Jógvan Mørkøre í Hósvík er javnaðarmaður. Men hann tekur als ikki undir við leiðsluni í flokkinum, sum saman við Sambandsflokkinum vil varðveita heimastýrið.
Tá ið Jóannes Eidesgaard og Edmund Joensen standa øksl móti øksl í bardaganum fyri framhaldandi donskum yvirvaldi í Føroyum, fara tankar Jógvans Mørkøre aftur til ta tíðina, tá ið Javnaðarflokkurin og Sambandsflokkurin vóru í samgongu.
- Eg minnist tá ið Jóannes Eidesgaard kallaði til fundar í skundi ein sunnudag, tí hann ikki vildi sita í rúmi saman við Edmundi meira. Ta ferðina tá ið Edmund fór av landinum og ikki segði Jóannesi frá, at hann var uttanlands, sigur Jógvan Mørkøre, sum undrast stórliga yvir, at formaður Javnaðarfloksins nú kann standa undir liðini á sambandinum.
- Antin er okkurt heilt ullint við hesum, ella eru teir vorðnir so sannførandi frelstir, at teir nú eru samdir. Her er ikki rætt. Teir, sum ikki kundu semjast tá, klára tað neyvan longur enn eitt ár í hesum føri, spáar Jógvan Mørkøre.
Køvdar grasrøtur
Sambært Jógvan Mørkøre fór Javnaðarflokkurin á val fyri tveimum árum síðani við einum lyfti um ríkisrættarligar broytingar. Javnaðarflokkurin í Norðurstreymoy hevði eitt gott val, men orrusturnar vóru so harðligar í flokkinum, at Jógvan valdi at siga seg úr økisnevndini í flokkinum.
- Eg hevði lagt stórt arbeiði í flokkin her norðuri, men tað varð feiðað til viks. Nú skuldi eg bara góðtaka harraboð frá Jóannesi Eidesgaard og øðrum høgum persónum um, hvør skuldi vera oddafiskur, minnist Jógvan Mørkøre, sum ikki hevur gloymt tíðina fyrst í nítiárunum, tá ið Javnaðarflokkurin var ein kreppuraktur flokkur, sum nógv vendu baki.
- Eg sá, hvussu tey, ið vóru ímóti flokkinum, tá ið ringast stóð til, knappliga við seinasta val aftur vóru ein stórur partur av flokkinum meðan grasrøturnar vórðu settar til viks. Tí spyrji eg um flokkurin vil hava tey, sum gera flokkinum mest fortreð, tá ið harðast leikar á at vera partur av flokkinum, sigur Jógvan Mørkøre og sipar m.a. til Kristian Magnussen, fyrrverandi landsstýrismann hjá fyrrverandi Verkamannafylkingini, sum knappliga aftur gjørdist javnaðarmaður aftur upp undir valið.
Sambandssinnaði Hans Pauli
- Tað var sum søgan um hin burturvilsta sonin, tá ið Kristian varð fingin úr aftur fylkingini, minnist Jógvan Mørkøre, sum sjálvur hevur verið uppstillaður fyri Javnaðarflokkin. Undan valinum í 1994, tá ið Verkamannafylkingin kom inn á ting, minnist Jógvan, hvussu ágrýtin og grammur Hans Pauli Strøm var, tá ið talað varð um, hvussu skeivt Javnaðarflokkurin hevðu arbeitt árini áðrenn samfelagið fór á heysin.
Hans Pauli Strøm hevur skrivað rættiliga nógv ímóti fullveldinum í bløðunum. Summi nevna hetta eina ræðuherðferð. Hvat heldur tú um hetta hugtakið?
- Eg hoyri til tann partin av Javnaðarflokkin, sum vil hava broytingar. Seinasti javnaðarfundur, eg var á, var suðuri í Havn. Til viðgerðar var bóklingurin hjá Javnaðarflokkinum um ríkisrættarligar broytingar. Vit vóru nøkur sum hildu, at vit føroyingar skuldu taka meira ábyrgd upp á okkum. Og tað samsvarar við tað, sum Jóannes Eidesgaard segði fyri ikki so langari tíð síðan; at ríkisfelagsskapurin er onki problem. Men nú er tað, sum millum lív og deyð at halda fast við ríkisfelagsskapin. Hetta er ein so ógvuslig kollvelting, at eg haldi, at hesin vongurin av Javnaðarflokkinum átti at lagt saman við Sambandinum. So hava teir ein stóran Sambandsflokk. So kunnu vit, sum eru broytingarsinnað, vera eftir, mælir Jógvan Mørkøre til.
Politiskt einsamallur
Hvussu hevur tín ónøgd við kósina hjá Javnaðarflokkinum verði móttikin í flokkinum?
