Kærleiksoyggin 2 (2)

Í dag prenta vit seinna partin av greinini hjá Andy Mitten frá bretska blaðnum »Fourfourtwo«, sum er skrivað eftir ein túr í Føroyum á sumri í 2006

Fótbóltur

 

Derby-dagurin er í hondum. 40 minuttir eru til kick-off. Gundadals-leikvøllurin, sum hevur ein kapasitet uppá næstan 5.000 áskoðarar er næstan tómur fyri fólki, um ein sær burtur frá leikarunum, sum hita upp. Ein av teimum fáa, sum hyggur, er tann skaddi Ingi Højsted, sum fekk sáttmála við Arsenal í 2002, fyrst sum lærlingur. Seinni fór hann til Birmingham City, har mongu skaðarnir vóru orsøk til, at hann einans fekk 45 minuttir á eykaliðnum hjá Birmingham. Nú byrja teir fyrstu av teimum gott 2.000 áskoðarunum at koma á leikvøllin. Hesir taka allir eina dystarskrá, sum liggja í pappeskjum, har sum innkrevjarnir standa. Tað kostar umleið 7 bretsk pund at sleppa inn. Onkur viðhaldsfólk selja veddingarseðlar, har fólk kunnu vedda um úrslitið. Hvar leiðin gongur hjá viðhaldsfólkunum á leikvøllinum, veldst um hvørjum tey stuðla. HB og B36 deila heimavøllin, sum annars er ogn hjá býarstýrinum. Men feløgini hava hvør sítt felagshús við skiftirúmum og áskoðaraplássum. Áskoðaraplássini í felagshúsunum eru identisk og eru á somu síðu á vøllinum. Bæði feløgini hava pláss til uml. 600 áskoðarar við felagshúsini hjá sær. Tey flestu í HB-skýlinum halda, at talan verður um ein tættan dyst, eins tætt og tað er tað í oddinum, í føroysku liguni. Tað er ein glaður rómur millum áskoðarnar, men eingin syngur enn.

 

Football´s comin home

Friðurin verður brotin við »Football´s comin home«, sum verður spældur gjøgnum leikvøllar-hátalarnar. Av tí, at hetta er heimadysturin hjá B36, so ganga spælararnir inn á vøllin frá B36-húsinum, sjálvt um HB-spælararnir hava skift í HB-húsinum. Ein maður slær uppá trummu í HB-skýlinum. Hann spennir hvørja lykkju og leggur so nógv fyri, at hann hevði staðið royndina hjá teimum strangastu heilsu- og trygdarleiðarunum. Ein maður við einum snøggum yvirskeggi sigur, at hjarta hansara pumpar fyri HB, men hann gevur B36 nøkur lovorð fyri at verða eitt gott fótbóltsfelag. Áðrenn dystin er tøgn í ein minutt fyri at minnast tey, sum eru deyð í ferðsluni seinasta árið. Frammanfyri leikarnar standa nøkur ungfólk við FIFA FAIR PLAY fløggum.

 

Toftir

Dysturin verður leiktur við rættuliga høgari leikferð. Graslíkið hevur sín lut í høgu leikferðini. Áðrenn tann fyrsti graslíkisvøllurin kom í Gundadali í 1986 leiktu liðini á grúsvallum. Tað nýggja undirlagið hevur verið høvuðsorsøkin til menningina av føroyskum fótbólti, og fólk vóna nú, at fjórða ættarliðsvøllir fara at verða góðkendir av FIFA og UEFA. Tað hevði hjálpt føroyska landsliðnum stórliga. Tá Føroyar byrjaðu at taka lut í altjóða kappingum í 1990, mátti landsliðið leika heimadystirnar í Svøríki, tí tá vóru eingir grasvøllir í Føroyum. Tá lítið av flatari jørð var tøk máttu føroyingar gera nøkur ekstrem tiltøk, fyri at fáa til vega ein grasvøll. 50 tons av dynamitti vóru nýtt fyri at spreingja burtur eina rúgvu av klettum og steinum við bygdina Toftir (sum hevur 1.000 íbúgvar) fyri at fáa ein grasvøll, sum kundi lúka treytirnar hjá FIFA. Tofta Leikvøllir høvdu ein áskoðarakapasitet, sum er 6 ferðir størri enn íbúgvaratali í bygdini, og mótstøðuliðini hjá Føroyum hataðu at leika har. Eftir at hava lent í Føroyum vórðu mótstøðulið, sum Spania og Skottland tvungin at koyra ein tíma við bussi, har teir koyrdu framvið lítlum bygdum og lítlum húsum, áðrenn teir komu til Toftir. Fyrr máttu leikarnir eisini sigla við ferju, áðrenn teir komu til gistingarhúsið. Sjálvt um vindar blása, og bylgjur bróta, so slepst ikki undan at tann útlendski ferðamaðurin verður hugtikin av tí ótrúliga útsýninum við teimum grønu fjallatindunum, sum strekki seg líka niður til havið. Eisini gerast teir hugtiknir av stóra fótbóltsáhuganum. Sjálvt tær minnu bygdirnar hava ein graslíkisvøll.

