Fiskivinnan gevur ikki hall!
Tað verður javnan endurtikið av serfrøðingum og øðrum vælskúlaðum fólkum, at tað er so keðiligt í Føroyum, tí fiskivinnan gevur so stórt hall. Tað er eisini so møðsamt at Landskassin (her meina tey ivaleyst við tey á landi) skal gjalda so stórt undirskot fyri fiskivinnuna ár um ár.
Eg havi ongastaðir í øllum heiminum sæð nakra høvuðsvinnu, sum í orðsins rætta týdningi er høvuðsvinna, geva hall, av tí einfaldu orsøk, at hon hvørki teoretiskt ella praktiskt kann geva hall. Alt samfelagið livir og røðrist um høvuðsvinnuna, øll fáa vit flottar bilar og sólskinsferðir suðureftir frá høvuðsvinnuni, fyri ikki at tala um hús, mat, klæðir, skúlar, sjúkrahús og mangt mangt annað, sum vit nú einaferð eru umgird av. Hetta kemur alt samalt frá høvuðsvinnuni. Um høvuðsvinnan ikki kláraði sínar beinleiðis útreiðslur, so var onki at gjalda við og so høvðu vit ongar pengar um hendi. Men nú hevur samfelagið og tann einstaki pengar, so høvuðsvinnan má geva yvirskot. Einfaldari kann hetta neyvan sigast. Eg skal spara tykkum fyri at fara í dýbdina í veruleika, tað kann onkur av teimum ?lærdu? gera.
Er tað bert fiskivinnan,
sum gevur hall?
Taka vit t.d. nógv umrødda blokkstuðulin burtur, verður sagt at undirskotið hjá fiskuvinnuni verður uppaftur størri. Ein kann spyrja, hvussu hetta hongur saman, at fiskivinnan fær størri undirskot við at blokkstuðulin verður tikin burtur. Fiskimenn okkara fiska ikki blokkstuðul, teir fiska torsk, upsa og kongafisk. Teir selja heldur ikki blokkstuðul, nei, teir selja fisk og fiskurin ferð mín sann eisini luftvegis til útlandi. Hvussu menn hava hugsa sær at pakka blokkstuðulin niður í eina flugvarabingju og fáa hann til keyparan má verða ein gáta fyri ikki at tosa um at fáa hann á húkin ella í trolið.
Hvussu kann danski blokkstuðulin so hava árin á úrslitið í fiskiflotanum. Ella er tað bert fiskivinnan sum fær størri hall við at blokkstuðulin verður tikin burtur. Far ongin annar í samfelagnum størri hall. Hvat við handilsmonnum, lærarum, advokatum, grannskoðarum, búskaparfrøðingum, løgtingsmonnum, politistum, prestum, læknum, sjúkrasystrum og annars øll sum fáa sína dagligu løn á landi - fáa tey ikki størri hall við at blokkstuðulin verður tikin frá teimum?
Svarið er løgið, tí vanliga fatanin er, at bert fiskivinnan ella høvuðsvinnan verður rakt, meðan alt annað virksemi á landi siglir viðari við fullum seglum.
Lyklaorðið er raðfesting
- prioritering -!
Hvar er sambandið ímillum nýtslumynstri á landi og gongdina í okkara høvuðsvinnu? Er svarið ikki einfalt tað at samfelagið hevur lagt so nógvar og tungar byrðar á høvuðsvinnuna, at hon ikki orkar at gjalda fyri húsarhaldið? Er tað nú ikki soleiðis at øll onnur fyrst skulu hava sítt á tað turra so sum: hús(sektin á hvat tey kostað), bilar, óbroyttar og vaksandi lønir hvønn mána, óbroytt tænastustøði v.m.? Løgtingið gerð fíggjalógir við stórum rokningum á hvørjum ári beinleiðis til fiskivinnuna, til at gjalda havnir, vegir, løgtingsmannalønir, almenna umsiting og annars alt virksemi á landi og hetta uttan mun til hvussu støðan er hjá okkara útpínda og gamla fiskiflota. Og tá so onkur hissini króna finnur sær veg úr landskassanum aftur til fiskivinnuna verða hesar krónur, sum í sínari tíð komu frá fiskivinnuni, navngivnar av nýggjum og eita nú ?Studningur frá tí almenna?. Ja, eg meini tað, ?Kært barn har mange navne?
Ísland ein góð fyrimynd
Hermann Oskarsson nevnir Ísland sum eina fyrimynd. Hetta er gott at hoyra, men so eigur ein eisini at greiða fólki frá muninum í millum búskapin í Íslandi og Føroyum. Tað verður ov rúgvusmikið at taka alt framm her, men ein grundleggjandi munur, sum stingur teg í eyguni dagin eftir, at tú hevur sett fótin á íslendska jørð, er almenna umsitingin og nýtsla av pengum sum heild. Gert tú tær síðani ómak at lesa teir almennu roknskapirnar gerst munurin eyðsýndur.
Orðaskiftið í Altinginum og nýtsla av peningi eru treytaleyst knýtt at gongdini í fiskivinnuni og útlitunum fyri komandi árini. Fíggjarkarmarnir verða lagaðir ár um ár alt eftir, hvussu gongdin er í fiskivinnuni og tað eru ikki bert fiskimenn og reiðarar, sum merkja niður- ella uppgongdina, nei, tað gera øll, alt samfelagið, eisini tey fastløntu.
Arbeiðismannalønirnar eru 60 % av lønunum í Føroyum, men so kunnu hinvegin øll í fiskivinnuni og nógva aðrastaðir forvinna 6.000 dkr. skattafrítt um mánaðin ella sagt við øðrum orðum hava ein skattafrádrátt uppá dkr. 6.000 um mámaðin.
Hví ikki byrja við at innføra íslendska systemi við at seta lønirnar niður við 30-40% og geva ein mánaðarligan skattafrádrátt uppá dkr. 6.000????? Lat okkum so síggja, hvør rópar harðast. Tað verða neyvan tey sum arbeiða á flakavirkjunum, tí tey hava meira eftir í lummanaum enn tey høvðu frammanundan. Tað verða heldur ikki okkara fiskimenn ella reiðarar. Hvør er so eftir? Ja, tað kanst tú ímynda tær sjálvur.
Jørmund Vágadal