Norski tíðindamaðurin Carsten Thomassen varð so meint særdur undir einum álopi á eitt hotell í Kabul í dag, at hann doyði í kvøld Carsten Thomassen bleiv skotin, tá álopsmenn søktu at Serena-hotellinum í Kabul fyrr í dag, og í kvøld doyði hann.
Carsten Thomassen, sum var tíðindamaður hjá Dagbladet, var 38 ára gamal, nú hann doyði.
-Vit eru skelkað, og okkara tankar leita til sambúgva hansara og tey bæði børnini, sigur blaðstjórin á Dagbladet, Anne Aasheim, við Aftenposten.
Norski uttanríkisráðharrin, Jonas Gahr Støre, var á Serena-hotellinum undir álopinum, men hann slapp óskaddur frá tilburðinum.