Nú gevst hann í politikki - í hvussu so er fyribils

Eftir 15 ár í politikki, takkar hann fyri seg

Tað er nú greitt, at Bjørn Kalsø fer ikki at stilla upp á løgtingsvalinum, sum verður í seinasta lagi 31. august.
Tað veit Norðlýsið at siga.

Hann hevur verið í landspolitikki í 15 ár, nú hann hevur gjørt av at gevast, í hvussu so er fyribils. Hann hevur umboðað Sambandsflokkin, og hesa tíðina hevur hann, umframt at vera løgtingsmaður sjálvandi, eisini verið landsstýrismaður í tveimum umførum, fyrru ferð í fiskivinnumálum og seinnu ferð í mentamálum.