Fyri eini løtu síðani legði ein grind beinini í Tjørvuvík. Talan var um eina grind, sum varð funnin klokkan sjey í morgun, 16 fjórðingar norður úr Eiðiskolli í morgun.
Men tað hevur gingið væl at reka og nú hevur hon lagt beinini í Tjørnuvík. Sýslumaðurin, Jacob Vestergaard, sigur, at hvalirnir verða nú sleipaðir til Víkar, har teir verða merktir og skiftir, men enn er ov tíðliga at siga, hvussu hon verður býtt, og nær seðlarnir koma út.
Fólk, vit hava tosað við norðanfyri, siga, at tað er heilt nógv grind til. Grindin, sum legði beinini í Tjørnuvík, verður leysliga mett til at vera einir 60-70 hvalir.