Sambært Poul Geert Hansen var tað ein samd sjúkrahúsleiðsla, sum tók avgerðina um at umskipa føðideildina í tráð við komandi broytingar. Atlit verða framvegis tikin til allar fakbólkar, og tí hevur stjórin á Landssjúkrahúsinum sera ilt við skilja, hví sjúkrarøktarfrøðinganir nú kenna seg skúgvaði til viks, og nú taka eitt so ógvusligt stig, sum at fara í verkfall.
Hava sagt seg úr starvi
- Tað ber ikki til at stýra einum stovni sum Landssjúkrahúsinum, um tú risikerar, at fakbólkar hótta við verkfalli, hvørja ferð ein umlegging fer fram, sum semja var um áðrenn. Tí fara vit heldur ikki at geva eftir fyri trýstinum frá fakfelagnum hjá sjúkrarøktarfrøðingunum hesuferð, sigur Poul Geert Hansen
Hann dugir ikki at síggja, at leiðslan á Landssjúkrahúsinum skal hava brotið nakran sáttmála, og tí er verkfallið eftir hansara bestu sannføring eisini ólógligt. Tað merkir í prinsippinum, at teir sjúkrarøktarfrøðingar, sum fara í verkfall nú, hava sagt seg sjálvi úr starvi.
- Eftir mínum tykki eiga sjúkraøktarfrøðingarnir at hugsa seg væl um, áðrenn tey gera eftir kravboðum frá nevndini í felagnum, tí hetta kann koma at seta tey í eina sera keðiliga støðu, sigur stjórin á landssjúkrahúsinum.
Gerðarætt
Sum Poul Geert Hansen skilur, eru vaktartilbúgvingarnar ikki hóttar av verkfallinum enn, so lívshóttandi støður verða ikki raktar. Men støðan er nóg ring sum er, og tiltøkini hjá sjúkrarøktarfelagnum fara sjálvsagt at merkjast. Hvussu leingi hetta kann halda fram, er óvist, men leiðslan á landssjúkrahúsinum hevur ongar ætlanir um at bakka.
- Um felagið hjá sjúkrarøktarfrøðingunum metir avgerðina um føðideildina at vera brot á sáttmálan, hava tey rætt til at fara í ein gerðarætt við málinum. Tað áttu tey eftir mínum tykki eisini at havt gjørt, tí vit høvdu sjálvandi boygt okkum fyri úrskurðinum hjá einum gerðarætti, sigur Poul Geert Hansen.









