Føroyar við í fiskiskap í Norðurkyrrahavi

- Sum partur av okkara altjóða tilfeingisstrategi er avgerð nú tikin um at gerast limur í fiskiveiðisamstarvinum fyri Norðurkyrrahavið, sigur Jørgen Niclasen, uttanríkisráðharri. Føroyar miða eftir at gerast limur í North Pacific Regional Fisheries Management Organization (NPRFMO), sum er ein felagsskapur, ið skal umsita fiskiríkidømið í Norðurkyrrahavi. Føroyar luttóku sum eygleiðari á áttanda millumtjóðafundi at seta á stovn NPRFMO, og er avgerð nú tikin um at royna at gerast limur í hesum felagsskapi.

Avgerðin er grundað á, at Føroyar skulu viðvirka til at tryggja sær fiskirættindi í komandi sáttmálaøkinum. Umsitingartiltøkini hjá NPRFMO fevna um botntrol, línufiskiskap og garnaveiðu. Tað er tó sannlíkt, at hesin felagsskapur eisini kemur at fevna um uppsjóvarfisk.

- Nógv bendir á, at NPRFMO verður ein stongdur felagsskapur tað vil siga, at hann framyvir ikki skal verða opin fyri øðrum londum enn teimum, ið taka lut í samráðingunum. Í hesum sambandi mugu Føroyar verða sáttmálapartur í NPRFMO, um Føroyar skulu kunna fiska møguligan uppsjóvarfisk, sum NPRFMO kann koma at umsita. Tískil verður mett, at neyðugt er hjá Føroyum, at taka lut í verandi samráðingum fyri at tryggja føroyskan limaskap og føroysk áhugamál. Hetta er partur av okkara altjóða tilfeingisstrategi, sigur Jørgen Niclasen, Uttanríkisráðharri.

Mett verður, at eini tvey samráðingarumfør eru eftir, áðrenn sáttmálateksturin um NPRFMO verður liðugur og samtyktur. Komandi fundur verður ætlandi hildin í Russlandi.

Føroyar hava longu tryggjað sær møguleika fyri limaskapi í fiskiveiðifelagsskapinum fyri Suðurkyrrahavi. Málið er til viðgerðar í Løgtinginum.

- Tekur Løgtingið undir við hesum, hava vit fyri 2010 tryggjað okkum 62.000 tons av rossamakreli umframt makrel sum hjáveiði. Hetta er eitt virði á umlleið 300 milliónir krónur. Vit ynskja nú eisini at koma upp í part í Norðurkyrrahavinum, sigur Jørgen Niclasen, Uttanríkisráðharri.