- Eg havi valt at latið vera við at gera flokkinum fortreð. Havi staðið á síðulinjuni og eygleitt leikin. Men tá ið Javnaðarflokkurin fer so langt til høgru, og er so samdur við Sambandinum, kann ein spyrja seg sjálvan, hvat ein fer at velja tá ið avtornar. Nú kanst tú akkurát tað sama velja Sambandið, heldur Jógvan.
Men, hvussu kanst tú so kalla teg sjálvan javnaðarmann?
- Tað kann eg, tí Javnaðarflokkurin eigur ikki patentið upp á flokkin. Hetta er ein arbeiðaraflokkur. Eg eri á tí støði, sum ein altjóða linja setir til ein arbeiðaraflokk. Eg eri her, um teir hava tørv á mær. Men tað tykist, sum teir kanska ikki hava brúk fyri mær. Tað er heldur ikki óvanligt, at tú glíðir burtur ímillum. Men tá ið val er, so ert tú nóg góður til at heingja plakatir og annað skrambul upp...
Men kennir tú teg ikki misnýttan?
- Jú, men tað gerst tú javnan í politikki. Summar tíðir sveimar tú, meðan aðrar tíðir ert tú ómetaliga einsmallur.
Ert tú einsamallur í dag?
- Ja, politiskt...
Høgni gingin ov nær
Jógvan Mørkøre er kortini vísur í, at tað kring landið eru fleiri, sum eru fullveldissinnað. Og sum vilja hava samráðingarnar lidnar áðrenn støða verður tikin.
- Hví skal alt skúmast upp um skiftistíðin skal vera fýra ella tíggju ár. Eg sigi, at »Nyrup har sagt saa meget«.
Men føroyski Javnaðarflokkurin hevur jú uttan stórvegis mótmæli tikið undir við hørðu kósini hjá Nyrup?
- Ja, og eg fari at umhugsa, um eg framhaldandi skal vera í Javnaðarflokkinum, sigur Jógvan Mørkøre, sum kundi hugsa sær at vita, hvaðani vøksturin í undirtøkuni fyri Javnaðarflokkin stavar. Um tað eru broytingarsinnaðar ella sambandssinnaðar atkvøður, ið leggjast afturat.
Er Javnaðarflokkurin ein sambandsflokkur?
- Eg veit ikki, hvat hann er!
Hvat eigur hann at vera?
- Eg havi skilt tað soleiðis, at stevnuskráin hjá Javnaðarflokkinum vísti á, at tú skuldi taka yvir ábyrgd so hvørt sum ráðini vóru til tess. Og eg haldi, at vit skulu byrja at taka yvir nú.
Er tað ikki tað, ið landsstýrið leggur upp til?
- Jú. Eg haldi, at mann hevur hug at heingja ta klisjeðina upp á Høgna Hoydal, sum Ellindur Paturson hevði. Talað varð um, at hann næstan gekk við øks og skuldi høgga á stokkin. Men trupulleikin hjá Javnaðarflokkinum er tann, at Høgni Hoydal og tey eru komin ov tætt at tí, sum Javnaðarflokkurin vildi upp undir valið. Og nú hevur mann hug at finna út av, at nokk so nógv fólk eru eitt sindur ivingarsom.
Er hugsanin hjá Javnaðarflokkinum: Flokkur fram um land?
- Ja. Men soleiðis er tað kanska í teimum flestu flokkunum í landinum. Hugsað verðu ikki, hvat er best fyri fólkið, men havt er best fyri flokkin. Og tað er líkamikið, hvat teir billa fólki inn upp undir val. At fólkið so hoppar upp á teirra glæstrimyndir hvørja ferð, tað er ein onnur søga.
Hevur tú ikki skyldu at gera vart við tína ónøgd við Javnaðarflokkin?
- Jú, og tað haldi eg eisini, at eg geri. Í hvussu so er her norðuri.
Nyrup vil ræða
Nyrup hevur ofta verið harður í orð og gerð mótvegis føroyingum. Nú tosar hann nógv um familjubond, felags søgu og virðing fyri hvørjum øðrum. Hvussu tulkar tú tað?
- Mær dámar ikki persónin, Poul Nyrup. Jóannes Eidesgaard segði einaferð við meg, at hann hevði hoyrt, at eg var so harður. Men eg eri somikið bleytur, at eg hevði ikki viljað verið í familju við Nyrup. Mær dámar ikki hansara hátt. Hann er øgiliga hástórur. Hugsar tú ikki sum hann, so kanst tú bara fara á dyr. Nei, Nyrup hevur ikki verði penur mótvegis føroyska Javnaðarflokkinum; serliga ikki móti Maritu Petersen. Og eg trúgvi ikki einum orði, sum Nyrup sigur. Hann sigur eitt í dag, og eitt annað í morgin. Tí vænti eg, at sum frá líður fáa vit nógv longur skiftistíð. Hatta við teimum fýra árunum, var bara nakað Nyrup smekkaði út fyri at fáa okkum at hoykna í knøunum. Vit skulu bara taka tað róligt.