 

Tórshavn

Í 1997 var trýstið stórt í Tórshavn fyri at fáa ein grasvøll, sum kundi hýsa altjóða dystum. Verkætlarnir vóru lagdar fram, sum vístu ein nýggjan, snøggan leikvøll beint við leikvøllin í Gundadali. Men verkætlanin, sum alt endaði við var syrgiliga øðrvísi enn uppruna-verkætlanin. Tórsvøllur minnir mest um altjóða landhockey-leikvøllin í Milton Keynes, við sínum áskoðaraplássum við ongum taki. Um nakar tjóðarvøllur skuldi havt tak, so skuldi tað verið tann í Føroyum, sum hevur 15 regndagar um mánaðin. Viðhaldsfólkunum dáma betri leikvøllin í Gundadali. »Tað er meira tætt, og atmosferan er betri« greiðir ein áskoðari frá. Alt er relativt. Gundadalur hevur ein grasbakka við nøkrum træbonkum, sum ikki lúka bretskum standardkrøvum. Ein á rennur ikki so langt frá tí eina málinum, og seyður stendur á beiti tætt við leikvøllin.

 

Kvinnan við trummuni

HB-viðhaldsfólkini syngja »HB«, meðan B36-viðhaldsfólkini syngja »B36«. Ein kvinna stendur fremst í HB-húsinum og slær uppá eina lítla trummu, og roynir at eggja viðhaldsfólkinum. Talan er um mammuna hjá nr. 5 hjá HB. »Hon er ein ógvuliga íðin kvinna. Hon rópar eisini tá hon er ósamd við dómaranum. Serliga tá teir taka avgerðir, sum raka sonin hjá henni (Rasmus Nolsøe red.).« Kvinnan er kortini kúrr tá B36 leggur seg á odda. Og hon gerst meiri kúrr tá B36 skorar sítt næsta mál. Á teimum uttanveltaðu áskoðaraplássunum hinumegin situr ein bólkur við tilkomnum áskoðarum. Stuðlar hjá báðum liðum sita saman. Tann eini býr beint við leikvøllin, og hesir møtast allir hjá tí manninum áðrenn hvørja grannauppgerð fyri at drekka eina øl. Tað er sjálvsagt meiri rómur í B36-skýlinum, men viðhaldsfólkini eru óttafull. »HB eru akkurát, sum Týskland. Teir skora altíð.« greiðir ein frá. Men tað er B36, sum skorar tað næsta málið til støðuna 3-0. Síðani fáa teir fjórða, fimta og sætta málið uttan, at HB svarar aftur. »HB, HB« syngja B36-viðhaldsfólkini speirekandi meðan tey venda sær ímóti HB-skýlinum. Ein kennir á sær, at tey ikki vilja øsa tey ov nógv. Tey vilja bara hava eitt sindur av stuttleika uppá teirra rokning. HB-viðhaldsfólkini, sum skunda sær avstað, eru ov upptikin at leggja merki til sangin.

 

Óbi

Aftaná dystin, sita B36-arnir í umklæðingarrúminum og syngja á enskum: »Football´s comin home«. Tey flestu ungu í Føroyum tosa enskt. Tað ger nigerianski áleyparin Obele Okeke Onyebuchi eisini. Hann byrjaði sína yrkisleið í Póllandi, flutti síðani til Serbia, og hagani til Svøríki. Eftir hetta syrgdi umboðsmaðurin hjá honum fyri, at hann kom til Føroya. »At búgva her var ógvuliga torført í byrjanini. Fólk spurdu meg hvat tramin eg gjørdi i einum staði, sum tey ongantíð høvdu hoyrt um. Tú spælir ikki á grasi, og tú fært skaðar. Men ein venur seg við tað, og eg eri glaður fyri at verða her. Tað er ógvuliga friðaligt her, og her er einki mutur. Fólkini eru vinarlig, og hava álit á hvørjum øðrum. Fólk kunnu fara út, uttan at noyðast at steingja dyrnar. Og tað er eisini eitt gott land, um tú vilt hava eina familju. Eisini tá tað kemur til útbúgvingar.«

