. Eftir loknan bachelor í búskaparfrøði á Fróðskaparsetri Føroya í summar, flutti Barbara til Danmarkar at nema sær kandidatútbúgving eisini í búskaparfrøði á Universitetinum í Keypmannahavn. Afturat [...] fólkatingsvalinum í fjørsummar fekk ikki færri enn 392 atkvøður, og gjørdist nummar trý á listanum hjá Javnaðarflokkinum. Hóast ungan aldur, hevur Barbara longu nógv ár á baki í politikki, bæði í Javnaðarflokkinum [...] Råd, og í heyst enntá varð boðin at luttaka á International Visitor Leadership Programme í USA, saman við ungum og spírandi leiðarum úr øllum heiminum. Barbara hevur eisini sitið sum forkvinna í Meginfelag
Fab Lab í Vágs Skúla hevur nú fingið altjóða góðkenning, og sostatt er tað eisini á listanum yvir tey FabLab, sum hava altjóða góðkenning. Í tíðindaskrivi í dag verður upplýst, at FabLab í Vágs Skúla er [...] er fyrsta góðkenda FabLab í einum føroyskum fólkaskúla og annað góðkenda FabLab í Føroyum. Tað fyrsta góðkenda FabLab er á Midnámi í Kambsdali. – Vit fingu at vita, at tað vanliga tekur 1-2 ár at fáa altjóða [...] skúlanæmingum í Vágs Skúla. Men ætlanin er tó eisini at hava eina almenna upplating av FabLab í Vágs Skúla, og hetta eru vit farin undir at fyrireika, nú vit gera ymiskar broytingar í hølunum í skúlanum, sigur
góður, er komin inn í stovnin. Vísitalið fyri nøgdina av svartkjafti er minkað við 26%, skrivar hav.fo. Í farnu viku vóru úrslitini frá felags sildakanningunum í Norskahavinum fyrr í vár viðgjørd av luttakandi [...] londunum – Føroyum, Danmark, Íslandi og Noregi. Høvuðsniðurstøðan er, at vísitalið fyri stovnin er minkað við 13%, frá 4,87 mió. tonsum í fjør til 4,25 mió. tons í ár (Mynd 1). Hóast minking í stovninum [...] var hitin í ovastu 200 m lægri enn miðal seinastu 25 árini, og nakað minni var at síggja av djóraæti í mun til í fjør, skrivar Havstovan á hav.fo. Russar eru eisini við í felagskanningunum, og hava ábyrgd
um, hvussu tjóðirnar skulu bólkast í undankappingini, har tað skal finnast fram til, hvørji skulu taka lut í HM endaspælinum í 2022, sum verður í Qatar um tvey ár ella í døgunum frá 21. november og fram [...] Føroyar eru í fimta av seks styrkisbólkum. Saman við Føroyum eru Armenia, Kypros, Aserbadjan, Estland, Kasakstan, Kosovo, Lettland, Litava og Andorra. Síðani Føroyar í 1990 og 1991 fyrstu ferð vóru í EM undankapping [...] ng hava Føroyar luttikið í átta EM undankappingum og sjey HM undankappingum. Í hesum 15 undankappingunum hava Føroyar verið í bólki saman við næstan øllum teimum, sum nú eru í styrkisbólki eitt. Undantøkini
Tað skrivar SEV í tíðindaskrivi eftir eykaaðalfundin í dag: Tá koronufarsóttin í vár av álvara gjørdist veruleiki í Føroyum, setti SEV alt fyri eitt tiltøk í verk, fyri at verja veitingartrygdina. Samstundis [...] eftirspurningin eftir elorku í samfelagnum. Á eykaaðalfundi seinasta heyst boðaði nevndin frá møguligari príshækking í 2021. Eykaaðalfundurin samtykti tó í dag tilmæli frá nevndini í SEV um ikki at hækka elprísin [...] komandi ár óbroyttur í mun til í ár. Samtykt varð at játta felagnum loyvi at útvega sær 1,2 mia. kr. í fígging av framtíðaríløgum. Bróðurparturin av hesi fígging er ætlaður pumpuskipan í Vestmanna, sum hevur
