Føroya Fiskavirking skal seljast ongantíð ov skjótt

Javnaðarfólk eru ósamd um framtíðina hjá Føroya Fiskavirking. Dan Reinert Petersen sigur, at alt talar fyri at selja Fiskavirking beinanvegin og hann skilir ikki grundgevingarnar hjá formanni floksins, Jóannes Eidesgaard, sum ikki vil selja nú

Fiskavirking

?Fiskavirking skal einskiljast sum skjótast tí tað er als onki, sum talar fyri at varðveita Fiskavirking á almennum hondum.
Dan Reinert Petersen í Fuglafirði er heitur talsmaður fyri at Framtaksgrunnurin selir Føroya Fiskavirking sum skjótast.
Dan Reinert Petersen sat nógv á tingi fyri javnaðarflokkin frá 1990 til 1994 sum varamaður fyri Jørgen Thomsen. Hann sat aftur á tingið frá 1998 til 2002 og nú er hann varamaður hjá Andreas Petersen.
Men hóast hann er frammaliga í flokkinum, dylir hann ikki fyri, at dregur ikki somu línu sum formaður floksins í einum av teimum stóru málunum, sum verða at taka støðu til í næstu: Framtíðina hjá Føroya Fiskavirking.
Jóannes Eidesgaard hevur fleiri ferðir gjørt greitt, at hann heldur tað vera skeivt at einskilja Fiskavirking enn. Eitt nú stúrir hann fyri, at últendingar fara avstað við virkinum og aftur í blaðnum í dag hevur hann drúgva grein um, hví hann heldur at tað er skeivt at selja Fiskavirking.
? Men hesum grundgevingunum skilji eg ikki nógv av, sigur Dan Reinert Petersen.
Hann sigur, at fyri tað fyrsta stendur tað beinleiðis í viðtøkunum fyri Framtaksgrunnin, at hann skal selja vinnutólini beinanvegin tey eru sølubar.
? Virkar nevndin ikki fyri at selja Fiskavirking, brýtur hon sostatt sínar egnu viðtøkur.
Annars vísir hann á, at alla aðrastaðni verður tað hildið at vera ein stórur vinningur, at útlendingar gera íløgur í einum landi, ikki minst tá ið lítil vágafúsur pengar eru í landinum frammanundan, eins og tað vísa seg at vera í Føroyum í dag.
Hann minnir eisini á, at taðeru ikki meiri enn átta ár síðani at kreppan var uppá tað harðasta og tá sendi javnaðarsamongan ,sum tá sat, fleiri hundrað brøv út í øll møgulig lond í eini roynd at lokka útlendingar at gera íløgur í Føroyum.
?Tað verður allastaðni mett sum ein stórur fyrimunur fáa útlendskar íløgur, so grundgevingarnar ímóti útlendskum kapitali, skilji eg ikki.
Tá ið tosað verður um útelndskar íløgur, verður Pan Fish í Vági viðhvørt tikið fram sum eitt ræðandi dømi.
? Eg haldi, at hetta er eitt eindømi. Virkini hjá Fiskavirking fara ongan veg og ongin fer at keypa Fiskavirking fyri fullan prís, bara fyri at taka gamlar maskinur úr teimum.
Fuglfirðingurin heldur eisini, at tað er stórur munur á at fáa útlendskar íløgur í fiskivinnuna á landi og fiskivinnuni á sjónum.
? Missa vit ræðið á fiskivinnuni á sjónum, kunnu vit gerast rávøruútflytarar burturav og tað má ikki henda.

Ongin fongur
Annars sigur Dan Reinert Petersen, at Fiskavirking er als ongin fongur hjá landskassanum.
? Fiskavirking hevur eitt yvirskot upp á 15-20 milliónir um árið og tað fer ikki ein króna av teimum í landskassan. Yvirskotið fer alt í Framtaksgrunnin.
?Tað undrar meg eisini, at formaður javnaðarfloksins er so trekur at selja Fiskavirking, tá ið hann fyri bara einum ári síðani legði fram ítøkiligari ætlan fyri at einskilja Føroya Banka, tá ið hann ætlaði at hvør borgari í landinum skuldi fáa ókeypis partabrøv.
?Føroya Banka er ongin orsøk at einskilja. Hann hevur kastað hundraðtals milliónir av sær til landskassan. Hann hevur fingið tað skoðsmál, at hann er ímillum best riknu peningastovnar í ríkinum og tað eru óráð at pilka við eigaraviðurskiftini í eini slíkari fyritøku.

Trýstir prísin
Sjálvur hevur Dan Reinert Petersen verið til skips hetta einasta árið.
? Og umborð á skipunum er tað ein greið niðurstøða, at Fiskavirking hevur so stóran part av virkjunum, at teir trýsta prísin niður. Fiskavirking keypir næstan 40% av fiskinum og ein so stórur, einstakur keypari ásetur í veruleikanum, meiri ella minni, prísin sjálvur, tí virkini hjá Fiskavirking bjóða ikki ímóti hvørjum øðrum.
? Hóast vit missa fimm fiskidagar, loysir tað seg hjá okkum at sigla uttanlands at selja, so lágir eru prísirnir í Føroyum, sigur hann.
?Tí er tað ein greið fatan ímillum fiskimenn, at kappingin er ov lítil. Verða virkini í Fiskavirking seld, hevði kappingin verið størri og so fóru prísirnir upp.
Tó ásannar hann, at verður Fiskavirking í einum og framhaldandi rikið sum eitt virkið, fer kappingarstøðan neyvan at broytast.
? Mítt útgangsstøðið er, at Fiskavirking skal liðast sundur og seljast í smáum, tí tað er tað besta fyri fiskimannin, sigur Dan Reinert Petersen.