SETAN
Kanska tað vóru fleiri tóm setur enn fólk við setanina av Listastevnuni. Í ár varð setanin hildin í kykmyndamyrkrinum í Havnar Bio. Orsøkin til kykmyndahøllina var, at ein filmur skuldi sýnast, og Le Cirque Invisible er ikki so at skumpa av pallinum í Norðurlandahúsinum.
Setanin í ár var fyri eyga og oyra nógv minni spennandi enn í fjør. Tað kann undran ein, at tað ikki verður gjørt meira burturúr og kanska meira alment, at Listastevnan, sum størsta árliga mentanartiltak fer av bakkastokki.
À skránni vóru røður frá mætum fólkum. Stjórin fyri Norðurlandahúsið bjóðaði vælkomin og segði nøkur um stevnuna.
Landsstýrismaðurin í mentamálum, Høgni Hoydal, setti sjálva Listastevnuna. Hann legði í røðu sínari stóran dent á, at tað var mentanin, sum gjørdi tað liviligt í Føroyum.
Hann byrjaði røðu sína við at siga frá, at landafrøðingurin Hans Holm einaferð hevði sett sær fyri at finna annað stað í heiminum, sum líktist Føroyum sum mest. Hann fann tvey onnur støð. Munurin var tann, at tað var bara í Føroyum, at tað búðu fólk.
Og Høgni Hoydal segði seg vera ernan av, at tað var so livilig, spennandi og ríkt í Føroyum við so góðari og fjøllbroyttari mentan.
11 yrkjarar
? Í hesari kappingini er tað ikki, sum við flestum øðrum kappingum, at tað bert er
ein vinnari.
Høgni Djurhuus, limur í dómsnevndini í yrkingakappingini, var væl upplagdur við setanina, og orðini fullu væl frá honum.
Saman við Kim Simonsen og Bergljót av Skarði hevur hann mannað eina dómsnevnd, sum skuldi velja út millum innsendar yrkingar í eini yrkingakapping. Kappingin varð útskrivað í sambandi við Listastevnuna, og vinnararnir vóru kunngjørdir á setanini mikukvøldið.
Áhugin hevur eftir øllum at døma verið øgiligur. Ikki færri enn 126 yrkjarar sendu í alt 426 yrkingar inn.
Í sínari grundgeving nevndi dómsnevndin millum annað, at leitað varð eftir poetiskum spenningi, yrkjarum, sum finna nýggjar metaforar og frástøðan til evni. Málið í yrkingunum skuldi hvørki vera ov danskt eiheldur ov gerandisligt. Og alt hetta hava teir ellivu yrkjararnir, sum eru nevndir aðrastaðni á síðuni, megnað at gjørt. Summir enntá í fleiri førum.
Dómsnevndin er av teirri fatan, at nógvar av yrkingunum er á einum høgum støði, og við vegleiðing kann nógv spennandi spyrjast burturúr hjá góðu yrkjarunum.
Teir ellivu yrkjararnir fáa 5.000 krónur hvør fyri ómakin. Yrkingarnar verða ikki givnar út í bók, men verða lisnar í útvarpi Føroya teir dagarnar, Listastevnan er. Vit hava við loyvi frá Listastevnuni prentað eina av yrkingunum.
Moving north
Eftir at ein yrking varð lisin, og spennandi kórið Tarira hevði framført, segði Sunnleif Rasmussen nøkur orð. Hann er heiðursforseti fyri Listastevnuna, og hansara uppgáva er at tryggja listarliga støði.
Og eftir hansara tykki kann Listastevnan bjóða list á sera høgum støði. Men tað listarliga høga støði er ikki altíð tað, vit kenna frá stóru miðlunum, helt hann fyri.
So kundu reyðu stólarnir í kykmyndahøllini koma til sín rætt. Filmurin Moving North varð vístur. Filmurin er settur saman av tíggju stuttfilmum. Hvør einar fimm minuttir til longdar, og temaið í øllum er dansur. Og sjálvandi er føroyski dansurin eisini við í hesum norðurlendska samstarvinum. Tað er leikstjórin, Katrin Ottarsdóttir, sum hevur gjørt ein stuttfilm um føroyskan dans. Í hennara filmi sita fyrst nakrar føroyingar og smakka sær á við donskum øli í Keypmannahavn. Eftir at nakað er komið niðurum verður farið upp á gólv. Ein dalbingur við eyðkendari rødd skipar Regin Smið. Filmurin er ein lýsing av føroyska dansinum í stevi, sosialum samanhangi og sangi. Filmurin er sermerktur, og fólk skulu sjálvi sleppa at uppliva filmin og gera sínar egnu metingar.
Men filmurin er ikki helvtina so undarligur sum onkur av hinum filminum í Moving North. Men vit døma ikki um, hvør er betri. Øll Norðanlond uttan Grønland eru umboðaði, og serliga íslendsku filmarnir eru spennandi.
Við tíggju stuttfilmum byrjaði so Listastevnan 2003. Næstu ellivu dagarnir fara at vísa, hvat føroyingar siga um list á sera høgum støði.
11 yrkjarar
Hesir ellivu yrkjararnir fingu virðisløn í yrkingakappingini í sambandi við Listastevnuna:
John Dalsgarð
Sólrún Mikkelsen
Oddfríður Marni Rasmussen
Theodor Eli Dam Olsen
Hans Jácob Kollslíð
Jóngerð Poulsen
Niclas Rasmussen
Bárður Persson
Høgni Egholm
Alexander Kristiansen
Martin Mouritsen