og mannarættindum. Tað er eingin orsøk í hesum umfari at fara longur í eini roynd at prógva moralska virðið í kristindóminum og ávirkan kristindómsins sum heild í heimssøguni. Tað verður ein spurningur [...] økinum. Gott dømi um hetta er viðurkendi professarin í stjórnmálafrøði Ole Wæver, sum starvast við universitetið í Keypmannahavn. Í eini kronikk í Berlingske Tidende 24. juli 2005 segði Wæver – sum sjálvur [...] Rúni Rasmussen Væntandi var at fáa nakrar viðmerkingar til samrøðuna, sum Heini í Skorini hevði við meg í Sosialinum í vikuskiftisblaðnum 17.-19. november. Evnið var religión og modernitetur. Samrøðan
Fríði verður purraður út, fer í klæðini og inn í messuni og fær sær ein bita. Tað er ójavnt, hvussu er við práti í messuni og hvørji evni verða tikin upp eina slíka løtu. Í morgun er helst lítil ivi um [...] hann brúsa aldurnar, vindurin leikar í og hann liggur tungt í sjónum í vátu klæðunum. Teir hava bundið fyri gummistyvlarnar soleiðis at sjógvur ikki skal koma niður í teir. Nú er hetta ein beinleiðis orsøk [...] trolarin framvegis livir í sjónum: Gronin verður lyft upp í loft og hann gerst tungur afturi á hekkuni. - Jú, veðrið var sera vánaligt. Eingin ivi um tað, men vit hava kortini fiskað í verri veðri enn hetta
landsliðnum stórliga. Tá Føroyar byrjaðu at taka lut í altjóða kappingum í 1990, mátti landsliðið leika heimadystirnar í Svøríki, tí tá vóru eingir grasvøllir í Føroyum. Tá lítið av flatari jørð var tøk máttu [...] orsøkin til tess gongur nógv longur aftur í tíðina. Til tíðina tá filmurin »The Arsenal Stadium Mystery« var sýndur í Føroyum uml. 1940. »Nógvir eldri menn, sum í dag eru í 80-unum halda við Arsenal orsaka av [...] B36 nøkur lovorð fyri at verða eitt gott fótbóltsfelag. Áðrenn dystin er tøgn í ein minutt fyri at minnast tey, sum eru deyð í ferðsluni seinasta árið. Frammanfyri leikarnar standa nøkur ungfólk við FIFA
Húsunum. Og í roynd og veru kundu teir síggja fram ímóti í ringasta føri 24 árum við Kennedy í Hvítu Húsunum. Í dag vita vit, at tað bert gjørdist til 1000 dagar tilsamans. Tað syrgdi Shiran Shiran (ella var [...] «, varð sett í verk í 1977, eftir at almenningurin eins væl og politikarar vórðu á gosi, eftir at sonevndi Zapruter-filmurin á fyrsta sinni varð vístur í almennum amerikanskum sjónvarpi í 1975. Kravið [...] gjørdi nógv burtur úr í filminum, JFK). Seinni skal hendan kúlan verða dottin úr sárinum í lærinum og funnin av einum húsavøri á Parkland Memorial Hospital – púra óskadd. Ei undur í, at hon verður nevnd
hendur í hupp og bíðar í kritahvítum klæðum. Høgna dámar best at tosa beinleiðis til skrivara, sum í hesum sambandi er Kári. – Tað er tryggast at skriva beinanvegin, tí viðhvør hava vit fleiri líksýn í einum [...] onkur pløgg verða tikin av í heilum líki og løgd saman av einslistum til tey avvarðandi. Nú er maðurin nakin, sum tá ið hann troðkaði inn í lívið. Klokkan hálvgum tíggju fer Høgni í plastikkkittil og tvinnar [...] líkið á ryggin aftur og fer í klædnadungan at leita í lummunum hjá tí deyða. Har finnur hann snorut køkspappír. Maðurin hevur kanska havt krím, vísir Ove á, meðan Høgni tekur hart í liðirnar á líkinum: – Veludtalt
Javnaðarflokkurin í Norðurstreymoy hevði eitt gott val, men orrusturnar vóru so harðligar í flokkinum, at Jógvan valdi at siga seg úr økisnevndini í flokkinum. - Eg hevði lagt stórt arbeiði í flokkin her norðuri [...] standa øksl móti øksl í bardaganum fyri framhaldandi donskum yvirvaldi í Føroyum, fara tankar Jógvans Mørkøre aftur til ta tíðina, tá ið Javnaðarflokkurin og Sambandsflokkurin vóru í samgongu. - Eg minnist [...] tú javnan í politikki. Summar tíðir sveimar tú, meðan aðrar tíðir ert tú ómetaliga einsmallur. Ert tú einsamallur í dag? - Ja, politiskt... Høgni gingin ov nær Jógvan Mørkøre er kortini vísur í, at tað kring
gargávuna: eitt nýtt lív í honum, eitt nýtt lív sum barn hansara. Men hvat er tað blivið til? Er tað veruliga Gud, sum er faðir í tínum lív í dag? Jesu álvarsomu spurningar í dagsins teksti vóru ikki bara [...] at síggja nakað nýtt. Ella tá ið mjørkin hevur ligið í vikur yvir Havnini, kann verða gott at seta seg í bilin og sleppa sær út á bygd at hoyggja í sólskininum har. Jesus Kristus kom til jarðar við eini [...] tykkara lystir, vilja tit gera. Hann var manndrápari frá upphavi og stendur ikki í sannleikanum, tí at sannleiki er ikki í honum; tá ið hann talar lygn, talar hann av sínum egna, tí at hann er lygnari og
Onnur grindin í Suðuroy í ár hevur nú lagt beinini. Tað var beint eftir klokkan 18 í kvøld, at grind varð funnin stutt úr landið vestanfyri Vágseiði og hon varð rikin til Fámjins. Raksturin gekst væl og [...] beinini á sjálvum skerinum, mitt í fjørðinum. Sýslumaðurin, Jaspur Vang, sigur, at nú skulu hvalirnir sleipast upp á turt og merkjast og hann sigur, at tað verður ikki fyrrenn í morgin árini, at seðlarnir koma
beinini í Tjørvuvík. Talan var um eina grind, sum varð funnin klokkan sjey í morgun, 16 fjórðingar norður úr Eiðiskolli í morgun. Men tað hevur gingið væl at reka og nú hevur hon lagt beinini í Tjørnuvík [...] Fólk, vit hava tosað við norðanfyri, siga, at tað er heilt nógv grind til. Grindin, sum legði beinini í Tjørnuvík, verður leysliga mett til at vera einir 60-70 hvalir.
Seks fólk hava latið lív í einari tokvanlukku á Stórabeltsbrúnni í Danmark í morgun. Hetta skriva danskir miðlar í dag við upplýsingum frá løgregluni á Fjóni. DSB, sum er danska tokfelagið, veit ikki at [...] fingið skaða í óhappinum. Eitt snartok ávegis Sælandi frá Fjóni varð rakt av einum parti av einum góðstoki, sum koyrdi mótsattan veg, og hetta fekk snartokið at bremsa harðliga. Hetta hendi í morgun klokkan [...] klokkan 06:35 - føroyska tíð. Løgreglan hevur sett eina kreppustøð á stovn í Nyborg á Fjóni, har fólk, sum hava verið umborð á tokinum, kunnu fáa kreppuhjálp.