Líradagur er 26. august, og tá plagdu teir gomlu á ávísum fuglaplássum kring landið at draga líra við lírakróki. Skrápur, sum er gamli fuglurin, eigur í djúpum holum – í bakka og stórum urðagróti. Líri er feitur og vælsmakkandi fuglur, men hann snikar ikki sum nátungi.
Lírin fer nú at verða floygdur, og teir eru byrjaði at flúgva úr bakkanum og út á hav. Tað merkir, at nú er tíð at taka líra við lykt í kvøldarmyrkrinum, og hetta er ungi, ið er so mikið búgvin, at hann kemur út úr holu síni at royna sínar veingir.
Fer ungin ikki á flog, fer hann inn aftur í holu sína - helst saman við skrápinum, sum um kvødið kemur aftur at landi við føði. Soleiðis ger ungin nøkur kvøld, til hann at enda kennir á sær, at nú kann ferðin út av tromini byrja.
Fara vit nøkur ár aftur í tíðina, varð líri tikin á kvøldi á ávísum plássum, har skrápur reiðrast, men í dag er lítil líraveiða í vertíðini yvirhøvur. Seinnu árini hevur nakað verið tikið í Stóru Dímun, men talan er bert um smáar nøgdir til húsbrúks.
##med2##
Í Skúvoy, sum helst eigur besta líralandið í Føroyum, verður nakað væl meira tikið, og her verður gingið eftir líra á kvøldi við lykt í eina viku. Men, skrápurin hevur eins og annar sjófuglur eisini verið í minking, helst í fleiri ár.
Tí hava tey á grannastevnu í Skúvoy gjørt av, at hvørt húsarhald í mesta lagi kann taka 150 lírar í vertíðini. Hóast lírin eisini hevur verið fyri minking í Skúvoy, kann ein maður fáa upp í 150-170 lírar í eitt kvøld, tá tað vignast best.
Veiðan eftir líra er á fleiri plássum vorðin søga.