Útlendskir leikarar, sum Onyebuchi forvinna eina upphædd um mánaðin, sum svarar til umleið 2.000 bretsk pund um mánaðin. Hesir kunnu leggja aftrat inntøku sínari við at arbeiða við síðunnar av. Sum oftast í fiskiídnaðinum. Fiskivinnan er kongurin í Føroyum. 97% av føroyska útflutninginum eru fiskavørur. Ferðafólk, sum eru troytt av náttúrliga vakurleikanum í oyggjunum, verða eggjað at fara ein túr við einum fiskibáti. Eitt virki hevur enntá umskrivað víðagitnu orðini hjá Bill Shankly: »At fiska er ikki ein spurningur um lív ella deyða. Tað er meiri týdningarmikið enn so.«

 

Tottenham-viðhaldsmaður

Í barrinum kring Havnina fegnast B36-viðhaldsfólkini um 6-0 sigurin. Tann eini situr við einum glasi við whisky og smírist: »B36 hevur alt at siga fyri meg. Men kappingin ímillum okkum er vinarlig. Vit taka í hondina hjá hvørjum øðrum aftaná ein dyst.« Maðurin er ikki ein eitt-felagsmaður. »Eg eri eisini Tottenham-viðhaldsmaður. Tað er tí eg havi lurtað eftir BBC í nógv ár. Eg stuðli Tottenham orsaka av Jimmy Greaves. Tottenham spældu ein UEFA-cup dyst í Íslandi. Og eg fór einsamallur tað longu leið fyri at síggja teir. Fólk hildu meg verða eitt sindur svakan, men eg elski Tottenham Hotspur.« Knappliga stemmar hann í ein sang: »Spurs are on their way to Wembley.« Ein annar áskoðari gongur framvið og rópar »at vinna á HB er betri enn sex.« Jákup Mørk er fótbóltstíðindamaður fyri blaðið »Sosialurin«, sum er størst í Føroyum, og sum hevur eitt upplag, sum liggur millum 6.000 og 9.000. Blaðið hevur tríggjar mans í starvi, sum skriva um fótbólt. Við meir enn 5.000 skrásettum leikarum – meir enn 10% av fólkinum – er sjálvsagt, at fólk elska fótbólt. Men tað tekur eitt sindur av tíð at útleggja felagsnøvnini, sum eru ein villingarsom samanseting av akronymum: GÍ, NSÍ, KÍ, ÍF, VB/S, EB/S. Eg kann ikki viðmæla at lesa støðuna í føroysku liguni, aftaná nakrar øl. Mørk spældi við B36 inntil hann var 24 ár. »Tað var ein góð hjálp tá eg byrjaði, sum ítróttarblaðmaður. Tí tá kendi eg meginpartin av leikarunum. Men tað hevur eisini verið ein ávís forðing. Tí fólk hava hildið meg verða partískan, tá tað kemur til B36«

 

Kríggið

Ein annar maður kemur til borðið. »Hvar ert tú frá?« spyr hann. Eg svari: »Manchester«. »Úr Manchester sjálvum, Bolton, Wigan, Bury, Macclesfield, Stockport ella Rochdale?« sigur hann avgjørdur, og nevnir nøvnini á øllum fótbóltsliðunum úr Manchester-økinum. Heri Simonsen er vøllarvarpari, fæst eitt sindur við undirhald og er væl fyri, tá tað kemur til at greiða frá føroyskum viðurskiftum. Vit heilsa eisini uppá tað føroysku »Victoriu Beckham«, sum er skjót at svara skemtandi: »Jamen eg eri vakrari!«, og er hon av sonnum er vakrari. Simonsen bjóðar sær at koyra meg oman í býin. BBC 5 Live hoyrist í bilútvarpstólinum. »Hetta er ein av orsøkunum til, at enskur fótbóltur er so væl umtóktur í Føroyum.« sigur hann. Sannleikin er, at orsøkin til tess gongur nógv longur aftur í tíðina. Til tíðina tá filmurin »The Arsenal Stadium Mystery« var sýndur í Føroyum uml. 1940. »Nógvir eldri menn, sum í dag eru í 80-unum halda við Arsenal orsaka av tí filminum.« Greiðir Simonsen frá. Men hann leggur aftrat, at veruliga orsøkin til, at enskur fótbóltur er so væl umtóktur er orsaka av krígnum. »9. apríl í 1940 var móðirlandið hertikið av nasistunum. Men vit vóru heppin. Tí tríggar dagar seinni bjargaðu bretar okkum undan einari fíggindaligari hertøku. Føroysk før sigldu til Grimsby, Hull og Aberdeen fyri at stuðla tí bretska fiskamarknaðinum, gjøgnum øll krígsárini. Føroyingar mistu 250 sjómenn hesi árini, næstan eitt prosent av fólkinum. 25. apríl í 1940, 16 dagar aftaná, at Danmark var hertikið, og 13 dagar aftaná, at Føroyar vóru hertiknar. Tá gav Winston Churchill boð um, at øll føroysk skip skuldu nýta føroyskt flagg.« Simonsen, sum er bretsktsinnaður hermir eftir røddini og vørruni hjá Churchill, tá hann endurgevur boðini hjá Churchill. »Túsindtals hermenn komu til oyggjarnar. Teir bygdu flogvøllin, men teir brúktu eisini nógva tíð uppá at spæla fótbólt. Og ein kapping var millum tær bretsku herdeildirnar, og eitt úrvalslið við teimum bestu HB og B36-leikarunum. Kappingin fekk navnið »The War Cup«. Men trot var á bóltum í 1944, og tá var eingin kapping. Fólk siga, at fótbóltsspælið batnaði nógv undir krígnum. Tað fyrsta føroyska meistaraskapið var hildið í 1942. Nógv fólk í Føroyum byrjaðu at lurta eftir BBC undir krígnum, og tað góvust tey ongantíð við. Áhugin fyri enskum fótbólti bleiv veruliga vaktur. Flogvanlukkan hjá Manchester United, og tey stóru Liverpool-liðini í 1970-unum og 1980-unum øktu bara um áhugan.«

