Tevez til City

Sambært enskum miðlum verður Carlos Tevez verandi í Manchester, men tað verður við Manchester City, at hann at skal spæla komandi kappingarár. Seinastu tvey árini hevur Tevez annars spælt við United, men sjálvur hevur hann ikki verið nøgdur við avmarkaðu spælitíðina. Eisini hav Liverpool og Chelsea verið nevnd sum møguligt nýtt felag hjá Tevez, men sambært støðini, TalkSport, so verður tað altso í Manchester City, at argentinski framherjin nú skal royna seg.