Tað tykist ikki vera við góðum vilja frá landsstýrinum, at fólk fáa upp til 20.000 kr í lønarískoyt frá ALS, og at hjálparpakki II skal hjálpa flestu fyritøkum.
Fleiri ferðir hava vit hoyrt landsstýrismannin í vinnumálum gramt seg um, at hann hevði bara ætlað, at fólk í mesta lagi skuldu kunna fáa 17.500 kr í lønarískoyti, og at størri fyritøkur slett ikki skuldu fáa pengar úr hjálparpakka II.
Tí kunnu vit fegnast um, at tað kortini ikki er landsstýrið, sum bestemmar, hvørjar lógir verða samtykar í Løgtinginum. Framsøgumenninir hjá Sambandsflokkinum og Fólkaflokkinum, Johan Dahl og Christian Andreasen, søgdu undir viðgerðini av hjálparpakka II, at neyðugt var at hjálpa størri fyritøkum eisini, og tí var hjálparpakkin tillagaður soleiðis. Men enn eru kunngerðir ikki gjørdar, og tí vita vit als ikki, hvussu hann fer at virka, og hvussu hann fer at gagna vinnuni.
Men sum heild sakna vit greiðari boð frá landsstýrinum og ein sterkari vilja at hjálpa vinnuni, sum er í svárastu neyð. Tað tykist, sum landsstýrið skal dragast við hárinum fyri yvirhøvur at hjálpa nakað. Var tað ikki fyri ALS, so var katastrofan fullkomin.
Fleiri vinnurekandi kenna seg slept upp á fjall eftir at tey sjálvboðin hava lagt at kalla alt virksemið niður eftir áheitan frá landsstýrinum. Ynskiligt var við greiðari útmeldingum, og at landsstýrið sýndi sama vilja, sum vit síggja stjórnir í grannalondum sýna sprerdu vinnuni.
Ja tað kostar nógv, og tað verður eitt risastórt undirskot á fíggjarlógini. Men tað nyttar lítið, at vit eftir koronakreppuna vakna aftur til eitt samfelag, sum er á ørmundarhúsi, tí so nógv arbeiðspláss eru farin fyri skeyti. Vit skulu hava alt samfelagið upp aftur at koyra eftir hetta nosið. Tí krevur tað dirvi og vilja frá politikarum veruliga at spenna eitt trygdarnet undir alt vinnuvirksemi á landi – eisini tað privata. Tað kann ikki vera rætt, at landsstýrið bara hugsar um starvsfólkini hjá tí almenna, sum fáa fulla løn uttan at fara til arbeiðis.
Tað er so hamrandi órættvíst, at fólk í privatu vinnuni skulu sendast heim uttan at fáa fult lønarendurgjald, eins og hjá tí almenna – og at tey enntá skulu liva undir søðugari hóttan um, at stórur partur av vinnuni fer av knóranum, um Landsstýrið ikki tekur um endan og tryggjar alla vinnu í Føroyum.

Oddagrein: Gott at landsstýrið ikki bestemmar alt

