Rúni Rasmussen
Væntandi var at fáa nakrar viðmerkingar til samrøðuna, sum Heini í Skorini hevði við meg í Sosialinum í vikuskiftisblaðnum 17.-19. november. Evnið var religión og modernitetur. Samrøðan snúði seg um eitt aktuelt evni, nevniliga um sambandið millum politikk og religión. Firouz Gaini, antropologur, skrivaði nakrar viðmerkingar til umtalaðu samrøðu. Men tá tað er mín vón, at hetta evnið um sambandið millum religión og politikk kann verða lyft eitt sindur upp í mun til støðið í føroyska kjakinum higartil, kunnu viðmerkingarnar hjá Firouzi tó ikki verða standandi ósvaraðar.
Lívsáskoðan og politikkur
Firouz sigur í grein síni, at eg sigi, at tað er ógjørligt at skilja sundur átrúnað og politikk, tí at virði og moralur er í øllum politikki. Tað er rætt, at mín fatan er, at tað er ómøguligt at skilja sundur átrúnað og politikk ella politiska sannføring, tí politikkur snýr seg í flestu førum um lívsáskoðan, og henda ella hin lívsáskoðanin kann ikki sensurerast í mun til, hvør keldan til hana er. Men tað er ikki rætt, tá ið ført verður fram, at mín fatan er, at moralur er í øllum politikki. Hetta er ein misskiljing av samrøðuna, tí hetta sjónarmið verður ikki ført fram, tí mítt sjónarmið er ikki, at moralur er í øllum politikki. Mín meining er, at virði, verðslig ella andalig, eru grundarlag undir lívsáskoðanini hjá einum menniskja. Ein lívsáskoðan inniheldur eisini ávísar fatanir í sambandi við politisk viðurskifti. Henda meining er greitt endurgivin og lýst í samrøðuni við Sosialin.
Kristindómsins ávirkan á moral og virði
Í samrøðuni føri eg fram, at kristindómur hevur slóðað fyri fólkaræði og mannarættindum. Firouz vísir á, at eg sigi, at kristindómur hevur givið okkum fólkaræði og mannarættindi. Henda endurgeving er ikki heilt røtt. Mín fatan er ikki at fólkaræði og mannarættindi eru úrslit av kristindómi einans, men at kristna trúgvin hevur havt stóra ávirkan á menning av fólkaræði og mannarættindum. Firouz sigur, at fatan mín um hesi viðurskfti verða mangan hoyrd, men verður sjáldan kannað nærri. Tað er sjálvandi rætt, at hetta sjónarmið verður misnýtt, og nógvur ræðuleiki hevur eisini verið í kristnum navni. Hinvegin hevur kristindómur altíð havt stórt moralskt potentiali fyri tey, sum hava stríðst fyri einum rættvísari heimi So hvørt sum kristna trúgvin vann frama í Rómverjaríkinum, vaks talið av trælum, sum gjørdust frælsir. Kvinnurnar fingu betri sømdir sum úrslit av teirri kristnu menniskjafatanini. Kristindómurin var eisini sentral orsøk til, at mong primitiv og órættvís virði í heidna heiminum, so sum blóðhevnd, vórðu beind burtur á okkara leiðum. Í sambandi við avtøku av trælahaldi er hóskandi at nevna tveir slóðarar; Wiliam Wilberforce og Abraham Lincoln. William Wilberforce (1759-1833) var limur í bretska tinginum og sannførdur kristin. Hann stríddist ótroyttiliga fyri avtøku av trælahaldi. Eftir drúgt stríð varð málið rokkið, tí í 1833 varð trælahald avtikið í Bretlandi. Tað var ein kristin sannføring og ein kristin menniskjafatan, sum dreiv Wilberforce til at stríðast uttan íhald fyri at veita sínum næsta tað frælsið, sum øll menniskju hava rætt til. Eisini Abraham Lincoln, amerikanskur forseti og íðin mótstøðumaður ímóti trælahaldi, hevði eina sterka kristna sannføring sum drívmegi í sínum edla baradaga móti trælahaldinum, og sum eftir deyða hansara gav honum hetjustatus sum hin mæti bjargarin. Wilberforce og Lincoln eru talandi dømi um, hvussu kristna sannføringin kann slóða fyri frælsi og mannarættindum.
