Klaksvík:
- Vit miðja eftir at fáa tríggjar milliónir játtaðar til fyrsta byggistig. Tað skuldi verið nóg mikið, sigur Jórun uttan at koma nærri inn á, hvat fyrsta byggistig inniber.
Hon heldur, at allir flokkar eiga at hava egna stovu. Tíðin leggur upp til tað í dag.
Hetta málið er ikki nakað nýtt mál. Tað hevur verið tosað um plásstrotið á Ósáskúlanum í fleiri ár. Tað veit Jórun Høgnesen eisini av. Hon er lærari við skúlan og kennir sostatt trupulleikan bæði innanífrá og uttanífrá. Tað metir hon vera ein fyrimun. Serliga tí hon hevur stríðst fyri hesum í fleiri ár. Eisini langt áðrenn hon kom upp í politikk.
- So nú síggi eg tað sum eina styrki at kenna trupulleikan so væl upp á egnan kropp. Tí tað nýtist ikki nøkrum at koma og siga mær, hvussu trupult tað er at arbeiða ella hvussu støðan er við ymiskum. Eg merki tað jú sjálv hvønn dag, sigur Jórun Høgnesen.
Hon harmast eisini samstundis um, at onki verður gjørt við skúlan á Ziskatrøð í ár vegna tørv á handverkarar.
- Hatta dámar mær lítið. Tí mín uppgáva var at skaffa pengarnar, og nú teir eru har, nú mangla handverkarar. Tað má ikki koma fyri aftur, so eftir summarfrítíðina ætli eg mær at endavenda byggimálinum saman við teimum, sum vara av tí, so tað ikki kemur fyri aftur, at vit standa við ov fáum handverkarum. Hatta er ov illa tilrættislagt, tí man má vita um veturin, hvar handverkararnir verða um summarið, sigur Jórun Høgnesen, og leggur at enda aftur at, at hon væl veit, at man má ikki fara at gera nakað í óðum verki, tí tað loysir onki, men tílíkt má tilrættisleggjast betur í framtíðini, soleiðis at man ikki kemur í somu støðu aftur eina aðru ferð.