Granskarar úr Evropa og USA hava á tíðindafundum í Venedig kunngjørt nýggj fund ella nýggjar uppdagingar úr alheiminum, og tað er rúmdarfarið Integral, sum hevur verið á drúgvari kanningarferð.
Í 1995 byrjaði arbeiðið at fyrireika Integral, og tað var við evropeiska rúmdarfelagsskapinum ESA í oddinum. Danska DTU Space stóð fyri at leiða arbeiði, menna og byggja røntgentevjaran til Integral, sum verður róptur JEM-X (Joint European Monitors for X-rays), og DTU Space er framvegis við í higartil væleydnaða rannsóknararbeiðnum.
Integral varð send út í rúmið í 2002 júst við tí endamáli av kanna svørt hol og neutronstjørnur. Síðan hevur støðin ferðast í eini ringrás um jørðina í einari hædd, sum hevur verið skiftandi millum 10.000 og 180.000 kilometrar.
Tøknin umborð á Integral hevur eitt nú staðfest tey stuttu gammaglampini, sum vara í minni enn tvey sekund. Rannsóknarferðin hevur av álvara víst sítt virði og samband millum stuttu gammaglampini, neutronstjørnur og atdráttarbylgjur.
Neutronstjørnur, sum renna saman, eru bert umleið 10 kilometrar í tvørmát, men teirra evnisnøgd er øgilig. Ein slík stjørna hevur eina evnisnøgd, sum svarar til hálva aðru ferðir sólina.
- Tað er, tá neutronstjørnur stoyta saman, at ljósbylgjur fara gjøgnum rúmið, men tað er trupult at kanna hesar, tá fyribrigdið varar stutt. Samstundis, sum hetta hendir, fáa vit atdráttarbylgjur, tá ein partur av evnisnøgdini í neutronstjørnunum verður umgjørd til orku, sigur DTU.
Granskarar, sum hava lagt fram nýggj og kollveltandi kanningarúrslit, eru rættiliga sannførdir um, hvussu gull er skapt, og hvussu gull er komið á jørðina, og tað eru ikki smáar nøgdir, sum eru skaptar úti í alheiminum, tá neutronstjørnur stoyttu saman fyri 125 miljónum árum síðan.
Talið, sum granskarar hava lagt fram í Venedig og sum byggir á nýggjastu granskingarúrslit, er nevniliga 59 kvadrilliónir kilo av gulli, og tá er ein kvadrillión ein miljón í fjórða potensi, sum tað eitur.
Tað er sambært granskarum í samanstoyti millum neutronstjørnur fyri nógvum miljónum árum síðan, at nøkur frumevni, sum vit kenna tey, eru skapt.
- Neutronir flúgva runt og kunnu gera nýggj frumevni. Vit rokna við, at gull í nøgdum, sum svarar til umleið 10 ferðir vektina á jørðini, er skapt í samanstoytum millum neutronstjørnur, sigur granskarin hjá DTU Space, Søren Brandt, sum er við í Venedig, har granskingarúrslit í hesum døgum eru løgd fram.