Tað er eingin orsøk í hesum umfari at fara longur í eini roynd at prógva moralska virðið í kristindóminum og ávirkan kristindómsins sum heild í heimssøguni. Tað verður ein spurningur um eygað, sum sær. Nógvar rørslur gera nógv gott uttan at byggja á kristna grund. Nevnast kunnu nógv góð virði hjá verðsligum humanistum, sum eru væl lýst í humanistisku manifestunum frá 1933, 1973 og 2000. Tó kemur eingin ósjálvsøkin innsatsur upp á síðuna av tí, sum kristnar rørslur gera kring allan heimin. Ein kann bara nevna Frelsunarherin og Mercy Ships (sjúkrahússkipið Anastasis hjá hesum felagsskapi var í Føroyum í 2004). Hetta er ikki reyp, men bara staðfesting av tí veruleika, at eingin verðslig læra hevur ein so radikalan moralskan boðskap sum kristindómurin. So hví krevja, at hesi fólk, sum eru kristin, eru annað enn erlig um sína politisku motivatión?
Upplýsing
Firouz metir, at upplýsingartíðin eigur at fáa æruna fyri, at samfeløgini mentust og borgararnir fingu síni rættindi. Hugtakið upplýsingartíðin verður ofta sett fram sum ein andsøgn til kristindóm. Firouz tykist at fremja sama mistak. Sanniliga vóru John Locke, James Madison, Abraham Lincoln, Florence Nightingale og onnur kend kristin menniskju upplýst og partur av upplýsingartíðini. Teoretiskt ganga upplýsing og kristin sannføring væl hond í hond og gjørdu tað mangan eisini í praksis, sí bara kenda søguverkið The Creation of the American Revolution hjá Gordon Woof frá 1969 um amerikonsku grundleggingina.
Verðsligar ideologiir og hópdráp
Firouz spyr, hvussu nógvar milliónir fólk eru ikki fallin í religiøsum atsóknum og kríggjum seinastu 2000 árini, og hvussu nógv diktatur hava ikki brúkt religiónina sum vápn at kúga fólk við. Hetta er als ikki eitt ókent uppáhald hjá nógvum humanistum. Argumentið er slitið og illa umhugsað. Tað er rætt, at religión, eisini kristindómur, hevur verið misbrúktur av verðsligum og religiøsum myndugleikum, og tað kann á ongan hátt rættvísgerast ella góðtakast. Besta dømið um misnýtslu av kristindómi eru tær tiltiknu krossferðirnar. Hvat er so munurin á religiøsari og aðrari ideologi í sambandi við kúging og hópdráp? Tað er søguliga og hagtalsliga staðfest, at nógv, nógv fleiri fólk eru deyð sum úrslit av verðsligari ideologi enn sum úrslit av religión. Har verðsligar (ofta antitheistiskar) ideologir hava verið ráðandi, hevur, í flestu førum, blóð flotið óavmarkað. Dømi um hetta eru Mao, Stalin, Hitler og Pol Pot. Hesir hava beint fyri fleiri mannalívum í undir 100 ár enn misnýtarar av kristindómi hava megnað í meira enn 2000 ár.
Lívsáskoðanin eftir heima við hús?
Tað er rætt, at eg segði í samrøðuni við Sosialin segði, at dúgliga verður kravt av kristnum politikarum at leggja sína lívsáskoðan eftir heima við hús, tá teir fara í arbeiðklæðini. Firouz metir, at hetta ikki er rætt. Lat meg greiða frá, hvat eg meinti við. Orðini “vit mugu ikki blanda politikk og religión saman” verða javnan endurtikin sum eitt slag av grundprinsippi, men uttan at tey verða grundgivin serliga væl, ella at vansar og fyrimunir við hesi støðuni verða greinaðir. Mítt poeng var bara, at hetta er tað sama sum at siga, at ein skal ikki blanda politikk og lívsáskoðan saman, tí lívsáskoðan kann vera sett saman av bæði verðsligum og andaligum/kristnum virðum.