Støðufesti og arbeiðssemi
Hvat heldur tú um, at aftursvarini til Nyrup frá føroyska Javnaðarflokkinum hava verið sera hóvlig?
- Ja, Jóannes segði hóast alt, at atburðurin hjá Nyrup var óheppin.
Men, tað vóru ikki slík mjúk orð, Jóannes brúkti um samráðingarnevndina úr sínum egna landi?
- Nei, og eg haldi sjálvur, at tað er øgiliga býtt av javnaðarfólki at sita og gera politiskt agn fyri Sambandsflokkin.
Jóannes Eidesgaard hevur sagt, at fullveldisstríðið kann tykjast sum ein religión. Men er ríkisfelagsskapurin ikki vorðin ein átrúnaður fyri tey, sum umboða tín flokk í dag?
- Tað er við politiskum flokkum, sum við rørslum. Rørslurnar eru so ymsikar á máli um, hvat ið tað er at vera frelstur. Mær dámar best týpuna, sum er støðuføst, erlig og reiðilig og arbeiðssom í gerandisdegnum.
Er tað ein navnaseðil, sum tú kanst seta á tey, sum umboða Javnaðarflokkin á tingi í dag?
- Eg veit ikki. Eg kenni tey so illa. Mær dámar væl Katrina Dahl Jacobsen. Hon tykist álítandi. Men Hans Paula Strøm skilji eg als ikki. Kanska er hann á so høgum støði, at eg og onnur vanlig javnaðarfólk ikki skilja tað málið, sum hann tosar. Hann er á so høgum akademiskum støði, at kanska bert onkur akademiskur tjóðveldismaður skilur hann.
Men tjóðveldismaður er hann ikki?
- Nei, tað síggi eg á skrivingini hjá honum. Mangt kann undra. Vit í Javnaðarflokkinum fingu eitt broytingarsinnað upplegg, sum vit skuldu fortelja fólki frá undir valstríðnum seinast, men nú kann Hans Pauli Strøm vera so sambandssinnaður, sum hann er. Eg skilji tað bara soleiðis, at hetta er flokspolitisk broyting, sum er komin aftaná.
Ein akademikaraflokkur
Jógvan Mørkøre sáar iva um, hvussu samd javnaðarfólk eru. Hetta hóast tað er vanligt, at flokkurin letur almenningiun skilja, at landsfundir altíð verða hildnir í sátt og semju.
- Nógv av teimum tjóðskaparsinnaðu javnaðarfólkunum hava ikki møtt til landsfund. Tað er sambandsvongurin, sum hevur verið á hesum landsfundum. Tað kundi hent, at broytingarsinnaði vongurin verður nógv størri enn sambandsvongurin, næstu ferð vit fara á val. Men nú er sambandsvongurin umboðandi, við formanninum á odda! Og Jóannes Eidesgaard hevur tvinnar trolbanar. Hann hann velja at halda seg tættari at sambandinum, og lukkast tað ikki, so kann hann halda seg eitt sindfur tættari at Høgna Hoydal, um tað nú lukkast betur. Men í løtuni hevur man valt ríkisfelagsskap. Fyri at yvirliva.
Hvat siga hugtøkin, javnaður, frælsi og brøðralag tær. Við serligum denti á frælsi?
- Tá eg hoyri hasi orðini, hugsi eg um Lech Walensa. Hann hevur verið ein fyrimynd hjá mær. Tí hann tordi at offra seg í stríðnum, hóast vánaligu liviumstøðurnar hjá teimum ungu har í mun til okkara ungu. Hann hevur mangan verið einsamallur, men kortini tort at havt sínar meiningar. Hóast skipanin royndi at fáa hann av vegnum, tí hann varð hildin at vera vandamikil. Vegurin til frælsi kann vera vandamikil hjá slíkum monnum. Og hann kann gerast tær dýrur...
Tann polska offurviljan, kennir tú hann afur í tí føroyska Javnaðarflokinum?
Nei. Eg haldi, at flokkurin er vorðin ein akademikaraflokkur. Røturnar í arbeiðs- og fiskimanninum vanta.
Nyrup má vera ómøguligur
Fara frælslynt javnaðarfólk í Føroyum at fylkjast?
