, so ein ikki er uttan samband á fjøllunum. Tað kann vera at okkurt er at spyrja um á arbeiðsplássinum, og so er gott, at til ber at fáa samband við ein, hóast hann er á fjalli. Ein húgva og ein jakki [...] Kanska kom myrkur á, meðan haftseyðurin varð rikin at húsum? Tað kundi vera so mangt, sum stakk seg upp ein slíkan dag. Og gamalt var, at allar ferðir vóru vandaferðir, so neyðugt var at vera væl útgjørdur, [...] og so einar ullintar hosur at fara innan fyri stuttu gummistyvlarnar, sum neyðugir eru í dag, so ein ikki gerst vátur um beinini í einum og hvørjum blota, sum er í haganum. Skurðfjall er, so okkurt haft
stórvegis bága, og hann roknaði við at vera tøkur mikudagin. Møguliga ein broyting Hetta gevur so í øllum førum Henrik Larsen ein positivan trupulleika, tá hann skal seta liðið mikudagin, tí eingin spælari [...] byrjaðu venjingarnar so aftur. Landsliðið heldur í hesum døgum til á Hotel Fürstenhof í Zelle, sum er ein býur einar 50 kilometrar uttan fyri sjálvt Hannover, og staðið, har venjingarnar ganga fyri seg, eitur [...] er eftir evstamark okkara. Í hópinum eru annars ikki tey stóru ivamálini. Jákup á Borg hevur havt ein skaða í lærkrikanum at dragast við seinastu tíðina. Men hann spældi í Litava eftir at hava fingið
Bárður Persson. Hesin leikurin snýr seg mest um vinarlagið millum trý ólík mannfólk. Ein dagin keypir ein teirra ein hvítan málning fyri 200.000 frankar. Keypið elvir til mikið kjak teirra millum og 15 [...] sleppur av sonnum at standa sína roynd. Seinni í vetur er ætlanin at fara undir ein barnaleik og um hálvan mars verður ein klassikari helst á skránni. Her verða bæði konufólk og mannfólk til. ? Vit ætla [...] í 1996, og hava verið spældar uttan íhald líka síðani. Nú er Gríma farin undir Vagina Monologues. Ein einfaldur leikur við trimum leikarum. ? Palluppsetingin er sera einføld. Bara tríggir stólar og so
í summar hevur Barometrið verið í luftini. Ein væl løtt og vælumtókt sending við innsløgum, kappingum, tema-døgum, tónleiki og øðrum. Týsdagin vóru vit ein túr við teimum báðum reportarunum, Hera Jacobsen [...] Meðan tosað verður um ís, fær ein av reportarunum eitt hugskot. Hann heldur, at tað hevði verið eitt gott hugskot, um Fóm fór at koyra við "hjemmeis". Eisini sleppa vit ein túr inni í frystirúmið, har allir [...] reportararnir óført. Teir eru í góðum lag og finna allatíðina upp á okkurt stuttligt. Blákrossbúðin er ein handil, ið selir endurnýtslu klæðir bíliga. Her eru nógv fólk komin. Tey venda sær øll forvititn, tá
Endamálið við tiltakinum var at geva børnum og ungum í Føroyum ein møguleika at vísa, hvat tey duga til, og tað sluppu tey so sanniliga hetta kvøldið. Ein fyri og annar eftir trinu tey inn á pallin saman við dansarunum [...] tá finalan á Nósa Barnaprix 2002 fór av bakkastokki leygarkvøldið á Kambsdali. Mitt í høllini stóð ein stórur pallur, sum var skrýddur vid ymsum silvurlittum litum, og á pallinum sjálvum vóru ljóskastarar [...] tey flestu løgini vóru løg, sum vit kenna aftur frá Brandi Enni, men eisini Kular Røtur og Eg Eri Ein K vóru millum tey, sum børnini høvdu valt at framføra. Nógv varð gjørt burtur úr hvørji framførslu
