Um góðar tvær vikur – mánadagin 7. desember – verður tað drigið um, hvussu tjóðirnar skulu bólkast í undankappingini, har tað skal finnast fram til, hvørji skulu taka lut í HM endaspælinum í 2022, sum verður í Qatar um tvey ár ella í døgunum frá 21. november og fram til 18. desember 2022.
Føroyar eru í fimta av seks styrkisbólkum. Saman við Føroyum eru Armenia, Kypros, Aserbadjan, Estland, Kasakstan, Kosovo, Lettland, Litava og Andorra.
Síðani Føroyar í 1990 og 1991 fyrstu ferð vóru í EM undankapping hava Føroyar luttikið í átta EM undankappingum og sjey HM undankappingum. Í hesum 15 undankappingunum hava Føroyar verið í bólki saman við næstan øllum teimum, sum nú eru í styrkisbólki eitt. Undantøkini eru Ongland og Kroatia.
Undan hvørjum lutakasti hevur tað verið vónað, at tað skuldi laga seg soleiðis, at Føroyar og Ongland vóru í sama bólki. Higartil hevur tað ikki lagað seg soleiðis. Nú fæst tað at síggja, hvussu tað verður um tvær vikur.
HM undankappingin verður avgreidd í 2021. Um Føroyar vera í bólki við seks liðum, vera tað tíggju HM undankappingardystir í 2021. Um Føroyar vera í bólki við fimm liðum, vera tað átta HM undankappingardystir í 2021.
Undankappingardystirnir eru settir at vera spældir frá 24./25. mars og fram til 14./16. november 2021.
Pot 1: Belgium, France, England, Portugal, Spain, Italy, Croatia, Denmark, Germany, Netherlands
Pot 2: Switzerland, Wales, Poland, Sweden, Austria, Ukraine, Serbia, Turkey, Slovakia, Romania
Pot 3: Russia, Hungary, Ireland, Czechia, Norway, Northern Ireland, Iceland, Scotland, Greece, Finland
Pot 4: Bosnia, Slovenia, Montenegro, North Macedonia, Albania, Bulgaria, Israel, Belarus, Georgia, Luxembourg
Pot 5: Armenia, Cyprus, Faroes, Azerbaijan, Estonia, Kazakhstan, Kosovo, Lithuania, Latvia, Andorra
Pot 6: Malta, Moldova, Liechtenstein, Gibraltar, San Marino
Lutakastið verður mánadagin 7.desember í Zürich.










