prosentum niður í 3,2 prosent. - Tað gongur væl í Føroyum, men neyðugt er framhaldandi at reka ein varnan fíggjarpolitikk, sigur Fíggjarmálaráðið. Tískil verður talan ikk um nakra stóra hækking í útreiðslum [...] ið tað tók við í 2011. Eitt køvandi høgt skattatrýst á lønarinntøkum, stórt undirskot í landskassanum, høgt arbeiðsloysi og fólkafráflyting eyðkendu samfelagið, segði hann millum annað í framløgu síni. [...] útreiðslurnar í 2016 við 0,9 prosentum. Á tíðindafundinum í morgun greiddi Jørgen Niclasen frá, at heilsuverkið stóð fyri álvarsamum avbjóðingum, og at hetta tí er eitt øki, sum er raðfest frammarliga í fíggj
soleiðis vera við í valstríðnum í Føroyum fram til Fólkatingsvalið. – Eg veit ikki reiðiliga, nær eg havi møguleikan at biða um farloyvi úr Fólkatinginum, sigur Høgni Hoydal. Fyrsti fundur í Fólkatinginum [...] Annita á Fríðriksmørk tók sætið í løgtinginum fyri hann. – Vit hava jú lovað, at um eitt tjóðveldisumboð varð valt á fólkating, so fór tað ikki at sita bæði í løgtinginum og í fólkatinginum. Hetta lyfti vilja [...] verður í seinasta lagi 2. juli, tí fólkatingið skal sambært grundlógini koma saman í seiansta lagi 12 yrkadagar eftir fólkatingsvalið. Høgni Hoydal sigur, at hann veit ikki, um hann fer í farloyvi longu
Aftrat sær í Mýrifípuni, sum húsast í kjallaranum í Stoffalág 46 í Havn, hevur Tóra Egilsdóttir eina damu, sum hvønn dag kemur at hjálpa henni í nakrar tímar, serliga við framleiðslu av hosum. Haraftrat [...] 14.000 og 16.000. Árið í fjør er enn ikki uppgjørt í tali av hosum, men Tóra sigur, at tað var væl meira at gera í fjør enn árið fyri. - So, talið av hosupørum í fjør hevur so í øllum førum ligið yvir [...] skúlagentur og familjan annars, maður og børn, sum taka eina hond í eftir tørvi. Tað er nógv arbeiði av hosunum, tá tær koma úr maskinuni í einari langari røð. Tá skulu hosurnar takast sundur og seymast saman
vísa oyggjarnar frá sínu bestu síðu, tá Discovery, í samstarvi við Solea Faroe Islands, gjørdu upptøkurnar seint í juni mánaða í ár. - Discovery setti seg í samband við okkum síðsta ár at koma hendan vegin [...] so reint og klárt í smakkinum, umframt at vera djúpt imponeraðir av tí ræsta matinum, sum vit hava at bjóða í Føroyum, sigur hon. Ein prísvinnandi filmsmaður var eisini millum tey í ferðalagnum. Tað serstaka [...] vístur á Quest TV. Sendingin kann síggjast í Onglandi, Asia og Australia, og væntast at verða keypt til sýning í øðrum londum. Nógv fólk kring landið og serliga í Suðuroynni veittu drúgva tíð, stuðul og
millum klokkan 16 og 18 í dag og so regni frá klokkan 19 í kvøld til klokkan 10 í morginárini. Í morgin væntar yr okkurt lítið æl seinnapartin. Soleiðis er veðurforsøgnin hjá DMI: Í dag, ólavsøkuaftan, verður [...] Eitt lágtrýst liggur mest sum í stað nærindis Føroyum, men fer um vikuskiftið í ein landnyrðing. Danska veðurstovan DMI boðar frá terra, men út á dagin kemur okkurt æl. Í morgin verður eisini okkurt æl [...] til 10 m/s, í støðum upp í strúk í vindi, 13 m/s. Sólglottar og ælaveður. Hitin millum 8 og 13 stig. Mánadagin verður gul til stívt andøvsgul av útnyrðingi, 5 til 10 m/s, sum makar niður í lot til andøvsgul
