fótbóltsspæl at síggja. Karmarnir vóru ikki til tað. Tað var nógvur vindur vestur eftir vøllinum, og tað darvaði, so tað stóð eftir í. Dómarin ivaðist í, um tað yvirhøvur vóru umstøður at spæla, men hann og [...] havt skorað, so hevði talan ikki verið um rangstøðu. Spurningurin er tó, um Christian Høgni hevði havt møguleika at fingið fatur aftur á bóltinum. Men tað hevði verið ov mikið av mótgongd fyri VB/Sumba [...] Mohr vildu hava gamla HB hugburðin fram á Vágseiði. Vinnara hugburðurin átti ikki at verið so langt burtur, tí tað var ikki minst hann, sum var orsøk til, at HB í fjør megnaði at stríða og spæla seg til
tónleikurin er eitt sindur harðari nú, tað er ikki so popput, sum tað var. Harafturat eru eisini eg og Hans Ranvsfjall nýggir í bólkinum síðani kappingina seinast, so tað gevur eisini eitt annað ljóð, sigur [...] teirra mál enskt, og tað hoyrdist aftur í sangunum og sást aftur á heimasíðuni. Nú er alt broytt til føroyskt. ? Eg havi altíð hildið tað vera natúrligt at syngja á føroyskum, men tað er ein rímiliga breið [...] Føgru Blómu, sum hevur verið nógv at hoyrt í útvarpi. Væ smurd maskina Rókur Jakobsen kom upp í All That Rain í fjørsummar, og hann trívist væl í nýggja bólkinum. ? Tað hevur verið lætt hjá mær at komið
hevur í bløðunum eina viðmerking til býráðsvalið og tað rumbul, ið hevur verið við at fáa skipað eina samgongu í Tórshavnar Kommunu. Finnbogi skrivar: »Tað er ein harrans lætti, at høvuðsstaðurin nú fær eina [...] hava eina meining um, hvussu kommunan hevur verið rikin, men tað tykir mær, at Finnbogi við síni avgjørdu meining í allstóran mun, bert hugsar um seg sjálvan. ? Tað at vit loystu barnaansingartørvin, sýnist [...] at gera tað møguligt hjá fólki at fáa egnan bústað, hevur helur ikki hansara áhuga. Ísakson hevur jú stór og góð hús við útsýni yvir allan býin. ? Tað at ferðsla og parkering í býnum hevur verið sett frammaliga
men her tykist tað mest upplagda í øllum førum, at Bergur í Garði, postverksstjóri, fer at verða fyrsti stjórin. Alneyðugt stig Tað er eingin loyna, at umskipanin av Postverkinum hevur verið eitt av høvuðsmálunum [...] landsstýrismanninum hesi seinastu árini. Fleiri ferðir hevur hetta verið havt á lofti seinnu árini, men tað er so ikki fyrr enn nú, at tað hevur eydnast at fáa politiskan meiriluta fyri ætlanini. - Hetta [...] at fána alt meira burtur, sum tíðin líður. Er hetta politiska ynskið, so má tað helst vera so, men tað haldi eg ikki vera tað rætta, og tí eri eg fegin um stigið, sum nú er tikið, staðfestir Bjarni Djurholm
kunnu fáa størri ávirkan á trygdarspurningin. Tað, at landsstýrið reisir hendan spurning nú, er í sjálvum sær áhugavert. Higartil hevur tað nevniliga verið so, at hvørja ferð spurningurin um støðu Føroya [...] trygdarspurningum hevur verið reistur, er hetta komið so at siga uttaneftir. Føroyskir myndugleikar hava áður ikki reist hetta mál av sínum eintingum. Verju- og hernaðarspnuringar hava verið nakað, sum ein helst [...] viljað umrøtt, men sum løgting og landstýri hava tikið støðu til, tá hesir myndugleikar hava verið noyddir til tað. Henda støða er vælskiljandi, tí føroyingar hava langa siðvenju fyri at vera uttanveltaðir
loysing, skuldi tað komið so langt. Hetta hevur mangan verið sagt, ikki minst á hesum stað, men tað hevur verið sum at sletta vatn á gás, tí partur av samgonguni hevur tosað um, hvussu neyðugt tað var at fáa [...] og Føroyar. Tað er gott, at sjálvt oddafólkini fyri hesar ætlanir nú eru vorðin politiskt vaksin, men tað skerst ikki burtur, at hetta er enn eitt dømi um, at fullveldisætlaninar hava verið lagdar á skeivum [...] eingin samgonga síðani 1974 verið soltnari enn hendan, tá tað kemur til yvirtøkur. Hvat sigur so formaður Tjóðveldisfloksins? Jú, formaður Tjóðveldisfloksins sigur at "tað er ongantíð meir gjørt enn seinastu
Tað hevur verið ein afturvendandi spurningur øll árini, vit hava havt sjónvarp, at ov litið hevur verið at gera sendingar fyri. Eg helt altíð, at SvF byrjaði frá tí skeiva endanum, tá tað fyrst og fremst [...] móti sjóvarpinum í seinastuni, og tað hevur ikki verið sørt, at spurningurin um at skerja møguleikarnar hjá SvF orsakað av tess tíðindaflutningi hevur verið nevndur. Tað er langt úti, men hóttanirnar eru [...] geva SvF ein føroyskan profil á sama hátt, sum tað eydnaðist at geva útvarpinum ein føroyskan profil. Nú standa vit mitt í tí. Tróndur fer at endurvarpa alt tað, sum hann endurvarpaði í Vørsluni og nakað væl
eru bara seks vunnir á heimavølli, sjey eru vunnir á útivølli, og tað hevur átta ferðir verið javnleikur. Ofta hevur verið sagt, at tað altíð er torført at spæla á útivølli ímóti KÍ. Úrslitini higartil [...] Tann helvtin av liðunum, sum eru oddalið, hava ikki enn verið við í so nógvum innanhýsis uppgerðum. Og tað er sjáldsamt, at tær, sum hava verið, eru endaðar við javnleiki. Her verður hugsað um GÍ?NSÍ 1 [...] hevur fingið nógv vánaligari úrtøku fyrstu umførini, enn tað varð roknað við, so kunnu teir á ongan hátt metast at vera avskrivaðir. At tað hava verið so nógvir javnleikir hevur við sær, at einki lið hevur
berjast ímóti hvørjum øðrum! Ja, hevði tað ikki stutt sagt verið genialt!? Einasti trupulleikin hevði verið at valt part. Eyðsýnt er, at neyvan høvdu øll verið samd um, hvussu filmurin skuldi sæð út, [...] Pallsetingarnar kundu verið í Tórshavn, Skansin og barrirnar har eru jú uppløgd støð til eina slíka filming! Men so er at finna hetjuna. Tí hvør er nú hon? Er tað Fogh? Ella Nyrup? Ella er tað í veruleikanum [...] varpar um somu tíð eina óhugnaliga glærmynd av framtíðar ungdómi Føroya. Tað er eyðsæð, at vit heldur skuldu staðið saman. Tað er eyðsæð, at vit heldur áttu at niðurbrotið teir ideologisku múrar, vit laga
Á politistøðini vita tey bert um tvey smávegis óhapp. Tað hevur verið friðarligt hjá vakthavandi á politistøðini í dag. - Tað hava bert verið tveir smávegis tilburðir, sum vit vita um. Annað var, at ein [...] ein maður small um í einum av býbussunum í Havn og varð fluttur á landssjúkrahúsið, men tað hevði lítið upp á seg. Hin tilburðurin var á Heiðavegi í Runavík, har eitt lítið ferðsluóhapp hendi, sigur vakthavandi