Sjálvandi fari eg at brúka tunnilin

- Eftir hetta fari eg ikki ta longu leiðina um Sundalagið uttan so, at eg havi ørindir í tí økinum, sigur borgarstjórin í Runavíkar kommunu.

 

Ætlar tú tær ein túr gjøgnum Eysturoyartunnilin í morgin?

- Sjálvandi. Eri boðin við til hátíðarhaldið niðri við rundkoyringina í morgin, har teir fýra borgarstjórarnir í kommununum við tunnilsmunnarnar eisini skulu flyta fram hvør sína røðu. Røðurnar verða í mesta lagi fýra minuttir í part, siga fyrireikararnir. Tað verður ein avbjóðing. Annars havi eg við loyvi frá tunnilsfelagnum koyrt ígjøgnum tunnilin nakrar ferðir í almennum/ kommunalum ørindum. Í mun til fyrstu ferðina og nú, tá komandi borgarstjórarnir við tunnilsmunnarnar vitjaðu tunnilin í gjár, er nógv arbeitt, og er hann nú serstakliga snøggur.

Tað sigur Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Runavíkar kommunu.

Hvat heldur tú um hesa útbygging av vegakervinum?

- Hvør króna, sum er brúkt til undirstøðukervið í Føroyum, hevur verið við til at ment hetta landið til at vera millum tey fremstu í heiminum. Henda íløga er kanska størsta lopið í so máta. Hetta kervið fer at flyta okkum langt fram á leið. Trong provinsiell hugsan fer spakuliga at dvína, og vit fara í størri mun at hugsa um okkum sjálvi, sum eitt fólk. Tøk arbeiðsmegi fær størri møguleikar – bæði hesu megin og hinu megin - og umhvørvisliga fara vit at brúka væl minni av orku til tess at flyta okkum úr einum staði í annað.

Kann tað hugsast, at tú fert at brúka Eysturoyartunnilin sum farleið?

- Sjálvandi. Eftir hetta fari eg ikki ta longu leiðina um Sundalagið uttan so, at eg havi ørindir í tí økinum. Ein borgarstjóri vitjar tíðum í høvuðsstaðnum, og tá man júst er valdur at standa fyri kommunala myndugleikanum í Runavíkar kommunu næstu fýra árini, verið eg títtur gestur undir Tangafirði. Fleiri ferðir um vikuna, og um nøkur tíð er uttan fyri arbeiðstíð hjá einum borgarstjóra, so havi eg eisini brúk fyri hesi farleiðini í privatum regi - og av góðum grundum, sigur borgarstjórin í Runavíkar kommunu, Tórbjørn Jacobsen.