Landið er so lítið, at ein kann undrast á, at okkara vísindafólk kortini megna at geva út, ikki bert tey populeru tíðarritini Frøði, Málting og Fiskirannsóknir, men eisini eitt rættuliga vísindaligt tíðarrit sum Fróðskaparrit, ið er tað einasta av sínum slag í landinum.
Ein kann tó seta sær spurningin, um tað er rætt, at vit skulu gjalda fyri at hava øll hesi tíðarrit, nú Fróðskaparrit harafturat verður givið út á enskum. Eitt sera avgerandi svar er, at eingin annar gevur hetta tilfar út fyri okkum. Upprunaliga var ætlanin við Fróðskaparritum, at tey skuldu vera á føroyskum, og soleiðis leggja støði undir eitt føroyskt frøðimál. Í dag verður føroyskt sum frøðimál nýtt, ikki bert í tí dagliga yrkinum, men eisini í teimum áður nevndu populeru tíðarritunum.
Nú á døgum verður vísindaligt arbeiði í flestu førum framt við altjóða samstarvi. Vísindaligu verkætlanirnar, ið hava søkt um fíggjarligan stuðul frá teimum nýggju granskingartiltøkunum ? tí norðuratlantiska, frá danska granskingarráðnum, og tí nýggja arktiska granskingartiltakinum frá norðurlendska ráðharraráðnum ? prógva hetta. Bert starvslið av granskarum fingu stuðul; eingin einstakur fekk stuðul. Í slíkum førum er neyðugt at skriva úrslitini á einum altjóða granskingarmáli, sum so avgjørt er enskt, tá talan er um náttúruvísindi.
Fróðskaparrit nr. 46 byrjar við minningarorðum um Johan Djurhuus, fyrrv. skrivstovustjóra, sum andaðist í januar 1998. Johan Djurhuus var millum teirra, ið virkaðu fyri stovnsetingini av Fróðskaparsetrinum. Hann varð valdur aðalskrivari, lógkønur ráðgevi, frá 1974-84 limur í setursráðnum, harav formaður 1977-79.
Í Fróðskaparriti nr. 46 eru seks greinir, sum allar eru um náttúruvísindi og medisinsku granskingina. Tað vil so vera, at hetta broytist frá einum ári til annað, og longu nú liggja tvær hugvísindagreinir tøkar til næsta Fróðskaparrit. At fegnast um er eisini, at úrslit frá Biofar-ætlanini framvegis eru at síggja í Fróðskaparritum. Og júst tær báðar greinirnar um krabbadýr eru av tí slagnum, sum vit sjálv eiga geva út. Fleiri greinir eru longu játtaðar til nr. 47.
Fróðskaparrit er víðkað við tveimum greinum, sum komu eftir fyrilestrarnar á einum seminari, sum var í Norðurlandahúsinum í mai 1998. Tað vanliga ritið telur sum vant o.u. 140 bls., meðan greinirnar frá seminarinum fevna um aðrar 200 síður. Hetta seminar bar heitið: Environmental Changes in North Atlantic Islands, og P. H. Enckell, fil.dr. frá Lunds Universiteti hevur hjálpt til við ritstjórnarstarvinum.
Hesin parturin av Fróðskaparriti er ognaður minninum um teir tríggjar slóðbrótararnar innan norðurlendska gransking: føroyingarnar Jóhannes Jóhansen, plantufrøðing (1937-1996), og Jóannes Rasmussen, jarðfrøðing (1912-1992), og íslendska jarðfrøðingin Sigurður Þórarinson (1912-1983).
Í ritinum eru 23 framløgur frá seminarinum, og av hesum snúgva tær 13 seg beinleiðis um Føroyar, meðan fleiri av hinum eru av meira almennum áhuga.
Samanlagt telur Fróðskaparrit nr. 46 342 bls. Eitt árs hald kostar framvegis 165 kr., og fevnir um eitt rit. Nýggir haldarar kunnu tekna seg hjá Setursskrivstovuni, Handan Á 5, 100 Tórshavn, tel. 31 53 02, fax 31 89 29. Í leysasølu kosta Fróðskaparrit 195 kr.
Tað er Mentunargrunnur Føroya Løgtings, sum gevur ritið út, og Bókamiðsølan stendur fyri útbreiðsluni.
Dorete Bloch
fil.dr. ritstjóri