Gullbrúdleyp 28. oktober Marius og Ragna Petersen og 75 ára føðingardagur 23. oktober hjá Marius

Tann 23. oktober 2011 fylti pápi mín 75 ár. Fimm dag­ar seinni, 28. oktober 2011, hava mamma og pápi gull­brúdleyp.
Pápi mín hevur arbeitt alt lívið – sum blaðungur koyrdi hann rutubil sínum Rambler, hann róði út við seksmannafari og seinni var hann førari á gravimaskinum í eina tíð eisini og onkran túr var hann á sild. Men arbeiðið fram um øll arbeiði hevur verið á Havsbrún, har hann fekk arbeiði í 1966 – har ar­beiðir hann enn. Tey flestu árini var hann formaður á aðrari vaktini, 12 tímar um dagin, 7 dagar um vikuna stóran part av árinum.
Hvønn arbeiðsdag fer hann enn lættur á fótum til arbeiðis. Allar fyrst á morgni eina tíð av árinum eru tað tó seyðirnir, sum fáa vitjan og eitt strá til dagin.
Hendurnar eru skrúvaðar rætt uppá hjá pápa, sum ser­liga hevur hegni á mekan­iska økinum, og tess eldri ein motorur er, betri eru líkindini fyri, at hann aftur fer at spinna. Í løtuni er eitt projekt í gongd, har hann setir nýggjan motor í bátin hjá sær. Nógvir motorar fing­ið diagnosu, har hann ein­ans hevur nýtt oyruni at staðfesta eitt brek, hóast aðrir hava verið um motorin uttan at finna feilin.
Tekniska menningin á Havsbrún hevur verið stór síðani byrjan, men tað hevur ikki forðað pápa at fylgt við. Har tað áður vóru stórir ventilar og nógv gongd um alt virkið, har kann ein maður nú betri enn nakrantíð stýra framleiðsluni við einari mús. Pápi hevur eisini sæð hesa menning sum eina fram­gongd.
Meg minnist góðar løtur við gamla áttamannafarinum Miðstovubátinum. Fyrst róðu vit út á teymin, máttu klúgva umborð, loysa teymin og so stimaðu vit út eftir fjørðinum – bensinmotorur, 1 cylindari FM. Tað eyðkenda tøffið frá motorinum, bensinlukturin og hetta forkunnuga at flóta. Tað var so fantastiskt. So lógu vit við eitt sandeygað úti undir landinum uttanfyri Breiðá. Reyðfiskarnir sóust taka í agnið og so at draga. Slík summarkvøld eru stór fyri ein pilt um 5-6 ára ald­­ur. Í hoyna lærdi eg at brúka líggja. Líggin kendist tung­ur, men eg stóð undir lær­dómi meistarans og at enda arbeiddi líggin mest sum sjálvur – og so hetta fantastiska suðið, tá ið pápi slerdi so lystiliga og líggin skar seg gjøgnum grasið. Siip, siip, siip... hetta bygdaljóðið er ikki til í dag.
Í fjør bygdu vit nýggj set­hús. Ein tann drúgvasti at møta upp í arbeiðsklæðum var pápi. Antin tað var at vera uppi ella niðri, koyra rusk, mála og taka hond í úti og inni, so var hann fremstur. Tað er ein gleði at eiga slíkan pápa.
Mamma hevur eisini ar­beitt alt lívið. Sum ung ar­beiddi hon í handlinum hjá Pidda. Hugnaligt at síggja myndir frá hesari tíðini í einum blómandi handilslívi í bygdini í 1950’unum.
Sum ung var mamma á háskúla í Danmark. At upp­­liva útlandið og alt tað góða, sum hesin skúlin beyð teim­um ungu kvinnunum, hevur alla tíðina verið ein gleði hjá henni at minnast aftur á.
Mamma hevur arbeitt í handlinum hjá Haraldsen longri enn eg minnist. Áðrenn eg fór í skúla var eg ofta við henni um morgnarnar, har eg slapp at innviga skipskeks og pakka hesar í posar. Hetta var áðrenn heilsufrøðilig krøv vóru uppfunnin, men væl gekk at selja, og hetta arbeiðið gleddi meg almikið.
Enn arbeiðir mamma hjá Haraldsen. Nú er hon vaski­fólk hvønn leygardag. Fyri hana er arbeiði framvegis ein dygd – ein fyrimynd er hon.
