Bara fýra tilburðir við koronu í gjár

Í gjár vóru fýra nýggir tilburðir staðfestir, vísa nýggjastu tølini hjá landslæknanum.

Tey fýra smittaðu hava fingið boð. Allar royndirnar, sum vórðu tiknar í gjár, eru ikki greinaðar enn, 181 royndir tiknar í Suðuroy, verða greinaðar seinni í dag.

 

324 kanningar vóru gjørdar seinasta døgnið. Í løtuni eru 414 smittað og trý eru innløgd við koronu í Føroyum.

 

Tað vísir eitt smittutrýst upp á 1,23 prosent, sum er munandi lægri enn tað hevur verið seinastu dagarnar.

 

Hinar tíggju dagarnar frammanundan hevur smittutrýstið verið soleiðis:

 

##med2##