Hægri játtan til vælferðarøkini

Sambært játtanarkarmunum fyri 2016 verður avlopið á fíggjarlógini 56 millíónir krónur. Næstu fimm árini er lagt upp til eitt avlop á hálva milliard.

Jørgen Niclasen, fíggjarmálaráðharri, legði í morgun fram uppskotið til játtanarkarmar fyri 2016. Sambært uppskotinum verður avlopið á fíggjalógini 56 milliónir krónur í 2016 og samlaða avlopið komandi fimm árini verður yvir hálva milliard krónur. 

 

- Landsstýrið hevði stórar avbjóðingar, tá ið tað tók við í 2011. Eitt køvandi høgt skattatrýst á lønarinntøkum, stórt undirskot í landskassanum, høgt arbeiðsloysi og fólkafráflyting eyðkendu samfelagið, segði hann millum annað í framløgu síni.

 

Sjálvur metir hann tó, at myndin er broytt. Fyrst og fremst, so nær landsstýrið málið, sum teir settu sær, um at hallið á fíggjarlógini skuldi burtur. Harumframt vísir landsstýrismaðurin á, at løntakaratalið er voksið við út við 1.000 persónum, at fólkatalið er voksið við 440 fólkum, at nettofráflytingin er vorðin nettotilflyting og at arbeiðsloysið er minkað úr 7 prosentum niður í 3,2 prosent.

 

- Tað gongur væl í Føroyum, men neyðugt er framhaldandi at reka ein varnan fíggjarpolitikk, sigur Fíggjarmálaráðið. Tískil verður talan ikk um nakra stóra hækking í útreiðslum. Tilsamans hækka útreiðslurnar í 2016 við 0,9 prosentum. 

 

Á tíðindafundinum í morgun greiddi Jørgen Niclasen frá, at heilsuverkið stóð fyri álvarsamum avbjóðingum, og at hetta tí er eitt øki, sum er raðfest frammarliga í fíggjarkarmunum. Játtanin til skúla-, heilsu- og almannamál veksur við 1,6 prosentum, har meginparturin av økingini fer til heilsumál.

 

Inntøkur landskassans væntast at vaksa við 4,9 prosentum komandi ár, og landsttýrismaðurin í fíggjarmálum væntar sostatt, at inntøkurnar í 2016 verða hægri enn útreiðslurnar, fyri fyrstu ferð síðani 2007.

 

Enn sum áður leggur fíggjarmálaráðið dent á at tálma útreiðslurnar hjá tí almenna, og á tíðindafundinum í morgun nevndi landsstýrismaðurin, at landsstýrið, í arbeiðinum við fíggjarkørmunum, hevði hugt at møguleikan fyri útveitan av ymsum stovnum og tænastum, millum annað Strandferðsluni og Landsverk. Tó eru enn eingi ítøkilig stig tikin á hesi leið, greiddi Jørgen Niclasen frá.