Yr væntar onkran dropa undir kappróðrinum

Eitt lágtrýst liggur mest sum í stað nærindis Føroyum, men fer um vikuskiftið í ein landnyrðing.

 

Danska veðurstovan DMI boðar frá terra, men út á dagin kemur okkurt æl. Í morgin verður eisini okkurt æl. Norska veðurstovan Yr boðar frá nøkrum dropum millum klokkan 16 og 18 í dag og so regni frá klokkan 19 í kvøld til klokkan 10 í morginárini. Í morgin væntar yr okkurt lítið æl seinnapartin.

 

Soleiðis er veðurforsøgnin hjá DMI:

Í dag, ólavsøkuaftan, verður lot til andøvsgul av útnyrðingi, 3 til 8 m/s. Sum frá líður klárar í og sólin sær, men okkurt æl verður eisini, serliga út á dagin. Um kvøldið verður mest skýggjað og í nátt ælaveður. Hitin alt samdøgrið millum 8 og 13 stig.

 

Í morgin, ólavsøkudag, verður gul til stívt andøvsgul av útnyrðingi og vestri, 5 til 10 m/s. Fyri tað mesta skýggjað og regn ella ælaveður. Hitin millum 8 og 12 stig.

 

Leygardagin verður gul til stívt andøvsgul av útnyrðingi og norðri, 5 til 10 m/s. Ælaveður og stundum regn, men onkrir sólglottar. Hitin millum 8 og 13 stig.

 

Sunnudagin verður gul til stívt andøvsgul av útnyrðingi og norðri, 5 til 10 m/s, í støðum upp í strúk í vindi, 13 m/s. Sólglottar og ælaveður. Hitin millum 8 og 13 stig.

 

Mánadagin verður gul til stívt andøvsgul av útnyrðingi, 5 til 10 m/s, sum makar niður í lot til andøvsgul av útnyrðingi og vestri, 3 til 8 m/s. Sólglottar og okkurt æl. Hitin millum 8 og 13 stig.

 

Týsdagin verður fleyr til gul, undir 5 m/s, fyrst av útnyrðingi, seinni ymsum ættum. Stundum regn ella ælaveður, men sólin sær eisini. Hitin um 10 stig.