Eitt sterkt hátrýst stendur mest sum í stað yvir Skandinavia, meðan í Atlantshavinum er fleiri lágtrýst á veg í ein norðan vestan fyri Ísland. Leygardagin fer eitt veikt brúgvalag fram við Føroyum av vestri, og síðani emur ein streymur av útsynningi við onkrum ælum.
Í dag
Andøvsgul upp í ein strúk av suðri og landsynningi, 8 til 13 m/s, sum út á dagin øtlar í stívt andøvsgul upp í hvassan vind av suðri og landsynningi, 10 til 15 m/s. Okkurt æl og møguliga sólglottar. Í kvøld og í nátt strúkur í vindi upp í skrið av suðri og landsynningi, 13 til 18 m/s, fyri tað mesta skýggjað og okkurt æl. Hitin millum 3 og 8 stig.
Í morgin
Strúkur í vindi ella skrið av landsynningi, 13 til 18 m/s, sum makar vindin niður í andøvsgul upp í ein strúk av landsynningi og suðri, 8 til 13 m/s. Sólglottar, men okkurt æl. Hitin millum 3 og 7 stig.
Fríggjadagin
Gul til stívt andøvsgul av suðri, 5 til 10 m/s. Sól í løtum, men okkurt ælið. Um kvøldið og náttina í støðum upp í strúk í vindi av suðri og útsynninig, 13 m/s. Sum frá líður skýggjað og regn. Hitin millum 3 og 7 stig.
Leygardagin
Lot til andøvsgul av vestri, 3 til 8 m/s, eitt skifti av ymsum ættum undir 6 m/s. Um náttina gul til stívt andøvsgul av útsynningi, 5 til 10 m/s. Samdrigið og hitin millum 2 og 7 stig.
Sunnudagin
Gul til stívt andøvsgul av útsynningi, 5 til 10 m/s. Samdrigið og okkurt æl. Hitin millum 5 og 8 stig.
Mánadagin
Gul til stívt andøvsgul av útsynningi og suðri, 5 til 10 m/s. Samdrigið og hitin millum 5 og 8 stig.