Ætla at røkka teimum vaksnu eisini

Michael Olsen, sum eigur og rekur grill, pizzaria og dansistað á Fornagørðum í Klaksvík, sigur, at hann hevur framt nakrar broytingar á viðurskiftini í hølunum við vón um at røkka út til tey meira vaksnu eisini

Klaksvík:
Michael greiðir frá, at hóast hansara viðskiftafólk fyri tað mesta hava verið børn og ung, so var tað ikki upprunaliga ætlanin, at tað bert skuldu vera tey, sum komu á gátt á Fornagørðum.
- Men tað var tað so blivið til, og tað havi eg so roynt at broytt nú við at avmarka atgongdina til aðru hædd til vaksin, sigur hann.
Hølini, har Michael hevur sítt virksemi hýsir fleiri ymiskum. Har er grill og høli at sita og eta í á fyrstu hædd. Har halda nógv ung og børn til. Eisini er dansistaðið Barok á fyrstu hædd. Onnur hædd hevur eisini verið nógv nýtt av teim ungu, men nú hevur Michael so valt, at miða meiri í móti at geva teimum vaksnu pláss har, so tey kunna njóta eina máltíð í frið og náðum. Á aðru hædd er eisini matstovan Fortuna, sum upprunaliga var matstovan Shang ? Hai. Men fyrr í ár gjørdi Michael av, at broyta navnið til Fortuna, tí hann selur ikki kinesiskan mat longur.
Ovast í bygninginum hjá Michael er so eitt rúmligt, ljóst høli, har tey ungu hava møguleika til at spæla pool.
So ikki kann sigast annað enn, at møguleikarnir eru nógvir, um ein vitjar inni á gólvinum á Fornagørðum.
Michael sigur, at tey ungu, sum dagliga vitja inn á gólvið eru nógv í tali. Men tey hava áður kunnað hildið til í øllum trimum hæddunum í bygninginum, men tað er so broytt nú.
- Nú hava vit sett etistaðið á aðru hædd í stand, soleiðis at vit kunna miða ímóti at fáa fleiri vaksin at koma út at eta. Og vónandi fer tað at eydnast.
Og hølið er sera hugnaligt. Tað hevur eitt føroyskt snið. Tað vil siga, at á veggunum eru grótlaðingar málaðar, soleiðis at tá ein hevur sett seg við eitt borð, so er tað næstan sum at sita í eini rætt. Tað er Niels í Horni, sum hevur málað. Hann hevur eisini málað teir avbera vøkru málningarnar, sum hanga á veggunum inni í hølunum.
Michael sigur, at um fólk koma inn á gólvið eitt kvøldið, so er møguleiki at fáa grill og pizza hjá teimum ungu á fyrstu hædd, meðan tað sama kann fáast á aðru hædd umframt búffar frá køkinum.
Grillin á Fornagørðum er opin allar dagar í vikuni í døgurðatímanum og seinni um kvøldið.
Michael sigur, at tað loysir seg ikki at hava matstovuna Fortunu opna mitt í viku, so tí er hon bert opin fríggjadag og leygardag.
Dansistaðið Barok er opið fríggjakvøld og leygarkvøld, men Michael hevði kunnað hugsað sær, at latið upp fyrr á kvøldi, soleiðis at tey, sum hava hug til at fara út tíðliga eitt kvøld, hava eitt stað at fara til.
- Men sum er, so koma tey ikki serliga tíðliga út, sigur Michael.
Hann er ikki einsamallur um alt virksemið hjá sær. Konan, Sólrun, hjálpir til eisini. Hon hevði eina hárfríðkanarstovu, har sum Barok er í dag. Men tað er hon farin frá nú.
- Treyðugt so, eg klippi sera nógv enn, og har aftur at havi eg eisini heilsøluna við merkinum Schwartzkopf, sum eg selji til aðrar salongir um allar Føroyar, greiðir Sólrun frá.