vera ein góð ábending um, at hetta kanska var teirra dagur, tá tær fleiri ferðir megnaðu at skora av veinginum, har Manuela Stan annars plagar at vera ímyndin av tryggleikanum, men tað tykist eins og eisini [...] okkurt kundi spyrjast burturúr hjá heimaliðnum kortini. Men Kyndil hevði enn ein trumf í ermini. Tó at tey VÍF vóru hørm um, at ein skiftisleikari hjá Kyndli ikki var komin heilt av vøllinum við tríggjar metrar [...] Kvinnuhondbóltur Talan var um ein sera týdningarmiklan dyst fyri báðar partar ? og sum so eisini fyri kappingina ? tá VÍF sunnudagin tók ímóti Kyndli. Bæði liðini hava í ár sýnt nakað óstøðugt spæl, har
at ein filmur skuldi sýnast, og Le Cirque Invisible er ikki so at skumpa av pallinum í Norðurlandahúsinum. Setanin í ár var fyri eyga og oyra nógv minni spennandi enn í fjør. Tað kann undran ein, at tað [...] gjørt ein stuttfilm um føroyskan dans. Í hennara filmi sita fyrst nakrar føroyingar og smakka sær á við donskum øli í Keypmannahavn. Eftir at nakað er komið niðurum verður farið upp á gólv. Ein dalbingur [...] mentan. 11 yrkjarar ? Í hesari kappingini er tað ikki, sum við flestum øðrum kappingum, at tað bert er ein vinnari. Høgni Djurhuus, limur í dómsnevndini í yrkingakappingini, var væl upplagdur við setanina,
hann verið í Bradford. Claus Bech Jørgensen hevur altíð havt ein dreym um at gerast yrkisleikari, og tá tað loksins eydnaðist honum, var tað ein heilt fantastisk kensla, greiðir hálvi føroyingurin frá. ? [...] hjá mær gongur út í summar, og eg ætli at royna at finna annað felag. Premier League er sjálvandi ein dreymur, men eg havi heldur onki ímóti at leika í 1.deild, sigur Bradford-leikarin við Sosialin Hálvi [...] aftur. Síðan ársskiftið hevur Claus Bech Jørgensen rættiliga fingið hol á málskjótingina, og er hann ein av høvuðsorsøkunum, at Bradford í løtuni ikki er í niðurflytingarvanda. Danskir fjølmiðlar hava fingið
eginleikar, sum ein royndur dirigentur skal hava. Og við sínum neyvleika, hugbinding, rútmu og drive, dugdi hann at ala góðan dynamikk og spreiða spæligleði. Alex má sigast at vera ein búgvin harri, sum [...] Klaksvík: Ein fitt og hugnalig konsert varð hildin í Ósáskúlanum leygardagin 22.03. Tað var Klaksvíkar Hornorkestur og næmingar úr Tónlistaskúlanum, sum luttóku. Tey ungu spældu nøkur løg, sum rørdu ommur [...] Hesir báðir vórðu heiðraðir herfyri fyri teirra drúgvu tænastu. Men hendan dagin í Ósáskúlanum var tað ein annar, sum fekk gávu fyri drúgva tænastu. Hóast hann ikki hevur verið við heilt frá byrjan, so eru
aðrastaðni verður tað hildið at vera ein stórur vinningur, at útlendingar gera íløgur í einum landi, ikki minst tá ið lítil vágafúsur pengar eru í landinum frammanundan, eins og tað vísa seg at vera í Føroyum [...] umborð á skipunum er tað ein greið niðurstøða, at Fiskavirking hevur so stóran part av virkjunum, at teir trýsta prísin niður. Fiskavirking keypir næstan 40% av fiskinum og ein so stórur, einstakur keypari [...] møgulig lond í eini roynd at lokka útlendingar at gera íløgur í Føroyum. ?Tað verður allastaðni mett sum ein stórur fyrimunur fáa útlendskar íløgur, so grundgevingarnar ímóti útlendskum kapitali, skilji eg ikki