Teokrati, demokrati og sundurskiljing millum religión og politikk
Í viðmerkingunum til samrøðuna við Sosialin sigur Firouz, tað ber væl til at vera kristin politikari uttan at royna at finna eitt svar til allar spurningar í bíbliuni. Hesum taki eg fult undir við, hóast Firouz rør fram undir tað øvuta. Eg meti ikki, at bíblian er ein lógbók ella ein fullfíggjaður svarlisti, og eg skilji satt at siga ikki setningin hjá Firouzi um, at tingið kundi verið stongt, tí at øll svarini til spurningar eru at finna í skriftini. Hann fær tað at ljóða, sum um at eg og onnur, sum hava sama virðisgrundarlag sum eg, halda, at kjak og fólkaræði eru ikki neyðug. Hetta er púra burturvið. Tá ið so Firouz fer so langt sum at nýta orðið teokrati í sambandi við viðmerkingarnar til samrøðuna við meg í Sosialinum, fer kjakstøðið niður í botn. Hvørki eg ella nakar annar av teimum, sum hava sama sjónarmið sum eg, eru mótstøðufólk av sokallaða liberala fólkaræðinum. Vit eru øll lýðin móti landsins lógum, og eingin okkara praktiserar sivilt ólýdni ella uppreistur. Tí er tað so burturvið at koma við slíkum sitatum og m.a. nevna orðið teokrati. Ein teokratur vil ikki liva undir lógum, sum eru merktar av liberalt sinnaðum ella øðrum, ið ikki hava sama grundarlag sum hann. Vit taka hinvegin undir við – í besta upplýsingarstíli – at lógin er eitt vigað miðal av meiningum hjá flestu borgarum. Vit virka innan fyri og fremja okkara virði innan fyri tann liberala karmin, men vit hava bara heilt annað íkast til lógina enn tit. Vit góðtaka, at tit eru við í skipanini upp á tykkara fyritreytirr, men tit góðtaka ikki, at vit geva okkara íkast til liberala fólkaræðið upp á okkara fyritreytir. Vit kunnu ikki sameina fólkaræði og teokrati sambært Firouz, og hetta er púra rætt. Men hvat hevur hetta at gera við míni sjónarmið í samrøðuni við Sosialin?
Til seinast sigur Firouz, at tað er als ikki láturligt at skilja millum religión og politikk (hetta er heitið á greinini). Firouz fær tað at ljóða sum um, at eg havi sagt, at tað er láturligt at royna at skilja sundur religión og politikk. Tað er nú ikki heilt rætt. Í samrøðuni við Sosialin segði eg: Ynskið um at reinsa politiska rúmið fyri átrúnaðarligum innihaldi er láturligt. Poengið hjá mær í samrøðuni var ikki so nógv, at politikkur og átrúnaður sum heild ikki kann skiljast sundur. Meira var ætlanin at vísa aftur tann variantin av kravinum um sundurbýti, sum hevur við sær, at kristin skulu líða tann órætt í mun til allar aðrar bólkar í samfelagnum, at tey ikki kunnu vísa til erligu kelduna til teirra (politisku) sannføringar. Hetta er mín greiða sannføring, og verður tað grundgivið fyri hesum í samrøðuni. Politikkur og religión eru ikki tað sama, men eru hugtøkini knýtt at hvør øðrum. Á ein hátt ber sjálvandi til at skilja millum religión og politikk. Religión og politikkur kunnu í fleiri førum sigast at hava ymisk endamál ella funktiónir. Religión snýr seg í størstan mun um tilveruspurningar: hvør eri eg? hvat er endamálið við lívinum? er lív eftir deyðan? hvussu kann eg náa tað fullkomna? Politikkur snýr seg um organisering av samfelagnum, staðfesting av stýrisslagi, viðurskifti millum borgarar o.s.fr. So funktionelt ber til at skilja millum religión og politikk.
Orðaskifti um átrunaðarlig argument í politikki
Tað er serliga ein setningur hjá Firouzi, sum undraði meg stórliga. Hann sigur: Men tað er fyrstu ferð eg hoyri tað frá einum persóni, ið undirvísir í stjórnmálafrøði á einum universiteti (t.v.s. einum universiteti, sum ikki er knýtt til nakra trúargrein). Henda útsøgn avdúkar, at Firouz hevur sovið í tímanum í sambandi við umtalaða evnið. Tað tykist sum um hann ikki hevur hoyrt nógv av tí seriøsa orðaskiftinum um sambandið millum religión og átrúnað í tí akademiska umhvørvinum. Ella kanska kennir hann til orðaskiftið um hesi viðurskifti, men ignorerar tey tilvitað. Úti í heimi er eitt ógviliga umfatandi og sofistikerað kjak um hetta evnið. Nógvir, sera nógvir, debattørar eru sokallaðir inklusjónistar – t.e. teir, ið góðtaka átrúnaðarlig argument í politikki – meðan hin vongurin eru sokallaðu eksklusionistarnir, ið ikki gera tað. Firouz og donsku og føroysku humanistarnir tykjast bara hava hoyrt um teir seinast nevndu.