Starvið sum býararkitektur í Havn er nú leyst at søkja. Tórshavnar kommuna hevur ikki havt býararkitekt í hálvt triða ár síðani Mikael Viderø segði seg úr starvi og fór í starv sum deildarleiðari á by [...] náttúru. Málið við kommunuætlanini er upp á allar mátar at skapa grundarlag fyri vøkstri í Tórshavnar Kommunu og í Føroyum sum heild. Tey seks menningarøkini eru: • vøkstur • miðbýurin • mentan • lívsdygd • [...] ið í býnum, harnæst at fremja eina røð av møguleikum, sum kunnu skapast og mennast, skrivar Tórshavnar kommuna í lýsingini. Víðari sigur kommunan, at nú verður eisini farið undir at menna miðbýin í hø
Í døgunum 15. og 16. oktober skipar Konsertfelagið fyri konsertum við Trio Vivo, ið er mannað av trimum ungum yrkistónleikarum úr Danmark. Fyrra konsertin verður í Mentanarhúsinum í Fuglafirði týskvøldið [...] falnar í teirra lut. Klaverleikarin, Emil Gryesten, hevur tónleikaútbúgving frá kongaliga danska konservatoriinum, frá Sibelius-akademinum í Helsinki og frá International Piano Academy Lake Como í Italiu [...] framført á fleiri tónleikafestivalum, og verður nakað av hesum tilfari at hoyra, tá tey vitja í Føroyum í døgunum 15. og 16. oktober.
hálvfinaluni í kappingini um løgmansteypið. Harumframt ætlar felagið eisini í ár, eins og undanfarnu ár, at liggja í fremstu røð í landskappingini. Sigfríður hevur nógvar og drúgvar royndir, sum venjari í Føroyum [...] , tí hann fer í nýtt starv á Svangaskarði. Formaðurin í Víkingi, Brandur Jacobsen, vil ikki gera viðmerkingar til venjaraskiftið, men vísur til tíðindaskrivi, sum felagið hevur sent út í kvøld. Tíðindaskrivið [...] Víkingur hevur í tíðini Jógvan Martin hevur verið venjari vunnið Løgmansteypið tvær ferðir, og úrslitini hava annars verið góð. Jógvan Martin hevur gjørt ein megnar arbeiði í tíðini hann hevur verið í Víkingi
landsstýrismaður í vinnumálum Magni Laksáfoss , búskaparfrøðingur og fyrrverandi landsstýrismaður
í fíggjarmálum Selma Ellingsgaard, forkvinna í Starvsmannafelagnum Magni Arge, formaður í Oljuvinnufelagnum [...] a, ið hann velur at halda í Keypmannahavn, hóast málbólkurin fyrst og fremst eru føroyingar og føroyska samfelagið. - Sjálvandi kundi ráðstevnan eisini verið hildin í Føroyum. Men mín uppgáva sum fólk [...] ráðstevnuni í Felagssalinum á Christiansborg seinnapartin. Áhoyrararnir fáa fyrst innlit í, hvussu grannarnir fyri eystan hava skipað sína oljuvinnu. Ole Anders Lindseth, ið er ein av leiðandi persónunum í norska
lívmargfeldi, sigur Umhvørvisstovan. Á ST-fundi í Kina í oktober 2020 skal boðskapurin frá teimum ungu berast fram. Men 24. januar 2020 er høvið hjá ungum í Føroyum at vera partur av hesum týdningarmikla kjaki [...] koma við á verkstovu, sum Umhvørvisstovan skipar fyri. Verkstovan varar ein dag, og verður í Reinsarínum í Tórsgøtu í Havn. Á verkstovuni verður lært um lívmargfeldi, aktuellu støðuna við hóttum djóra- og [...] ungdóminum. Slíkar verkstovur vera í øllum Norðurlondum, sigur Umhvørvisstovan. Sum framhald av verkstovunum í Norðurlondum verður ein norðurlendskur ungdómstoppfundur í februar 2020. Úrslitini frá kjakinum