Tá ið vit komu heim úr skúlanum lá leiðin ofta om­an til Haraldsen at hitta mammu og so til hús. Tað var trygt at vita, at hon var nær við okkum, hóast hon arbeiddi. At leiðin lá framvið hjá Haraldsen kom eisini av, at hon keypti okkum 20 gummibomm fyri 1 kr – tað vóru prísir.
Hendurnar hjá mammu eru so framúr hegnigar. Hand­verkið at virka klæði og annað handverk lærdi hon frá barnsbeini. Og sigast má, at handverkið gongur væl í arv – tað er list at duga so væl. Hon lærir enn dúgliga frá sær, tá ið ommubørnini leggja leiðina framvið.
So mikið dúgliga hevur hon lært frá sær, at eg longu sum 11 ára gamal dugdi at binda mær eitt hvítt-reytt turriklæði. Høvið var, at ÍF gjørdist føroyameistari í 1. deild í 1979. At turriklæðið var ætlað kettuni gjørdi upp­gávuna bara enn stuttligari. At brodera lærdi hon meg eisini – havi broderað kross­stingir til fleiri pútur og okkurt teppi eisini. Hesi vetrar­kvøldini við stovu­borðið, har vit brøður sluppu at royna okkum við onkrum til hendurnar eru rík minni. Eisini sótu vit við einari ser­ligari nál og arbeiddu okkum gjøgnum dungar av tógvstubbum og festu hesar í undirnetið. At enda gjørdist hetta til eitt teppi, og okkurt av hesum er enn í nýtslu.
At vaksa upp hjá for­eldr­um, sum saman við sínum foreldrum hava upplivað ta heilt gomlu tíðina uttan hent­leikar sum streym, út­varp, oljufýring, samskifti við tey kæru á sjónum o.a. mangt, sum í dag er ein sjálvfylgja, hevur altíð verið sera áhugavert. Gamla tíðin er grundarlagið undir okkara vælferð í dag.
Vit brøðurnir eru lærdir tolsemi og at rætta eina hond, har tað ber til, og so tað týdn­ingarmesta av øllum, at undir Guðs orði er gott at vera. Ongin løta er so góð sum at sovna, haldandi í faðir ella móðirhond og kvøldbønin er biðin. Slíkar løtur eru móti øllum – og eisini hesa læru hava vit tikið við til okkara heim. Slíkar kvøldløtur eru gylt grundarlag undir einum góðum svøvni – og einum góðum lívi.
Til okkara hús hevur seyð­ur altíð hoyrt til. Og tað bleiv lært heima, at hevur tú djór, so skulu tey virðast og røktast væl. Vit høvdu eisini kettur - fyrst eina, síðani tvær og í nøkur ár tríggjar kettur í okkara barnaheimi. Heimalombini sluppu at vera inni, um tey onkuntíð vóru deyðkomin av kulda. Serliga einaferð minnist meg, at eitt lamb var mest sum uppgivið, tí tað lá lívleyst hóast væl ballað. Vit skuldu øll av bygdini frá morgunstundini og lótu bara lambið liggja inni og tætt við radiatorin. Stór var frøin, tá ið lambið um kvøldið glaðbeint kom út í gongina og beyð okkum øll­um vælkomin heim. Hetta morreyða lambið bleiv ongin píningur.
Ein serligur biltúrur varð gjørdur til Norðadals í 1975. Familjan har hevði boðið okkum eitt heima­lamb. Ferðast bleiv um­vegis Tórshavn, har útróðrar­verk­fallið var. Ein stórur heimur fyri ein 6 ára gam­al pilt at síggja allar út­róðararbátarnar, eiga eitt heimalamb í bilinum og ann­ars gleðast um at vera til.
Jólanátt hava øll okkara djór – seyður og kettur – altíð sovið við tendraðum ljósi. Hetta er ein ómetaliga vakur siður, haldi eg, tí jóla­nátt er ikki ein vanlig nátt.
Mamma og pápi eiga 13 barnabørn. Okkara yngsta dóttir bleiv ein dagin spurd, um hon gongur í barnagarði. Nei, svaraði hon smílandi, eg gangi hjá ommu! Og satt er tað. Omman er fastur fúsur, tá ið barnaansing umræður.
Vit ynskja tykkum hjarta­liga til lukku við gull­brúð­leypsdegnum og pápi fær eina serstaka heilsu á 75 ára degnum!
Hesir merkisdagarnir verða hildnir 28. oktober frá kl. 19.00, tá ið vit hava opið hús heima hjá okkum á Innandalsvegi 37 í Fuglafirði. Vit gleða okkum at síggja familju, vinir og kenningar hetta kvøldið.
Bestu heilsur
-------------
Kristian Martin við familju