Kendasti forsprákarin fyri fatanini at halda átrúnaðarlig argument úr politikki, var helst harvardheimspekingurin John Rawls, sum menti eina læru um almennan rationalitet (Public Reason) og metti, at í almenna rúminum eru bara slík argument legitim, sum svara til eitt mát fyri rímiliga politiska fatan av rættvísi (reasonable political conception of justice), sum flest allir borgarar kunnu taka undir við. Men Rawls hevur ikki so fáar og ikki so lítið prominentar atfinnarar. Millum hesar kunnu vit nevna heimspekingin Michael Sandel, sum er professari á Harvard. Sandel meinar m.a., at hetta at vísa átrúnaðarlig argument burtur úr politiska rúminum er ein órímilig avmarking, ið vil gera politiskt kjak fátækari. Mangir aðrir akademikarar hava somu fatan, m.a. newzealandski Jeremy Waldron, sum er heilt stóra navnið innan løg- og heimspeki í løtuni, og fyri bara at nevna ein umboðandi tittul úr rúgvuni av líknandi fatanum, kann verða víst til greinina hjá rættarheimspekinginum Michael Perry, ”Why Political Reliance on Religiously Grounded Morality is not Illegitimate in a Liberal Democracy” (Wake Forest Law Review, 2001). Nú í seinastuni er enntá møguligt lutvíst at rokna modernitets- og rationalitetsikonið Jürgen Habermas millum hesar atfinnarar av Rawls í mun til fatanina um átrúnaðarlig argument í politikki (sí Religion in the Public Sphere, European Journal of Philosophy, Vol. 14, issue 1, 2006). Hóast ávíst ivasemi og krav um, at tey trúgvandi verðsliggera sín retorikk, so ávarar Habermas nú ímóti at avmarka margfeldið og kompleksitetin hjá almennu røddini og vísir á, at liberali staturin hevur ein áhuga í at leyslata átrúnaðarligar røddir í almenna rúminum og politiska luttøku frá átrúnaðarligum felagsskapum.
Eisini á okkara leiðum tykist ein ávís viðurkenning av átrúnaðarligum argumentum í politikki at vinna frama; eisini á tí akademiska økinum. Gott dømi um hetta er viðurkendi professarin í stjórnmálafrøði Ole Wæver, sum starvast við universitetið í Keypmannahavn. Í eini kronikk í Berlingske Tidende 24. juli 2005 segði Wæver – sum sjálvur sigur ”jeg er ikke stærk religiøs” – at tað er trupult at argumentera fyri, at átrúnaður skal haldast burtur frá politikki. Nøkur citat kunnu lýsa greiðu støðuna hjá Wæver í hesum spurningi: Vores markante krigserklæringer til forsvar for sekularismens hellige princip gør os unødigt provokerende, truende og intolerante internationalt, og de legitimerer en reel diskrimination i tolerancens navn i den hjemlige politik. Ironisk nok betyder det en særligt aggressiv politisering af religion. I modsætning til de begrænsede effekter det ville give, hvis religiøse argumenter blev endnu en dimension i den politiske debats mangfoldighed, får vi i krigen imod dem en mere problematisk sammenblanding, en mistænkeliggørende politisering af visse gruppers religion og dennes eventuelle indflydelse på deres politiske holdninger. Og seinni: De, der faktisk drager deres politiske konklusioner på delvist religiøst grundlag, møder altså budskabet, at de skal finde på nogle andre argumenter i den offentlige sfære. I må argumentere med nogle andre begrundelser end jeres egentlige motiver. Det virker ikke indlysende, at det giver nogen vanvittig god demokratisk samtale.
Mínar viðmerkingar og viðgerðir í hesi grein vísa vónandi greitt, at málið um viðurskiftini millum religión og politikk hevur fleiri síður. Sum stjórnmálafrøðing, sum hevur undirvíst á universiteti, kenni eg meg als ikki einsamallan við míni fatan av kompleksu viðurskiftunum millum religión og politikk. Kravið um at halda religiøs argument burtur frá politiska kjakinum hevur eitt veikt grundarlag. Tað er týdningarmikið fyri ta politisku skipanina og tað politiska orðaskiftið í Føroyum, at øll argument verða viðurkend, bæði verðslig og átrúnaðarlig.
Flest øll í Føroyum munnu viðurkenna, at kristilig virði hava havt og framvegis hava stóran týdning í okkara samfelagi. Tey kristnu virðini hava ríkað okkara samfelag, og vón mín er, at hesi virði framhaldandi verða partur av politiska kjakinum í Føroyum. Okkara kristnu virði eru endurspeglað á so mongum samfelagsøkjum, eisini á politiska økinum. Tí er tað eisini natúrligt, at hesi virði eru partur av almenna kjakinum.