 

Jákup á Borg

Vit eru í Cafe Nátúr. Best umtókta staðnum í Tórshavn. Tveir tímar eru farnir síðani dystin. Jákup á Borg – tað nærmasta ein kemur einari superstjørnu í Føroyum – er ikki komin vegin fram. Á Borg, sum hevur royndarvant við Watford og Liverpool gav mongum ein skelk, tá hann flutti úr B36 og yvir til HB. Tað neit so fast, at B36-leiðslan bað um at fáa felags-klædningin aftur. Á Borg selur bilar, og er ein stórur fiskur í einum lítlum norðuratlantiskum hyli. Øll kenna hann. Men sjálvandi, her kenna øll hvønn annan. Tá vit møtast dagin fyri dystin fyrislær »Fourfourtwo«, at vit skulu møtast til ein lítlan kaffimunn. Á Borg smírist: »Vit kunnu taka nakrar øl, aftaná dystin í morgin.« Hann hevði óivað ikki roknað við, at skula tapa 6-0 í einum derby-dysti ímóti sínum gamla felagi. Eg ringi aftur og aftur á fartelefonina hjá honum. Men tað er skilligt, at hann tímir ikki at koma. Serliga nú, tá Café Nátúr er blivið eitt B36-økið burtur av. Niðriundir sita sigursæl viðhaldsfólk, meðan vakrar gentir fylla hinar stólarnar. Nógvar av teimum eru har í vónini, fyri at komu í tal við onkrar av leikarunum. Har eru fitt av leikarum. Parttíðar yrkisleikarar, sum sita og njóta eina øl.

 

Mikkjal Thomassen

Ein av teimum er Mikkjal Thomassen. Tá hann ikki leikar á miðvøllinum fyri B36 ímóti B68, EB, HB, VB, ella fyri føroyska landsliðið ímóti leikarum, sum Ballack, tá starvast hann, sum detektivur í føroyska løgregluliðnum. Hann nýtir sína arbeiðsorku at finna út av hvør hevur framt tær fáa brotsgerðirnar, sum tey 48.290 fólkini á oyggjunum kunnu finna uppá. Onkur grovar kynsligar brotsgerðir eru, sum skemma hesa myndina. Og onkrar lokalar ósemjur eru, sum órógva tað annars friðarliga lívið á teimum 18 oyggjunum, har lásasmiðir ikki hava nógv at gera. Fótbólturin hevur verið góður fyri Mikkjal. »Eg havi verið runt alt Evropa og leikt fótbólt. Men tað hevur ikki mína fremstu raðfesting. Tað hevur familjan og arbeiðið.« Onkur av liðfeløgunum er í holt við ta triðju ølina. Allir skulu til arbeiðis dagin eftir. Teir venja fýra ferðir um vikuna, og um fýra dagar skulu teir leika ein Champions League-undandyst niðri í Malta. Teir vita einki um maltesiska mótstøðuliðið, og teir vænta ikki, at finna út av nøkrum, sum helst áðrenn dystin. Sum spælarnir fara heim, er framvegis ljóst uttanfyri. Ein, sum situr í nevndini hjá B36 skínur sum ein sól. Hann kann ikki gevast at hugsa um 8-2 ósigurin fyri 15 árum síðani. »Vit hava ongantíð hevnt tað tapið. Ikki fyrr enn í dag.« Og hvussu fer hann at feira hendan sigurin, spyr Fourfourtwo mannin?

Og meðan vit bíða eftir einum svari, sum fevnir um eina stóra drykkjuveitslu, svarar hann: »Eg haldi vit fara at fáa okkum ein kaffimunn, og spæla poker. Men ikki meir enn tað” sigur hann smílandi.«