Høgni Hoydal farloyvi úr løgtinginum

Mánadagin var Høgni Hoydal í Fólkatinginum, har nývaldi fólkatingsmaðurin hjá Tjóðveldi fór at finna seg til rættis og skapa neyðug sambond við fólk og flokkar.

Mánadagin var Høgni Hoydal í Fólkatinginum, har nývaldi fólkatingsmaðurin hjá Tjóðveldi fór at finna seg til rættis og skapa neyðug sambond við fólk og flokkar.

 

Høgni Hoydal sigur, at hann hevur ynskt at fáa eina skrivstovu, sum er á sama stað, sum hini trý fólkatingsumboðini úr Útnorðri.

 

Løgtingsfundur var eisini mánadagin, og tá bað Høgni Hoydal um farloyvi úr starvi sínum sum løgtingsmaður, og Annita á Fríðriksmørk tók sætið í løgtinginum fyri hann.

 

– Vit hava jú lovað, at um eitt tjóðveldisumboð varð valt á fólkating, so fór tað ikki at sita bæði í løgtinginum og í fólkatinginum. Hetta lyfti vilja vit sjálvnadi halda, og tí havi eg biðið um farloyvi í fólkatinginum fyribils, sigur Høgni Hoydal.

 

Á Christiansborg hevur Høgni Hoydal havt fundir við umboð fyri andstøðuna.

 

– Vit hava avtalað, at eg verði við í valbólki saman við andstøðuni, og nú skulu vit finna út av, hvussu nevndarsessir skulu býtast. Eg havi eisini hitt Lars Løkke Rasmussen, sum eg annars hevði telefonfund við sunnudagin, sigur Høgni Hoydal.

 

Men Høgni Hoydal verður ikki sitandi sum fólkatingsmaður. Hann fer at biða um farloyvi úr starvinum sum fólkatingsmaður, tí hann ætlar sær at røkja løgtingsstarvið og soleiðis vera við í valstríðnum í Føroyum fram til Fólkatingsvalið.

 

– Eg veit ikki reiðiliga, nær eg havi møguleikan at biða um farloyvi úr Fólkatinginum, sigur Høgni Hoydal.

 

Fyrsti fundur í Fólkatinginum verður í seinasta lagi 2. juli, tí fólkatingið skal sambært grundlógini koma saman í seiansta lagi 12 yrkadagar eftir fólkatingsvalið.

 

Høgni Hoydal sigur, at hann veit ikki, um hann fer í farloyvi longu tá, ella um tað verður seinni. Men í øllum førum er greitt, at hann tekur sæti aftur í Løgtinginum, og at Magni Arge fer at røkja fólkatingssessin fram til løgtingsvalið, sum verður í seinasta lagi 29. oktober.