Sumba og á Tvøroyri boð um, at freistin verður ikki longd. ? Tað kom óvart á okkum, at freistin ikki kundi longjast nakrar dagar. Serliga kom tað óvart á okkum, tí hann var positivur tá ið vit spurdu hann [...] síðani, sigur Kristin Michelsen, borgarstjóri á Tvøroyri. Hann ásannar, at tað hevur drigið út, men nú høvdu kommunustýrini sett sær fyri at fingið ferð á ætlaðu samanleggingina og ætlanin var at avgreiða [...] vísir á, at fleiri aðrar samanleggingar eru gjørdar norðanfyri, so leisturin er gjørdur. Skulu Sumba og Tvøroyri leggja saman, er tað at kalla bara at skifta nøvnini út í teimum sáttmálum, sum eru gjørdir
Føroyar luttóku sum eygleiðari á áttanda millumtjóðafundi at seta á stovn NPRFMO, og er avgerð nú tikin um at royna at gerast limur í hesum felagsskapi. Avgerðin er grundað á, at Føroyar skulu viðvirka til [...] Løgtingið undir við hesum, hava vit fyri 2010 tryggjað okkum 62.000 tons av rossamakreli umframt makrel sum hjáveiði. Hetta er eitt virði á umlleið 300 milliónir krónur. Vit ynskja nú eisini at koma upp í part [...] - Sum partur av okkara altjóða tilfeingisstrategi er avgerð nú tikin um at gerast limur í fiskiveiðisamstarvinum fyri Norðurkyrrahavið, sigur Jørgen Niclasen, uttanríkisráðharri. Føroyar miða eftir at
Tá veitingin onkuntíð svíkur, eru diesel-drivnir motorar tiltaksorkan í býnum. Nú fær býurin eina battarískipan, sum er sett saman av seks bingjum og hevur eina orku á seks megawatt. Goymslukapasiteturin [...] einki útlát skal hava í samband við streymveiting. - Vit fara at hyggja eftir, hvat gerast kann lokalt, eitt nú við sól, vindi og jarðhitaorku, og vit fara eisini at hyggja eftir, um tað ber til at flyta [...] Í Longyearbýnum á Svalbard taka tey nú fyrsta stigið burtur frá kolaorku, soleiðis at minkast kann um útlátið til orkuveiting. Soleiðis, sum støðan er í býnum í dag, er Longyearbýurin púrast knýttur at
tikin til allar fakbólkar, og tí hevur stjórin á Landssjúkrahúsinum sera ilt við skilja, hví sjúkrarøktarfrøðinganir nú kenna seg skúgvaði til viks, og nú taka eitt so ógvusligt stig, sum at fara í verkfall [...] um áðrenn. Tí fara vit heldur ikki at geva eftir fyri trýstinum frá fakfelagnum hjá sjúkrarøktarfrøðingunum hesuferð, sigur Poul Geert Hansen Hann dugir ikki at síggja, at leiðslan á Landssjúkrahúsinum [...] hetta kann koma at seta tey í eina sera keðiliga støðu, sigur stjórin á landssjúkrahúsinum. Gerðarætt Sum Poul Geert Hansen skilur, eru vaktartilbúgvingarnar ikki hóttar av verkfallinum enn, so lívshóttandi
um, at onki verður gjørt við skúlan á Ziskatrøð í ár vegna tørv á handverkarar. - Hatta dámar mær lítið. Tí mín uppgáva var at skaffa pengarnar, og nú teir eru har, nú mangla handverkarar. Tað má ikki koma [...] Klaksvík: - Vit miðja eftir at fáa tríggjar milliónir játtaðar til fyrsta byggistig. Tað skuldi verið nóg mikið, sigur Jórun uttan at koma nærri inn á, hvat fyrsta byggistig inniber. Hon heldur, at allir [...] hesum í fleiri ár. Eisini langt áðrenn hon kom upp í politikk. - So nú síggi eg tað sum eina styrki at kenna trupulleikan so væl upp á egnan kropp. Tí tað nýtist ikki nøkrum at koma og siga mær, hvussu
