Ginu søgur , ella Vagina Monologues, sum tær eita á enskum, eru søgur fortaldar av kvinnum um seksualitet. Tær eru skakandi og provokerandi. Tær fara inn á øki, sum annars vanliga verða sædd sum tabu. Men hetta eru søgur, sum systir tín, mamma tín, mostir tín, vinkona tín ella tú sjálv kann hava verið úti fyri. Gerandissøgur um tráðan, longsul, leitan eftir samleika?
Eve Ensler
Amerikanarin, Eve Ensler, hevur skrivað Ginu søgurnar. Hon sigur sjálv, at hon minnist ikki, hvussu leikurin varð til, men hon hevði tosað við eina gamla konu. Tað, sum skelkaði hana var, at henda gamla konan tosaði ógvuliga niðurgerandi um síni egnu kynsgøgn. Eve Ensler fór síðani at tosa við aðrar kvinnur um teirra seksualitet, og at enda hevði hon tosað við yvir 200 kvinnur frá ymsum londum, sum høvdu ymsar mentanir, í øllum aldursbólkum og stættum.
Í fyrstuni framførdi Eve søgurnar sjálv. Uttan at hon visti tað. Fólk streymaði til frá øllum ættum at hoyra søgurnar. Fyrstu ferð Ginu søgur vórðu framførdar var í 1996, og hava verið spældar uttan íhald líka síðani.
Nú er Gríma farin undir Vagina Monologues. Ein einfaldur leikur við trimum leikarum.
? Palluppsetingin er sera einføld. Bara tríggir stólar og so leikararnir. Hetta eisini fyri, at leikurin skal kunna spælast allastaðni, greiðir Ria Tórgarð frá, sum hevur leikstjórnað.
Ria hevur eisini umsett leikin úr enskum.
? Tað var ógvuliga ringt at umseta. Fyri tað fyrsta, so fann eg ikki øll orðini eg skuldi brúka í orðabókini, og noyddist tí út at spyrja fólk. Og harafturat skuldi eg sjálv útum eitt mark, har eg mátti siga við meg sjálva, at tað eg gjørdi var í lagi. Umframt hetta skuldi eg eisini megna at varveita tað poetiska í søgunum og finna eina føroyska mynd upp á tær, greiðir Ria Tórgarð frá.
Stuttligt
Útgangsstøðið í søgunum er kvinnan og hennara seksualitetur. Men hetta vil ikki siga, at leikurin bert er fyri kvinnur. Hann er fyri øll. Leikararnir vilja heldur ikki seta nakað aldursmark á.
? Leikurin er ikki bara um harðskap og neyðtøkur. Humor er ógvuliga týdningarmikil í leikinum. Har eru nógvar stuttligar søgur, sum nógvar kvinnur kunnu játta nikkandi til.
Tað hevur heldur ikki verið bara sum at siga tað at venja leikin hjá teimum trimum Biritu Mohr, Gunnvá Zachariasen og Kristinu Hansen.
? Nógv suff hava verið, og vit hava eisini noyðst at tikið eitt sindur í egnan barm, tí kvinnur eru so innilæstar. Og at noyðast at tosa um kynsgøgn er ikki altíð so lætt, sigur Gunnvá Zachariasen.
Men leikstjóri og leikarar gleða seg nógv. Bæði til at framføra leikin og fyri at hoyra, hvat fólk fara at siga um leikin.
Nógvar kendar kvinnur hava verið við at framføra Ginu søgur. Nevnast kunnu millum annað Glenn Close, Claire Danes, Calista Flockhart og nógvar aðrar. Listin er óendaligur.
Gríma 25 ár
Hesin leikurin er fyrsta útspæl frá Grímu nú leikhúsið fer undir sítt 25. spæliár. Ætlanin er at fara út at ferðast við hesum leikinum. Hann verður frumførdur 5. oktober. Hvussu leingi hann verður á skránni er ilt at meta um ? alt eftir, hvussu hann verður móttikin.
Í november sleppa mannfólkini framat. Tá fara teir at framføra ein leik, ið kallast »List« eftir Yasminu Reza úr Fraklandi. Tann leikin hava Jette og Gunnar Hoydal týtt, meðan Eyðun Johannesen leikstjórnar. Menninir, ið spæla við eru Hans Tórgarð, Kári Øster og Bárður Persson.
Hesin leikurin snýr seg mest um vinarlagið millum trý ólík mannfólk. Ein dagin keypir ein teirra ein hvítan málning fyri 200.000 frankar. Keypið elvir til mikið kjak teirra millum og 15 ára vinarlagið sleppur av sonnum at standa sína roynd.
Seinni í vetur er ætlanin at fara undir ein barnaleik og um hálvan mars verður ein klassikari helst á skránni. Her verða bæði konufólk og mannfólk til.
? Vit ætla at royna at fara út um Havnina við leikunum, tí hetta var tað Gríma av fyri langari tíð legði út við, sigur Eyðun Johannesen , leikstjóri.
Men í fyrsta umfari kunnu vit gleða okkum til leikirnar Ginu søgur og List, sum verða frumframførdir ávíkavist í oktober og november.