvarpsstøðini, FM1, ásannar hann, at á ólavsøku í ár missa vit nakað av tí, sum ger ólavsøkuna til nakað heilt serligt, tí á ólavsøku hesa ferð, kunnu vit ikki vera so sosial, sum vit plaga at vera.
– Vit skulu ikki stúgva okkum saman í mannamúgvur og vit skulu ikki drekka av somu fløsku, ella av sama glasi. Men tað ber væl til at ganga oman og niðan eftir Áarvegnum og heilsa upp á fólk – bara vit hugsa um at vera passaliga langt frá hvørjum øðrum, sigur hann við FM1.
Hann heldur at Tórshavnar Býráð hevur tikið eina góða avgerð, nú tey leggja upp til at fólk halda ólavsøku runt um í býnum, hvør í sínum grannalagi.
– Hóast vit ansa væl eftir, og kanna tey, sum koma til Føroyar, kunnu vit ongantíð veita vissu fyri, at ongin er smittaður, og tí er smittuvandin til staðar á ólavsøku, sigur hann. Hann sigur, at hóast vit kanna tey, sum koma til Føroya, kunnu tað vera eini 10-20 prosent, sum sleppa ígjøgnum nálareygað, tí tey besa smittuna í sær, uttan at royndin kortini er positiv.
Tí heldur hann eisini, at tað er eitt gott hugskot at hava maski fyri munnin og nøsina, tí tað forðar fyri, at fólk smitta onnur – og so er tað eisini ein sjónlig áminning um vandan, sum er á ferð.
Trýst á pílin undir myndini og hoyr Pál Weihe geva nøkur góða ráð um, hvussu vit skulu halda ólavsøku í ár – og hvussu vit ikki skulu halda ólavsøku.