- Tá eg hoyri um ógvuslig ferðsluóhapp, fara tankarnir alt fyri eitt aftur til ta náttina, tá eg sjálvur var við í eini ferðsluvanlukku. Tað er ein so ræðulig uppliving, og eg veit akkurát, hvussu ringt øll tey, sum eru partur av vanlukkuni, hava tað, sigur Fríði Nolsøe á Sandi.
Fyri 20 árum síðani var hann saman við trimum vinmonnum í eini ferðsluvanlukku á Sandoynni. Tann eini vinmaðurin, Herolvur Jensen, doyði í vanlukkuni.
- Tey ungu mugu vita, at ein ógvuslig ferðsluvanlukka kann raka øll. Tað skal bara ein lítil feilur til, áðrenn tað gongur galið, sigur Fríði.
Vit hugsaðu einki
Tað var tíðliga týsmorgunin 15. juni í 1993, at Fríði og tríggir vinmenn vóru fyri ferðsluvanlukkuni, sum Fríði ongantíð gloymir.
Kvøldið fyri var tann tá 16 ára gamli Fríði farin til Søltuvíkar saman við trimum vinmonnum, har teir skuldu tjalda.
- Vit skuldu bara hugna okkum, grilla og drekka eina øl ella tvær. Og vit høvdu tað eisini ógvuliga hugnaligt, minnist Fríði.
Nakað út á kvøldið kom ein annar vinmaður til Søltuvíkar við bili. Sum tímarnir gingu, blivu teir allir ávirkaðir og fóru at tosa um, at tað kundi verið stuttligt at farið ein biltúr til Skopunar.
- Vit hugsaðu ikki um, at vit høvdu drukkið, tá tríggir okkara settu okkum í bilin. Tann fimti legði seg at sova. Fyri at siga sum er, so var tað ikki fyrstu ferð, at vit koyrdu, tá vit høvdu drukkið, og tað hevði hvørjaferð spælt væl av, greiðir Fríði frá.
Á túrinum til Skopunar hevði bilurin alt ov nógva ferð, og beint norðan fyri Hálsavøtnini við Sjúrðarmýru fór bilurin út av vegnum. Bilførarin breyt hálsin, Fríði breyt ryggin, meðan tann einasti, sum sat í trygdarbelti, bert skar seg í andlitið. Tann fjóðri í bilinum, sum var Herolvur Jensen, doyði á staðnum av løstinum.
Vanlukkulig avgerð
Tá Fríði minnist aftur á vikurnar eftir vanlukkuna, hugsar hann um eina ógvuliga tunga tíð.
- Eg var 16 ár, og í tí aldrinum hugsar tú kanska ikki altíð so nógv. Tað gekk ikki upp fyri mær beinanvegin, hvat tað var, sum var hent. Men eg minnist, at í byrjanini var tað ótrúliga pínligt at vera úti og hyggja upp á fólk, tí eg var flóvur av hendingini, fortelur Fríði, og vísir á, hvussu ein skeiv avgerð, sum teir allir fýra vóru saman um at taka, fekk so ógvusligar avleiðingar.
- Vit hildu allir, at tað var eitt gott hugskot at fara henda biltúrin, og eingin segði nei ella hevði hug at finnast at hugskotinum. Eitt, sum eg enn tann dag í dag havi hildið verið órættvíst, er, at hóast vit allir vóru samdir um at fara biltúr, bleiv tað tann, sum koyrdi, ið skuldi inn at sita fyri óviljað manndráp. Tað havi eg allatíð hildið verið órættvíst, tí tað var líka so nógv mín feilur. Allir fýra vóru um at taka hesa avgerðina, sigur Fríði og leggur afturat:
- Vit hugsaðu als ikki um, at vit gjørdu nakað vandamikið við ikki einans at koyra skjótt, men eisini at vit samstundis vóru ávirkaðir. Tankarnir, um hvørjar fylgjurnar kundu blíva av hesum biltúrinum, vóru als ikki til staðar, sigur Fríði.
Hann dylir ikki fyri, at tað var ein ávísur spenningur knýttur at tí at koyra skjótt.
- Tú koyrir ikki skjótt bara fyri at koyra skjótt, men tað er bara spennandi. Tað er spennandi at gera okkurt ólógligt, serliga tá tú ert í hasum aldrinum, sigur Fríði og heldur fram:
- Tað var einki við, at vit avtalaðu, at nú skuldu vit fara at koyra skjótt, men tað var bara nakað, sum vit gjørdu uttan at tosa so nógv um tað.
Ávirkar alt lívið
Hóast tað eru 20 ár síðani, at syrgiliga vanlukkan fór fram, hevur Fríði á ongan hátt gloymt hendingina.
- Tað gongur næstan ikki ein dagur, har eg ikki á ein ella annan hátt hugsi um tað, sum hendi hasa náttina. Upplivingin er nakað, sum altíð fer at fylgja mær. Í dag havi eg einki kropsligt mein av ferðsluóhappinum, men tað er meira tann sálarligi parturin, sum eg ongantíð sleppi av við, tann ringa samvitskan, greiðir Fríði frá. Tá hann tosar um ringu samvitskuna sipar hann til, at hann dagliga hugsar um alt tað, sum vinmaður hansara ikki kann uppliva, tí hann er deyður.
- Føroyar eru eitt lítið samfelag, og dagliga møti eg familjuni hjá Herolvi, og enn tann dag í dag, merki eg ringu samvitskuna, tá eg síggi tey. Eg taki á ongan hátt synd í mær sjálvum, tí eg havi eitt fínt lív nú aftaná vanlukkuna. Eg havi eina konu, børn, familju og so framvegis, men orsakað av eini býttari avgerð, sleppur vinmaður mín ongantíð at uppliva alt tað, sum eg geri, og tað hugsi eg nógv um, sigur Fríði.
Upplýsing má til
Sjálvur dugir hann ikki at siga, hvat hevði kunnað forðað honum og vinmonnunum í at koyra ávirkaðir og at koyra ov skjótt sum heild.
- Eg veit ikki, um nakað hevði kunnað fingið okkum at hugsað annarleiðis. Tá vit vóru ungir vóru ikki fyrilestrar ella upplýsandi átøk, sum skuldu fyribyrgja ungum at koyra við ov høgari ferð og at koyra ávirkað, men eg ivist í, um tað hevði havt ta stóru ávirkanina, tí hugburðurin var, at ”tað hendir ikki fyri meg”, sigur Fríði.
Hann heldur tó, at vit framvegis eiga at upplýsa børn og ung um ferðsluvandar við ymsum upplýsandi átøkum, men vísir eisini á týdningin av at foreldur eisini gera sítt.
- Sjálvur eigi eg børn, sum fara at koma í handan aldurin, og eg royni at fortelja teimum, hvat eg upplivdi, og hvussu tað hevur ávirkað meg líka síðani. Eg vísi teimum eisini á, hvussu ein ferðsluvanlukka ikki bara rakar tey, ið eru við í sjálvari vanlukkuni, men eisini fleiri familjur ella enntá eina heila oyggj, sum tað jú var í mínum føri, sigur Fríði og leggur afturat:
- Eg gevi mær sjálvum skyldina fyri tað, sum hendi í 1993, og tað er ein prísur, eg má betala restina av lívinum. Tað er nakað, sum tey ungu eiga at hugsa um, sigur Fríði.