Vágbingar fáa altjóða góðkenning

Skúlin er fyristi fólkaskúli í landinum, sum hevur eitt FabLab við altjóða góðkenning

 

Fab Lab í Vágs Skúla hevur nú fingið altjóða góðkenning, og sostatt er tað eisini á listanum yvir tey FabLab, sum hava altjóða góðkenning.

Í tíðindaskrivi í dag verður upplýst, at FabLab í Vágs Skúla er fyrsta góðkenda FabLab í einum føroyskum fólkaskúla og annað góðkenda FabLab í Føroyum. Tað fyrsta góðkenda FabLab er á Midnámi í Kambsdali.

– Vit fingu at vita, at tað vanliga tekur 1-2 ár at fáa altjóða góðkenning sum eitt FabLab, men hóast vit bara hava verið ígongd í nakrir mánaðir fingu vit í farnu viku góðkenningina og eru nú skrásett sum eitt altjóða góðkent FabLab, sigur Tina Grønbeck Tausen, leiðari á FabLab í Vágs skúla.

– Fyri okkum gevur hetta nýggjar møguleikar, tí nú eru vit ein góðkendur partur av einum heimsumfatandi netverki av FabLab’um, sum bæði førir við sær atgongd til vitanarspjaðing og at FabLab í Vágs Skúla verður sjónligt fyri fólk, sum ferðast runt Heimin til FabLab at arbeiða og vegleiða, sigur Tina Grønbech Tausen.

FabLab í Vágs Skúla er longu tikið í nýtslu og verður dagliga brúkt av skúlanæmingum í Vágs Skúla. Men ætlanin er tó eisini at hava eina almenna upplating av FabLab í Vágs Skúla, og hetta eru vit farin undir at fyrireika, nú vit gera ymiskar broytingar í hølunum í skúlanum, sigur Tina Grønbeck Tausen. 

Fab Lab stendur fyri Fabrications laboratory og tað er ein talgild verkstova, har endamálið er at veita næmingum, lærlingum og almenninginum, møguleika fyri at sniðgeva næstan hvat sum helst, og at fáa tað framleitt sum frumsnið, ella prototypu.

FabLab í Vágs Skúla er ein opin verkstova, sum er fyri næmingarnar í Vágs Skúla, og fyri almenninginum annars, sum hava hug at virka á verkstovuni.