Heimsins populerast fartelefon

Tað er ikki ein iPhone, ein HTC smartphone ella ein Blackberry. Heimsins populerasta fartelefon er ein gomul, kend Nokia telefon.

Nokia 1100 er ikki tann flottasta og best útgjørda fartelefonin, men hon hevur selt 250 milliónir kring heimin. Tað er serliga í Afrika og Fjareystri, at telefonin hevur verið væl umtókt, og ummælini frá brúkarum hava verið sera positiv. Serliga verður fegnast um, at fartelefonin hevur langa livitíð, og at hon heldur tað, sum hon lovar – at hon kann ringja og senda sms-boð.

Nokia 1100 fartelefonin kom á marknaðin í 2003.