Formaður fyri øll hesi feløgini tilsamans er finski doktarin Ilka Taipale. Og sambært hann er nógv at stríðast fyri hjá feløgunum, ið skulu verja og stríðast fyri rættindunum hjá sinnissjúkum.
Hann vísir á, at enn er langt á mál.
? Í bíbilini finnast trý sløg av sjúku. at vera spedalskur, hava epilepsi, og at vera sinnissjúkur. Í verður tú lektur móti spidalskusjúku, fordómarnir móti epilepsi eru at kalla ongir longur, tú fólk eru væl kunna um hesa sjúku. Men sinnissjúka er framvegis stórt tabu í okkara samfelag. Okkara uppgáva er, at broyta hetta og bøta um korini hjá sinnissjúkum.
Á lægstu rók
Ilka Taipale sigur rætt og slætt, at sinnisjúk ferðas á lægstu rókunum í samfelagnum. Teirra rættindi eru skerd, hóast lóggávan í prinsippinum er fyri øll, so eru sinnissjúk ofta við sviðusoð.
? Fyri at bøta um hetta, so krevst, at tey sum umsita lóg og vald skilja, at sinnissjúka er eitt brek og at sálarliga brekað hava rætt til somu tænastur, sum onnur menniskju við likamligum brekum, sigur Ilka Taipale.
Hann nevnir bústaðarmøguleikar. Ítróttur er somuleiðis at gott dømi um, at sinnisjúk ikki sleppa upp í part. Tað finst OL fyri rørslutarnaði, sum hevur verið við til at bróta niður múrar av fordómum ? men tað finst onki OL fyri sinnissjúk, tey sleppa ongantíð upp í part, tá kappast verður í ítrótti.
? Hetta hendir enntá, sjálvt um vit síggja, at sinnissjúk menniskju klára seg ofta ótrúliga væl í kappingum innan ítrótt, um tey fáa kjansin at luttaka, sigur Ilka Taipale.
Tøgn
Ilka nevnir eisini, at fólk, ið sita við valdi, eitt nú innan politikk ofta velja at tiga, um tey hava sinnissjúku nær at sær í familjuni. Hetta er framvegis tabu.
? Men komandi ár skal Finnland hava orðførara leiklutin í ES, og tá ætla vit sum tey fyrstu í ES?høpi at seta á sálarheilsurøkt á dagsskránna.
Ilka Taipale, doktari, hevur góðar vónir um, at stríðið fyri rættindunum hjá sinnissjúkum fer at bera ávøkst.
? Vit eru sterk. Í Finnlandi eru 14.000 limir, Riksførbundet for Social och Mental Hælsa í Svøríki hevur 10.000 limir, danska SIND og Mental Helse Norge hava hvør sínar 6.000 limir. Og Sinnisbati í Føroyum hevur eisini sín stóra leiklut í hesum arbeiðnum hjá norðurlendsku feløgunum at bøta um rættindini hjá sinnisjúkum, sigur Ilka.