- Nógv sita og bíða. Og tað kundi hent seg. Og hvat so, um hesir persónar eru sterkir og hava mussaskøðið á rætta staði. So verður spurningurin, um ikki tann við bestu argumentunum og tann, sum dugir best at tosa, fer at fáa undirtøku. Fyri mítt viðkomandi kann eg siga, at ongin danskur statskassi hevur hjálpt okkum at fáa kommunuskuldina í Hósvík niður. Tað er eitt gott argument. Soleiðis trúgvi eg eisini, at vit eiga at hugsa á landshøpi. Duga vit føroyingar ikki at finna eina niðurstøðu, og gera vit ikki broytingar, so fara danir at gera tær. Teir fara at smoyggja hesar broytingar yvir høvdið á okkum, og so mugu vit finna út av at liva við teimum. Og blokkurin verður avtikin eftir nøkrum árum, tí danir kanska ikki hava ráð at breyðføða sínum egnu.
Er føroyska tjóðskaparstríðið ein spurningur um persónar?
- Eg haldi tað heilt vist, ja. Eg haldi, at Nyrup er noyddur at vera ómøguligur. Hann fekk seg so illa royndan av Høgna Hoydal sum journalisti tann tíð tað var, at tað smakkar honum illa bara at síggja í fjesið á honum. Mangur føroysku politikari øtaðist eisini av tí, sum kom fram av teimum trimum sendingunum um bankamálið.
Fellur føroyska fullveldið, og politiska avleiðíngin av tí verður, at landsstýrið fer frá, hvussu fer eitt møguligt uppskot frá Javnaðarflokkinum og Sambandsflokkinum um ríkisrættarligar broytingar at síggja út?
- Tað kemur onki uppskot. Teir vera als ikki samdir. Nú fari eg at brúka orðini hjá Heina í Kunoy: Hatta er tað bera spæl fyri gallarínum. Jóannes og Edmund verða ikki samdir. Hendir tað, so skulu vit hava eitt eyka nýttár...
Læra ikki at gera fortreð
Fert tú sjálvur at atkvøða nei fyri fullveldið, um tað verður tilmælið frá Javnaðarflokkinum?
- Eg atkvøði ja fyri fullveldinum. Tað havi eg langt síðani gjørt mær greitt. Eg ætlaði mær annars at bíða við at taka støðu til vit vistu meira um skiftistíð. Men, sum orðaskiftið er vorðið, tori eg at fara út og siga, at eg avkvøði ja.
Hvussu fer tann sambandssinnaða kósin hjá Javnaðarflokkinum at ávirka tann føroyska Javnaðarflokkin í søgubókunum?
- Eg vænti, at flokkurin fer í tvíningar av tí. Eg ímyndi mær, at ein partur fer við teimum yngru vinstrahallu í Tjóðveldisflokkinum.
Hvat skulu vit læra børn okkara at tey eru, føroyingar, danir, ella okkurt heilt triðja?
- Tað er ringt at siga. Men tú mást til tíðir siga frá, at okkurt ikki ber til. Viðhvørt ert tú á tí lítla vonginum, og tað kundi kanska verið nógv stuttligari at verið í tí størra bólkinum, sum er so rættur at vera í akkurát tá. Hóast tey í tí bólkinum ikki hava rætt. Børn skulu læra, fyrst og fremst at veita eina hjálpandi hond. Og eru tey ikki samd, so skulu tey halda seg burtur. Ikki gera fortreð. Vit munnu ikki billa børnunum inn, at landið bara er ein gullkista, sum fyllist av sær sjálvari. Tað er stríð og sveitti hjá hvørjum einstøkum, sum fyllur kistuna. Tað liggur tíverri í okkum føroyingum, at vit altíð skulu hava hjálp, tí tað er so synd í okkum. Tá rópar man um solidaritet og um at hjálpast at. Men tá ið tað gongur gott, so skíta vit á rest.
Ótrúverdug andstøða
Onkur hevur sagt, at føroyska samráðingarnevndin berjist á tveimum herðmótum; móti væl brynjaðu donsku stjórnini og móti sínum egnu landsmonnum - sambandsmonnum og javnaðarmonnum. Er tað so?
- Ja, men viðhvørt er tað neyðugt at berjast á tveimum herðmótum. Men tú mást velja, ikki at taka annan partin í fullum álvara. Eg spyrji, hvat ætlar føroyska andsstøðan at gera? Eg trúgvi ikki upp á hendan blanko-kekkin frá ríkisfelagsskapsfólkunum. Danskir veljarir eru karvandi troyttir av hesum oyggjunum. Hann fer kanska at krevja at sleppa av við tær. Hetta eiga vit at gera okkum greitt. Vit munnu vera til reiðar at bróta upp um ermar og fara til verka. Hygg eftir samfelagnum. Tað ber væl til at lækka livistøðið. Far inn á dekkið á Smyrli. Har eru ikki nógvir gamlir bilar. Og nú skulu sethúsalánini tiðnast upp. Tað er øgiligt. Men tað mest øgiliga er, at uttan fyri flestu húsini hjá hesum føroyingum standa spildurnýggir bilar. Hetta er søgan um blokkin enn einaferð. Vit fáa eina forlorna trygd við slíkari hjálp...










