Í filmsferðaliðnum, sum gjørdu upptøkur av føroysku matmentanini, var ein vegetarur, sum gjørdist somikið bergtikin av føroysku rávørunum, at hann skúgvaði vegetarsannføringina til viks eina løtu.
Tað var 20. desembur, at parturin av 'Nomad Chef' hjá Discovery Channel, ið snýr seg um Føroyar og føroyskan mat, varð vístur á Quest TV. Sendingin kann síggjast í Onglandi, Asia og Australia, og væntast at verða keypt til sýning í øðrum londum.
Nógv fólk kring landið og serliga í Suðuroynni veittu drúgva tíð, stuðul og arbeiðsmegi fyri at vísa oyggjarnar frá sínu bestu síðu, tá Discovery, í samstarvi við Solea Faroe Islands, gjørdu upptøkurnar seint í juni mánaða í ár.
- Discovery setti seg í samband við okkum síðsta ár at koma hendan vegin at gera upptøkur, har teir høvdu frætt um ta serligu rávørurnar her uppi, sigur Elsa Maria Olsen frá felagnum Sp/f Solea, sum hevur lagt seg eftir at marknaðarføra Føroyar sum eitt marglætis land hvørjum rávørum viðvíkur.
- Teir høvdu ongantíð roynt nakað, sum var so reint og klárt í smakkinum, umframt at vera djúpt imponeraðir av tí ræsta matinum, sum vit hava at bjóða í Føroyum, sigur hon.
Ein prísvinnandi filmsmaður var eisini millum tey í ferðalagnum. Tað serstaka var, at hann var vegetarur, og nú skuldi gera upptøkur í einum landi, har kjøti fylti nógv í matmentanini.
- Eg mátti spyrja hann, hví ein so djarvur maður, sum hevði hingið í bjørgunum var bangin fyri kjøti. Hann greiddi mær so frá, at tað var vegna handfaringina av rávørunum aðrastaðni, at hann ikki vildi eta kjøt. Men, tá ið hann sá hvussu væl viðfarnar og góðar rávørurnar vóru her, so kann man gott siga, at hann smeskaði sær í føroyska kjøtinum, sigur Elsa Maria.
Trýs á pílin undir myndini og hoyr alla samrøðuna við Elsu Mariu Olsen









