Tað var klokkan 7 í morgun, at fólk á Argjum sóu eina grind út fyri Tjørnunes á Nólsoy. Um áttatíðina legði hon beinini í Sandagerði. Grindin er nú tikin upp og menn eru farnir undir at merkja teir 59 ella [...] til Havnar seinnapartin. Tá verður grindin býtt í drápspartar. - Vit miða móti at fáa seðlarnar út klokkan 17. Fólk mugu annars fylgja við á heimasíðuni hjá Tórshavnar kommunu, sigur hann.
Áðrenn, aftan á og í meðan Elmar Ósá fyri smáum tveimum vikum síðani svam, súkklaði og rann 452 kilometrar, heitti hann á Føroya fólk um at stuðla Autismufelagnum við einari peningagávu. 50 ára gamli [...] gjøgnumførdi tvífalda jarnmannin, og nú er greitt, at hann hevur skavað heili 546.618 krónur saman til Autismufelagið. - Takk fyri, at tit hjálptu mær at hjálpa, sigur Elmar Ósá á almennu facebooksíðuni 452 km [...] hald til Sosialin, ber til at lesa longri samrøðu við Elmar Ósá HER . Les eisini: Autismufelagið: Vit eru errin og eyðmjúk
evnum, sum vit fara at leggja stóran dent á at fáa Danmark at viðurkenna, sigur Høgni Hoydal, formaður í flokkinum og valevni. Hann sigur, at Føroyar hava ongantíð verið so nær loysningini, sum nú, men at [...] at tað er neyðugt at hava eina frælsa rødd á Fólkatingi. Tey sum stilla upp fyri flokkin til fólkatingsvalið eru: Óluva Klettskarð Annita á Fríðriksmørk Magni Arge Kristina Háfoss Ingolf S. Olsen Hervør
15 prosent frá 1994 til 2007. Serliga eru tað menn undir 34, sum oftari fáa hjartatilburð nú enn fyri 10 árum síðani. Har hevur vøksturin verið 47 prosent. - Vit meta, at yvirvekt og ov høgt blóðtrýst [...] fáa hjartatilburð Talið á amerikumonnum undir 45 ár, sum fáa hjartatilburð, er munandi økt seinastu 15 árini. Tað skrivar bretska blaðið The Independent, sum hevur fingið fatur á eini nýggjari kanning í [...] blóðtrýst spæla ein leiklut í økingini, sigur Zin Tong, sum starvast á US Centers for Disease Control.
tíðindamaður hjá Dagbladet, var 38 ára gamal, nú hann doyði. -Vit eru skelkað, og okkara tankar leita til sambúgva hansara og tey bæði børnini, sigur blaðstjórin á Dagbladet, Anne Aasheim, við Aftenposten. [...] Norski tíðindamaðurin Carsten Thomassen varð so meint særdur undir einum álopi á eitt hotell í Kabul í dag, at hann doyði í kvøld Carsten Thomassen bleiv skotin, tá álopsmenn søktu at Serena-hotellinum [...] Norski uttanríkisráðharrin, Jonas Gahr Støre, var á Serena-hotellinum undir álopinum, men hann slapp óskaddur frá tilburðinum.
- Tað var einki við, at vit avtalaðu, at nú skuldu vit fara at koyra skjótt, men tað var bara nakað, sum vit gjørdu uttan at tosa so nógv um tað. Ávirkar alt lívið Hóast tað eru 20 ár síðani, at syrgiliga [...] Skopunar. - Vit hugsaðu ikki um, at vit høvdu drukkið, tá tríggir okkara settu okkum í bilin. Tann fimti legði seg at sova. Fyri at siga sum er, so var tað ikki fyrstu ferð, at vit koyrdu, tá vit høvdu drukkið [...] akkurát, hvussu ringt øll tey, sum eru partur av vanlukkuni, hava tað, sigur Fríði Nolsøe á Sandi. Fyri 20 árum síðani var hann saman við trimum vinmonnum í eini ferðsluvanlukku á Sandoynni. Tann eini vinmaðurin
kann sigast annað enn, at møguleikarnir eru nógvir, um ein vitjar inni á gólvinum á Fornagørðum. Michael sigur, at tey ungu, sum dagliga vitja inn á gólvið eru nógv í tali. Men tey hava áður kunnað hildið [...] hildið til í øllum trimum hæddunum í bygninginum, men tað er so broytt nú. - Nú hava vit sett etistaðið á aðru hædd í stand, soleiðis at vit kunna miða ímóti at fáa fleiri vaksin at koma út at eta. Og vónandi [...] sum hanga á veggunum inni í hølunum. Michael sigur, at um fólk koma inn á gólvið eitt kvøldið, so er møguleiki at fáa grill og pizza hjá teimum ungu á fyrstu hædd, meðan tað sama kann fáast á aðru hædd
frá Biofar-ætlanini framvegis eru at síggja í Fróðskaparritum. Og júst tær báðar greinirnar um krabbadýr eru av tí slagnum, sum vit sjálv eiga geva út. Fleiri greinir eru longu játtaðar til nr. 47. Fr [...] Ein kann tó seta sær spurningin, um tað er rætt, at vit skulu gjalda fyri at hava øll hesi tíðarrit, nú Fróðskaparrit harafturat verður givið út á enskum. Eitt sera avgerandi svar er, at eingin annar [...] Í Fróðskaparriti nr. 46 eru seks greinir, sum allar eru um náttúruvísindi og medisinsku granskingina. Tað vil so vera, at hetta broytist frá einum ári til annað, og longu nú liggja tvær hugvísindagreinir
at nøkur frumevni, sum vit kenna tey, eru skapt. - Neutronir flúgva runt og kunnu gera nýggj frumevni. Vit rokna við, at gull í nøgdum, sum svarar til umleið 10 ferðir vektina á jørðini, er skapt í sa [...] rættiliga sannførdir um, hvussu gull er skapt, og hvussu gull er komið á jørðina, og tað eru ikki smáar nøgdir, sum eru skaptar úti í alheiminum, tá neutronstjørnur stoyttu saman fyri 125 miljónum árum síðan. Talið [...] Granskarar úr Evropa og USA hava á tíðindafundum í Venedig kunngjørt nýggj fund ella nýggjar uppdagingar úr alheiminum, og tað er rúmdarfarið Integral, sum hevur verið á drúgvari kanningarferð. Í 1995 byrjaði
høpi at seta á sálarheilsurøkt á dagsskránna. Ilka Taipale, doktari, hevur góðar vónir um, at stríðið fyri rættindunum hjá sinnissjúkum fer at bera ávøkst. ? Vit eru sterk. Í Finnlandi eru 14.000 limir [...] sinnissjúkum. Á lægstu rók Ilka Taipale sigur rætt og slætt, at sinnisjúk ferðas á lægstu rókunum í samfelagnum. Teirra rættindi eru skerd, hóast lóggávan í prinsippinum er fyri øll, so eru sinnissjúk ofta [...] fyri hjá feløgunum, ið skulu verja og stríðast fyri rættindunum hjá sinnissjúkum. Hann vísir á, at enn er langt á mál. ? Í bíbilini finnast trý sløg av sjúku. at vera spedalskur, hava epilepsi, og at vera