Aftrat sær í Mýrifípuni, sum húsast í kjallaranum í Stoffalág 46 í Havn, hevur Tóra Egilsdóttir eina damu, sum hvønn dag kemur at hjálpa henni í nakrar tímar, serliga við framleiðslu av hosum. Haraftrat eru skúlagentur og familjan annars, maður og børn, sum taka eina hond í eftir tørvi.
Tað er nógv arbeiði av hosunum, tá tær koma úr maskinuni í einari langari røð. Tá skulu hosurnar takast sundur og seymast saman aftur. Tað er nógv eftir at gera við hosurnar, eftir at maskinurnar eru lidnar við sítt.
- Her eru alskyns sløg av hosum, men vit gera tó mest av hálvhosum. Vit gera hosur bæði til børn og vaksin. Hetta eru fínar hosur og hosur úr grovari og bleytari ull og hosur úr bumull.
Tóra Egilsdóttir, eigari av Mýrifípuni, sigur, at nógv tann størsti parturin av hosuframleiðsluni verður seld í Føroyum. Okkurt smávegis fer av landinum, men Mýrifípan hevur nóg mikið at gera við at levera til føroyska marknaðin.
Spurd, hvussu stórt talið av hosupørum um árið er, sigur hon, at talið hevur ligið millum 14.000 og 16.000. Árið í fjør er enn ikki uppgjørt í tali av hosum, men Tóra sigur, at tað var væl meira at gera í fjør enn árið fyri.
- So, talið av hosupørum í fjør hevur so í øllum førum ligið yvir 16.000, leggur hon aftrat.
Hosurnar hjá Mýrifípuni verða seldar kring um landið, eisini í ávísum bygdarhandlum og í matvøruhandlum.
- Tað eru hosur, sum eru bíligari enn okkara, men tað eru eisini hosur, sum eru dýrari enn okkara. Vit leggja dent á dygdina, og eg haldi, at tað er hetta, sum okkara viðskiftafólk fara eftir.
Tóra Egilsdóttir, sum eisini hevur vevstovu og virkar toy til eitt nú skjúrt, kotavadmall, gardinur, gólvteppir og møbilstoff, hevur átt og rikið Mýrifípuna síðan 1993, tá hon tók yvir eftir ommu sína, Olevinu Joensen.