tær ein túr gjøgnum Eysturoyartunnilin í morgin? - Sjálvandi. Eri boðin við til hátíðarhaldið niðri við rundkoyringina í morgin, har teir fýra borgarstjórarnir í kommununum við tunnilsmunnarnar eisini [...] Røðurnar verða í mesta lagi fýra minuttir í part, siga fyrireikararnir. Tað verður ein avbjóðing. Annars havi eg við loyvi frá tunnilsfelagnum koyrt ígjøgnum tunnilin nakrar ferðir í almennum/ kommunalum [...] borgarstjóri í Runavíkar kommunu. Hvat heldur tú um hesa útbygging av vegakervinum? - Hvør króna, sum er brúkt til undirstøðukervið í Føroyum, hevur verið við til at ment hetta landið til at vera millum
eisini verið í minking, helst í fleiri ár. Tí hava tey á grannastevnu í Skúvoy gjørt av, at hvørt húsarhald í mesta lagi kann taka 150 lírar í vertíðini. Hóast lírin eisini hevur verið fyri minking í Skúvoy [...] vit nøkur ár aftur í tíðina, varð líri tikin á kvøldi á ávísum plássum, har skrápur reiðrast, men í dag er lítil líraveiða í vertíðini yvirhøvur. Seinnu árini hevur nakað verið tikið í Stóru Dímun, men talan [...] smáar nøgdir til húsbrúks. ##med2## Í Skúvoy, sum helst eigur besta líralandið í Føroyum, verður nakað væl meira tikið, og her verður gingið eftir líra á kvøldi við lykt í eina viku. Men, skrápurin hevur eins
Norðurlendska Ráðharraráðnum varð viðgjørd í november í fjør. Umsóknin varð í fyrstu syftu ikki gingin á møti. Orsøkin var, at viðurskiftini millum Føroyar og Danmark í mun til Ríkisfelagsskapin og grundlógini [...] sjálvstøðugan limaskap í Norðurlandaráðnum, men heldur vil danska stjórnin stuðla meira eyðsýndum føroyskum leikluti í Ráðharraráðnum. Føroyska umsóknin um sjálvstøðugan limaskap í Norðurlandaráðnum og [...] loyvir Føroyum at gerast sáttmálapartur í galdandi Helsingforsavtaluni, meðan Danmark framvegis er limur. Ríkið kann bert hava eina atkvøðu, og Føroyar kunnu ikki virka sum sjálvstøðu partur í mun til
møguliga sólglottar. Í kvøld og í nátt strúkur í vindi upp í skrið av suðri og landsynningi, 13 til 18 m/s, fyri tað mesta skýggjað og okkurt æl. Hitin millum 3 og 8 stig. Í morgin Strúkur í vindi ella skrið [...] hátrýst stendur mest sum í stað yvir Skandinavia, meðan í Atlantshavinum er fleiri lágtrýst á veg í ein norðan vestan fyri Ísland. Leygardagin fer eitt veikt brúgvalag fram við Føroyum av vestri, og síðani [...] ein streymur av útsynningi við onkrum ælum. Í dag Andøvsgul upp í ein strúk av suðri og landsynningi, 8 til 13 m/s, sum út á dagin øtlar í stívt andøvsgul upp í hvassan vind av suðri og landsynningi, 10
gongur gott í í búskapinum. Tølini peika rætta vegin og vit hava høgan búskapavøkstur, sigur Sverri Hansen, formaður í Búskaparráðnum. Búskaparráðið hevur í dag lagt fram heystfrágreiðing sína. Í mun til [...] hægri í ár enn í fjør. Slík sveigg í laksaprísinum gera tað sjálvandi verri hjá okkum at meta um føroyska búskaparvøksturin, sigur Sverri Hansen. Búskaparráðið ávarar tó enn einaferð um, at vit í Føroyum [...] búskapurin ikki verður yvirhitaður. Gongdin í búskaparvøkstrinum seinastu árini hevur verið, at búskaparvøksturin var 5,8 prosent í 2014, 6,2 prosent í 2015, 8,5 prosent í ár og 4,1 prosent komandi ár. Hesi tølini