høvuðsvinnuna, øll fáa vit flottar bilar og sólskinsferðir suðureftir frá høvuðsvinnuni, fyri ikki at tala um hús, mat, klæðir, skúlar, sjúkrahús og mangt mangt annað, sum vit nú einaferð eru umgird av. Hetta [...] nógvar og tungar byrðar á høvuðsvinnuna, at hon ikki orkar at gjalda fyri húsarhaldið? Er tað nú ikki soleiðis at øll onnur fyrst skulu hava sítt á tað turra so sum: hús(sektin á hvat tey kostað), bilar [...] an ikki kláraði sínar beinleiðis útreiðslur, so var onki at gjalda við og so høvðu vit ongar pengar um hendi. Men nú hevur samfelagið og tann einstaki pengar, so høvuðsvinnan má geva yvirskot. Einfaldari
hann formaður á aðrari vaktini, 12 tímar um dagin, 7 dagar um vikuna stóran part av árinum. Hvønn arbeiðsdag fer hann enn lættur á fótum til arbeiðis. Allar fyrst á morgni eina tíð av árinum eru tað tó seyðirnir [...] við seksmannafari og seinni var hann førari á gravimaskinum í eina tíð eisini og onkran túr var hann á sild. Men arbeiðið fram um øll arbeiði hevur verið á Havsbrún, har hann fekk arbeiði í 1966 – har [...] vitjan og eitt strá til dagin. Hendurnar eru skrúvaðar rætt uppá hjá pápa, sum serliga hevur hegni á mekaniska økinum, og tess eldri ein motorur er, betri eru líkindini fyri, at hann aftur fer at spinna
hann komin til húsini hjá Lassa Holm og har við í helvt í Kvívíkar bygd. Nú vanta bert góð fjøruti hús í hesi bygdini. Tey flestu frammi í Gerði. Prátini við tey viðskiftafólkini, ið eru heima, eru stutt [...] Klokkan er tólv, tá ið vit veitra Kvívíkar bygd farvæl. Hallstein koyrir varðliga móti Leynatunnlinum. Seinasta vetur knústi hann ein postbil har á leiðini. Hann festir sær í aftur. Nú eru bert tey fremstu húsini [...] tvey. Eini tredivu hús eru eftir. Hann tekur dik á seg; blaðmenninir hava seinkað honum minst ein tíma. Oyrareingir er seinasti býlingurin. Her eru tólv hús. Seinastur er bóndin á Oyrareingjum, Óli Krisjan
í høvuðsstaðnum, er ein nú noyddur at bíleggja sær vøruna við tyrluni dagin fyri. - Vit bíleggja frá ymiskum handlum í Havn. Hjá onkrum teirra má ein ringja dagin fyri, meðan vit kunnu ringja fyrrapartin [...] í eina húsinum, og her finst alskyns føroyskur matur. - Vit eiga eisini nógvan fisk, sum vit hava fingið frá vinfólki, sigur Jóhan Petur. Tað eru tó tær gerandisvørurnar, sum tey kortini ikki skulu keypa [...] Starvsstovuni. Tey eru tí von við eitt arbeiði millum 8 og 17, men her á Stóru Dímun er alt øðrvísi: Her byrjar dagurin vanliga kl. 7 og endar, tá arbeiðið er liðugt. Árla á morgni fer Jóhan Petur út at
krónum av tí at tey hava sett pening í vinnulív, sum er farið á húsagang. - Eitt nú hevur verkafólkið á Eiði sett 1,6 millión í virksemi á fiskavirkinum í bygdini, men tað er steðgað. - Verkafólkið í Vági [...] fakfeløgini skulu traðka til, tá ið á stendur, sigur forkvinnan í Føroya Arbeiðarafelag. Stórur kassi Í sambandi við royndirnar at fáa gongd aftur á skip virki, sum nú eru hildin uppat eftir at fiskavirking [...] uttan hann, verða okkara krøv ikki tikin í álvara, tí arbeiðsgevarin veit, at vit eru ikki ment at fara í verkfall. - Hava vit ikki ein sterkan verkfalsgrunn, hevur arbeiðsgevarin ikki virðing fyri okkara