Í døgunum 15. og 16. oktober skipar Konsertfelagið fyri konsertum við Trio Vivo, ið er mannað av trimum ungum yrkistónleikarum úr Danmark.
Fyrra konsertin verður í Mentanarhúsinum í Fuglafirði týskvøldið 15. oktober, og seinna konsertin verður mikukvøldið 16. oktober í Norðurlandahúsinum. Báðar konsertirnar byrja kl. 19.30.
Talan er um royndar kamartónleikarar, ið hóast ungan aldur, longu hava gjørt vart við seg á danska tónleikapallinum, eins og fleiri heiðurslønir eru falnar í teirra lut.
Klaverleikarin, Emil Gryesten, hevur tónleikaútbúgving frá kongaliga danska konservatoriinum, frá Sibelius-akademinum í Helsinki og frá International Piano Academy Lake Como í Italiu, har hann hevur lisið síðani 2012. Hann hevur vunnið fleiri danskar og altjóða kappingar, millum annað í 2010, tá hann vann Norrønu Pianistkappingina.
Benedikte Damgaard lesur til solist og kamartónleikara á kongalige danska konservatoriinum. Hon hevur drúgvar royndir sum solistur við fleiri donskum symfoniorkestrum, seinast við Copehagen Philharmonic, har hon spældi Mozart Sinfonia Concertante. Harumframt hevur hon vunnið fleiri tónleikakappingar. Í 2004 vann hon Jacob Gade Violinkappingina eins og hon saman við Copenhagen Piano Quartet hevur fingið eina røð av kappingarprísum. Hun spælir á einari Stradivarius violin, sum hon hevur til láns frá DKDM.
Johan Krarup hevur gingið í solistklassanum á kongaliga danska konservatoriinum. Hann starvast í danska Radiosymfoniorkestrinum, men hevur eisini til fleiri høvi verið solistur við øðrum donskum symfoniorkestrum og Qatar Philharmonic Orchestra. Johan hevur við duoini "Krarup-Shirinyan" og saman við Zapolskikvartettini víst seg sum ein serstakliga kompetentan og fjøltáttaðan kamartónleikara.
Tey trý, sum manna bólkin Trio Vivo, høvdu sína fyrstu framførslu í navnframu "Kammermusikforeningen af 1887", og hava síðani verið sera væl fagnaði av bæði yrkistónleikarum og øðrum við áhuga fyri tónleiki. Trioin, hevur í summar og heyst framført á fleiri tónleikafestivalum, og verður nakað av hesum tilfari at hoyra, tá tey vitja í Føroyum í døgunum 15. og 16. oktober.










