Danskur ráðharri: Grundlógin ein forðing fyri Føroyar

Føroyskur limaskapur í Norðurlandaráðnum hevur verið til umrøðu aftur.

Føroyskur limaskapur í Norðurlandaráðnum hevur aftur verið og vent á Fólkatinginum, har Sjúrður Skaale, fólkatingslimur, hevur fingið svar upp á fyrispurning.

 

 

Danski ráðharrin fyri norðurlendskum samstarvi, Karen Elleman, sigur, at vit skulu ikki vænta nakran sjálvstøðugan limaskap í Norðurlandaráðnum, men heldur vil danska stjórnin stuðla meira eyðsýndum føroyskum leikluti í Ráðharraráðnum. 

 

 

Føroyska umsóknin um sjálvstøðugan limaskap í Norðurlandaráðnum og Norðurlendska Ráðharraráðnum varð viðgjørd í november í fjør. Umsóknin varð í fyrstu syftu ikki gingin á møti. Orsøkin var, at viðurskiftini millum Føroyar og Danmark í mun til Ríkisfelagsskapin og grundlógini máttu avklárast fyrst.

 

 

 

 

- Eg havi sóknast eftir hesari avkláring og spurdi tí donsku stjórnina eftir henni í farnu viku. Karen Ellemann, danski ráðharrin fyri norðurlendskum samstarvi, hevur nú svarað spurninginum, sigur Sjúrður Skaale í tíðindaskrivi. 

 

 

 

 

 

 

Og greitt er, at Føroyar ikki kunnu vænta stuðul frá Danmark, tá ið umræður sjálvstøðugan limaskap, tí tað er í stríð við grundlógina og við Helsingforsavtaluna.

 

 

 

 

- Stjórnin stuðlar føroysku ynskinum um eina sterkari støðu fyri Føroyar í norðurlendska samstarvinum. Hetta má tó eisini gerast innan fyri grundlógarinnar karmar, ið ikki loyvir Føroyum at gerast sáttmálapartur í galdandi Helsingforsavtaluni, meðan Danmark framvegis er limur. Ríkið kann bert hava eina atkvøðu, og Føroyar kunnu ikki virka sum sjálvstøðu partur í mun til Danmark, sigur Karen Ellemann í svari sínum.

 

 

 

– Stjórnin hevur lovað at arbeiða fyri hesum, og tað ætli eg mær sjálvsagt at fylgja við í, sigur Sjúrður Skaale í tíðindaskrivi. 

 

 

 

 

 

- Uttan mun til, hvør almenna støðan hjá donsku stjórnini er, so eru søguliga fleiri sigandi dømi um, at grundlógin ikki er ein forðing, tá ið konkret mál krevja eina politiska loysn. Hetta ætli mær framhaldandi at nýta øll hóskandi høvi at vísa á, sigur Sjúrður Skaale í tíðindaskrivinum í dag.